Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-22, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 22. august 2013síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 96 · 23. august 2013 11 samrøða Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo – Eg haldi ikki, at tað hevur verið nakar trupulleiki fyri meg sum skrivara, at fleiri læknar hava verið í økinum í hesum tíðarskeiði. Hetta hevur ver­ið og er framvegis eitt fantastiskt arbeiðs­ pláss. Eingin dagur er eins, og tú møtir nógvum spennandi og á ymiskan hátt áhugaverdum fólkum. Tað sigur Jonna Krog Poulsen, ið tók útbúgving sum sjúkrahjálpari í Íslandi í 1977. Tey næstu árini arbeiddi hon eitt nú á Landssjúkrahúsinum og í røktini í Sandoynni. Tvey skrivarastørv – Í august 1983 byrjaði eg at arbeiða sum læknaskrivari, og tað havi eg verið øll árini síðan. Hon sigur, at árini 1985-2005 hevði hon tvey hálvtíðarstørv, har hon ar­ beiddi sum læknaskrivari fyrrapart og skrivari hjá Sands kommunu seinna­ part. – Árini síðan 2005 havi eg so starv­ ast sum læknaskrivari fulla tíð, sigur hon. Spurd, um tað ikki hevur verið trupult at arbeitt undir so nógvum lækn­um, sigur Jonna, at tað hevur tað ikki. – Sum læknaskrivari hevur hetta ikki verið nakar trupulleiki. Tað eru fitt, skilagóð og dugnalig fólk, sum eg havi arbeitt undir øll hesi ár. Onkur av­ loys­ari hevur verið heilt stutt, kanska í einar 14 dagar ella so. Tvey læknastørv Jonna Krog Poulsen sigur, at tvey nor­ meraði læknastørv eru í Sandoynni, men fyri tað mesta hevur bara ein lækni verið í oynni. – Viðtalan er opin frá klokkan 08-16, men læknin, sum er í oynni, hevur vakt alt samdøgnið. Tá læknin síðan fer av vakt eftir eina ella tvær vikur, verður hann avloystur í frítíðini av vikari. Hon sigur, at skipanin er tann, at læknin, sum er í oynni, rindar lønina hjá skrivaranum, men tá so avloysari kemur, er tað Almanna-og Heilsumálaráðið, sum rindar skrivaralønina, tí vikarar hava frían skrivara. – Soleiðis kann eg siga, at eg havi tveir arbeiðsgevarar, tó at starvið er júst hitt sama, sigur Jonna. Nokk at gera Starvið hjá einum læknaskrivara fevnir ikki minst um at taka telefonina og soleiðis at tosa við fólk, sum hava brúk fyri læknahjálp. – Eg taki eisini blóðroyndir og eitt nú hjartabíløt, leggur læknaskrivarin aftrat. Sjálv hevur hon eisini fastan av­loys­ ara, tá hon hevur frí – ella, tá okkurt er sum ger, at hon hevur brúk fyri onkrum frídegi. – Eg haldi, at hetta er ein skipan, sum riggar væl, sigur Jonna Krog Poulsen. Læknin á Sandi seinastu árini hevur verið Petur Højgaard, men síðan 1. januar í ár hevur danin, Birger Aaen- Larsen, verið læknin á Sandi. Skrivari hjá fleiri enn 50 ymiskum læknum Jonna Krog Poulsen hevur í hesum døgum arbeitt sum læknaskrivari á Sandi í samfull 30 ár. Hesi árini hevur hon arbeitt hjá fleiri enn fimmti læknum og vikarum, sum hava verið í oynni hesi árini – Hetta hevur verið og er framvegis eitt fantastiskt arbeiðspláss, sigur Jonna Krog Poulsen, sum her er avmyndað saman við familju síni Síðan 1. januar í ár hevur danin, Birger Aaen-Larsen, verið lækni á Sandi