Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-22, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2013síða 31

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Fríggjadagur 23. august 2013 · Nr. 96 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Geza Turi Sam Jacobsen Finnur Justinussen Atli Gregersen Sølvi Vatnhamar Bárður Hansen Filip Djordjevic Hanus Jacobsen Kaj Leo Í Bartalsstovu Erling Jacobsen Jann Ingi Petersen Team News: Sam Jacobsen er komin heim til steypafinaluna og verður heilt víst at finna á verjukenda miðvøllinum. Kaj Leo Í Bartalsstovu er komin heim, eftir at hava verið í Lyngby og royndarvant í eina viku. Størsti spurningurin í Leirvík og Gøtu eru meiri um hvør skal byrja inni. Í verjuni er spurningurin um tað verður Hans Jacobsen ella Dánjal Pauli Lervig, sum verður á vinstra bakki. Hetta avhongur helst av hvussu Sigfríður Clementsen vil manna miðvøllin. Vil hann hava Hanus á miðvøllin, so verður tað Dánjal Pauli, men um hann ikki ætlar tað, so helst meiri sannlíkt, at Hanus vinnur dystin um vinstra bakk plássið. Sam Jacobsen og Sølvi Vatnhamar eru heilt víst við. Sam á verjukenda miðvøllinum, men so er aftur spurningurin um Sigfríður velur at hava Hanus á vinstra bakki og so hevur Sølva, Sam og Jann Inga á miðvøllinum. Ella um hann flytir Hanus á miðvøllin og Sølva á annan vongin, og offrar Kaj Leo Í Bartalsstovu ella Filip Djordjevic á vonginum. undan finaluni Mett byrjunaruppstilling Víkingur hevur vunnið fýra teir seinastu dystirnar í landskappingini. Umframt tað, so vann liðið seg í steypafinaluna og víðari í ­Evropa. Tí skuldi formurin verið á góðari leið. Tað er heldur ongin, ið ivast í, at góða ­gongdin heldur fram restina av kappin- garárinum. Á hesum økinum er ongin ivi um, at Víkingur er á odda. Teir fáa eitt 5-tal. Formurin: 5 T-T-V-V-V-V Víkingur 31 av 42 møguligum stigum og stendur sterkari enn EB/Streymur í metingini hjá Sosialinum. Hetta hóast EB/Streymur framvegis er frammanfyri á stigatalvuni, men pílurin hjá Víkingi peikar bara ein veg og tað er beint upp! Samanlagt: fótbóltur løgmanssteypið