Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-22, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2013síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 96 · 23. august 2013 6 VIKUSKIFTI LØGMANSSTEYPIÐ Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Teir spældu allir tríggir saman eitt skifti í HB, men meðan Rúni Nolsøe og Sigfríður Clementsen leygardagin leiða hvør sítt lið á vøllin og stjørna tí í steypa­finaludystinum, so er tað gamli liðfelagin og málverjin Kaj Leo Holm Johannesen, ið er landsins leiðari, sum eftir dystin skal handa løgmanssteypið til ann­an teirra. – Eg hugsaði ikki so langt fram í tíð­ina tá, so eg hevði ongantíð ímyndað mær, at eg skuldi handa løgmanssteypið til annan teirra, sigur Kaj Leo Holm Johanne­sen, tá vit undan finaluni spyrja hann, um hann hevði roknað við at staðið í hesari støðuni, har hann skal handa einum fyrrverandi liðfelaga løg­mans­steypið. Sum leikarar og venjarar Men hóast hann ikki hevði roknað við hesum, so minnist Kaj Leo kortini væl tíðina, sum teir tríggir høvdu saman í HB. Hvussu vilt tú lýsa Rúna Nolsøe sum leikari? – Hann var ein ótrúliga góður liðfelagi, eitt behagiligt og eitt gott menniskja. At maðurin hevur spælt omanfyri 400 dystir fyri besta liðið hjá HB sigur eis­ ini nógv. Hann hevði ein treiskleika, og viljan at vera við og vinna dystir. Sum miðvallarleikari hevði hann eitt fan­ tastiskt spælforstáilsi og allar dygdir­ nar, sum skuldu til. Hann var vinnari um ein háls og fekk gott í blóðið í VB, men tað hevur hann so sanniliga eisini fingið í HB. Og hvussu var Sigfríður? – Eg trúgvi, at eg kann pástanda, at HB ikki hevur havt eitt størri talent enn tað sama. Nú spældu vit ofta móti Toda, og uttan at fornerma hann, so tori eg at siga, at tær eksplosiónir og ta ferðina, sum Sigfríður hevði á vøllinum, har var ikki ein leikari, sum kláraði at fylgja honum. Hetta var eisini galdandi, tá vit spældu í Evropa og millum útlendskar leikarar. Tekniskt var Sigfríður eisini second to none, sum bretar plaga at siga. Sigfríður avgjørdi eisini dystir einsa­mallur, og tá var tað ein frægd at standa í hinum endanum og eygleiða leikin. Hvussu vilt tú so lýsa Rúna sum venjari? – Rúni er ein av teimum heilt fáu, sum egnar seg at vera venjari og leiðari, tí tí hann hevur teir menniskjaligu eginleik­ ar­nar, sum skulu til. Hann hevur roynt nógv og eisini vunnið nógv sum leikari, og hesa vinnaramentan, sum hann hevur fingið í HB, hevur hann tikið við sær víðari sum venjari. Og Sigfríður? – Tíverri gavst Sigfríður tíðliga, tí hann var hart raktur av astma, men tíbetur hevur hann megnað at umsett síni evni sum leikari til venjarayrki. Hann hevur eitt ómetaliga gott taktiskt forstáilsi, og so er hann eisini menniskjakennari. Hann verður ofta kallaður inn, tá tað brennur hjá ymsum liðum, og uppgávuna loysir hann til UG hvørja ferð. Hygg bara eftir Víkingi nú. Høvdu tú og Rúni nakrar dystir tykkara millum, nú tit báðir eru leiðarar? – Eg minnist ikki ein dyst millum okk­ um. Vit høvdu ótrúliga stóra virðing fyri hvørjum øðrum, har var ikki eitt skeivt orð. Og tá vit hava spælt so nógvar dystir saman, so sigur tað rættiliga nógv, haldi eg. Eg kundi ongantíð funn­ ið uppá, at lagt eftir Rúna. Heldur ikki við nøkrum Tað einasta, sum er greitt undan steypa­ finaluni, er, at løgmaður fer at handa steypið til annaðhvørt Rúna Nolsøe ella Sigfríður Clementsen. Hann fæst tó ikki at siga, at hann vónar, at annar parturin vinnur fram um hin. – Eg kann ikki siga, at eg havi ein favoritt, nú tað eru tveir gamlir vin­ menn, sum bresta saman. Eg ynski báðum tað besta, og kann ikki velja síðu. Tað hevði tó verið eitt sindur lættari, um HB hevði somu siðvenju nú, sum tá vit tríggir spældu. So hevði eg havt ein favoritt. Nú vóni eg bara, at vit fáa ein góðan dyst – og tað trúgvi eg eisini, at vit fáa. Bæði liðini hava jú fingið smakkin fyri at vinna finalur. Nógv lið siga, at tað hevði verið fantastiskt at komið í finaluna, men tað er júst tað, sum ikki er nokk. Tað fantastiska er jú at vinna finaluna! Sigfríður størsta talentið nakrantíð Løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur spælt saman við bæði Sigfríði Clementsen og Rúna Nolsøe í HB í síni tíð, og leygardagin skal hann handa løgmanssteypið til annan av sínum gomlu liðfeløgum. Les hvussu løgmaður minnist teir báðar sum leikarar – og hvat hann heldur um teir sum venjarar – Eg ynski báðum tað besta, og kann ikki velja síðu. Tað hevði tó verið eitt sindur lættari, um HB hevði somu siðvenju nú, sum tá vit tríggir spældu. So hevði eg havt ein favoritt, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður mynd: Ingi Sørensen