hósdagur 22. august 2013síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 96 · 23. august 2013
5
LØGMANSSTEYPIÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Sigfríður, hvussu var
Rúni sum leikari?
– Rúni hevði nógvar dygdir, og hann
broytti seg eisini nógv gjøgnum sína
karrieru. At byrja við var hann ein
framrættaður miðvallarleikari við
einari øgiligari rennistyrki, men tey
seinnu árini í HB varð hann tann verju
kendi og spælstýrandi leikarin. Men tað
var serliga arbeiðssemi og renniorkan,
sum eyðkendi hann. Hann hevði eisini
temperament. Og tá eg seinni spældi í
móti Rúna, so gjørdi hann ómetaliga
nógv fríspørk. Hann er nokk tann leik
arin í Føroyum, sum hevur fingið fæst
gul kort í mun til tað, sum hann hevur
uppiborið. Men tað er helst tí, at hann
sær so fittur út.
Rúni, hvussu var
Sigfríður sum leikari?
Sigfríður var eitt ótrúligt talent. Hann
hevði teknikk, sum fáur maður í Før
oyum hevur havt. Tað var heilt fan
tastiskt sum tað lá væl fyri. Hann var
eisini øgiliga skjótur, serliga á fyrstu
metrunum. Hevði hann ikki givist so
tíðliga, so hevði tað helst borið langt
hjá honum. Hevði hann verið eitt
sindur meiri viljasterkur, so hevði tað
kanska eydnast. Sigfríður hevði astma,
sum sjálvandi ávirkaði eitt sindur, men
eg haldi eisini, at hann brúkti tað í so
ofta, sum undanførslu.
Hvat minnist tú best frá tíðina,
ið tit spældu saman, Sigfríður?
Vit spældu saman frá 1993 til 1996. Í
1995 vunnu vit steypakappingina, har
Rúni gjørdi fyrsta málið. Tað var tað
størsta hjá mær. Men vit komu eisini út
í Evropa, har vit spældu tríggjar dystir,
sum vóru rættiliga serligir, hóast úrs
litini ikki vóru so góð. Vit høvdu eisini
eina ómetaliga keðiliga uppliving í
1995, har vit mistu FM, tá GÍ skoraði
í yvirtíðini.
Og Rúni?
Ja, hasum eri eg samdur í. Men dysturin
móti Riga stendur eisini frammaliga í
minninum. Vit taptu 1-0 á útivølli og teir
komu so henda vegin við egnum flog
fari. Men tað var mjørki, so flogfarið
setti seg ongantíð og soleiðis komu vit
víðari. Síðani hevur ofta verið sagt, at
skulu føroysk lið koma víðari, so má
mjørki koma okkum til hjálpar.
Sigfríður, hvussu er
Rúni so sum venjari?
– Vit eru neyvan so ólíkir báðir, tí vit
hava somu útbúgving og hava verið
í gjøgnum tað sama. Hann er sum
venjari eins og hann var sum leikari.
Tað er hart arbeiði fyrst og fremst, og
so skal organisatiónin vera í ordan.
Men Rúni dugir eisini at umstilla seg.
Tá hann var í HB, tá hevði liðið bóltin
nógv, men nú í EB/Streymi koyrir hann
nógv upp á umstilling. So hann dugir
væl at arbeiða við fólkinum sum hann
hevur.
Rúni, hvussu er
Sigfríður sum venjari?
– Sigfríður er ógvuliga uppfarandi, og
tað er ikki uttan orsøk, at hann hevur
ein so róligan hjálparvenjara. Hann
er eisini ógvuliga væl fyri taktiskt, og
fær nógv burtur úr hópinum, sum hann
hevur. Hann loypir ikki framav, og er
ómetaliga vælorganiseraður í verju
partinum.
Sigfríður, hví vinnur
Víkingur steypafinalun?
– Eg haldi, at vit hava eitt sterkt lið,
har pílurin peikar rættan veg. Vit skora
mál og so duga vit eisini at binda fyri.
Deyðbóltsstøður hava verið okkara
veikleiki, men hetta skulu vit nokk fáa
upp á pláss. Okkara lið hongur sam
an og vit eru ikki eins tengdir av ein
støkum leikarum, sum eg haldi, at EB/
Streymur er.
Rúni, hví vinnur EB/Streymur
steypafinaluna?
– Víkingur er ein lítil favorittur, haldi
eg. Men eg ivist ikki í, at vit fara at
vinna, tí vit hava nakrar leikarar, sum
elska henda pallin, har tað er ein dystur,
sum snýr seg um alt ella einki. Og eg
trúgvi veruliga uppá, at leikararnir fara
inn at hugna sær, samstundis sum teir
offra alt.
Liðfelagar
dystast um
steypið
Rúni Nolsøe og Sigfríður Clementsen spældu saman í fleiri ár hjá
HB. Nú standa teir yvir av hvørjum øðrum sum venjarar. Á hesum
síðum kanst tú lesa um, hvussu teir minnast hvønn annan sum
leikarar, og hvat teir halda um hvønn annan sum venjarar
Sigfríður S.
Clementsen
21. januar 1973
Hevur vant:
2002:
B36
2003-04: ÍF
2005-06: B36
2007:
AB
2008-09: EB/Str.
2010:
B36
2011-12: HB
2013:
Víkingur
Rúni Nolsøe
21. mai 1971
Hevur vant:
2006:
AB
2007:
B68
2008:
HB
2009:
07 Vestur
2010:
FC Hoyvík
2011:
ÍF
2013:
EB/Streymur
Fakta
mynd: Ingi Sørensen
mynd: Ingi Sørensen