hósdagur 22. august 2013síða 45
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 96 · 23. august 2013
9
FLØGUÚTGÁVA
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tað er ikki so ofta, at Teitur fer á pall
við bólki í Føroyum. Mikukvøldið
var eitt undantak í so máta, tí
Mentanarhúsið var karmur um eina
frumframførslu av útgávukonsertini
hjá Teiti, sum hann nú skal á ferð við
kring allan knøttin.
Ólavur Larsen í Mentanarhúsinum
í Fuglafirði hevur evni sum eingin
annar, at fáa spennandi og forkunnug
nøvn á pall í Føroyum. Seinastu tíð
ina kunnu vit nevna Kashmir, Tim
Christensen og Carpark North um
framt eina rúgvu av føroyskum nøvn
um, sum hava spælt í Mentanarhús
inum. Nú var tíðin so komin til Teit,
sum valdi at hava sína fyrstu og ein
astu útgávukonsert í Føroyum har.
Fløguna hevur Teitur valt at rópa
Story Music. Eitt einfalt og sigandi
heitið, ber til at staðfesta eftir út
gávukonsertina, har Teitur og hini í
bólkinum spældu fløguna úr enda í
annan.
Eftir konsertina greiddi Teitur so
leiðis frá.
Sigandi heiti
– Eg haldi, at Story Music er tað heitið,
sum lýsir tónleikin best. Vit kunnu
kalla tónleikin alt møguligt, men eg
haldi ikki, at tað altíð skal kallast
nakað, tí hetta eru bara sangir, sum
eg skrivi og sum vit framføra. Men
tað er nakað føroyskt yvir hesum, at
fortelja søgur. Situr tú onkrastaðni við
einum kaffikoppi, so hoyrir tú søgur
um handan mannin, hatta húsið
og handan bilin. Tað er tað, sum er
drívmegin í mínum tónleiki. At siga
søgur. Tað hevur mín áhuga, hvussu
akompagnerar tú tað og fortelur eina
søgu fra A til B? Hvussu setur tú tað
saman til tónleik og ger eina ljóðmynd
til ta søguna?
Savnar søgur
– Søgurnar, eg sigi, stava alla møgu
liga staðni frá. Men fløgan er kortini
ógvuliga føroysk. Okkurt er innspælt
í Klæmintsgjógv, men eisini í aðrar
mátar er hon føroysk. Hon fevnir um
eyðkennir í føroysku mentanini. At
bíða, tað spontana og tað monotona.
Einki hendir og so hendir brádliga
øgiliga nógv. Tað er rættiliga føroyskt,
og tað hevur tilgongdin eisini verið
annars. Her ein eingin avtala við
eitt heimskent strúkiorkestur úr Los
Angeles, at um tveir mánaðir klokkan
fýra, so gera vit tað og tað. Her í
Føroyum er tað heilt øðrvísi. Eg ringi
til grannan, Kapnas, og spyrji hvat
hann ger í morgin, um vit ikki bara
skulu fara í studio. Og so gera vit tað.
Vit hava eisini funnið fólk í býnum
eitt leygarkvøld og biðið tey koma í
studio at kvøða. Mær dámar henda
mátan øgiliga væl. Tað er stuttligt at
gera tað á henda hátt, og tað følist
eisini rætt.
Samleikakreppa
– Eitt ella annað stað, so havi eg
kanska verið í so snobbuttur. Eg
havi gjørt stóra karrieru uttanlands
og fingið eina mynd av, at tað ikki
ber til at spæla tónleik í Føroyum og
arbeiða í Føroyum. Tað vóru nakrar
krukkuttar kenslur. Tí hevur tað verið
ein ógvuliga góð uppliving fyri meg
at gera eina fløgu í Føroyum við før
oyskum tónleikarum og síggja, at
verður minst líka gott, um ikki nógv
betri, tí tað liggur mær so nær. Hetta
hevur verið eitt slag av identitets
kreppu, sum eg havi havt, so tað er
gott at koma heim og gera tingini frá
grundini aftur.
– Tað var øgiliga spennandi at
spæla í Mentanarhúsinum og eitt slag
av kulminatión. Vit hava vant dagliga
í fleiri tímar í Tøting í Gøtu, har vit
hava spælt hvørt lag fleiri ferðir upp í
slag. So vit hava glett okkum at spæla
alt tilfarið út í eitt. Hetta var fyrsta
ferðin, at vit upplivdu alt sum eina
konsert. Tað var spennandi og deiligt
at sleppa at deila tað við glaðum
fólki. Hetta var ein øgiliga góð upp
living.
– Nú vita vit eisini, at hetta riggar
og at vit kunnu fara á ferð við tí. Vit
skulu nú á venjingarlegu í Danmark,
áðrenn konsertferðin byrjar mitt í
september. Vit skulu kring alt Evropa,
Norðuramerika, Suðuramerika, Kina,
Russland og aðrastaðni eisini. So tað
verður nógv ferðing í næstum.
Gott at vera
heima aftur
– Eg hevði fingið eina keðiliga kenslu av, at tað ikki bar til at
spæla tónleik og arbeiða í Føroyum. Tað vóru nakrar krukkuttar
kenslur. Tí hevur tað verið ein ógvuliga góð uppliving fyri meg at
gera eina fløgu í Føroyum við føroyskum tónleikarum og síggja,
at verður minst líka gott, um ikki nógv betri, tí tað liggur mær
so nær, sigur Teitur um nýggju útgávu sína Story Music