mánadagur 26. august 2013síða 4
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. august 2013 · Nr. 97
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Starvsfólk kúgað
til at halda kjaft
ÁGANGUR Á STARVSFÓLK Í Nærverkinum er vanlig mannagongd, at starvsfólk, sum gera vart við
vánaligar umstøður hjá starvsfólkum ella brúkarum, verða sett á svartalista og fáa ikki starv aftur
Áki Bertholdsen
- Nærverkið fremur reinan
yvirgang ímóti sínum starvs
fólkum.
Hetta er niðurstøðan á
fundi í Miðvági um viður
skiftini hjá teimum eldru í
Føroyum.
Fundurin, sum felagið
Eldramálið,
skipaði
fyri,
skuldi snúgva seg um um
støðurnar hjá búfókunum á
ellis- og røktarheimum, sam
býlum.
Men fundurin tók eina
aðra vend, tí heilt óvæntað
bleiv eitt av høvuðsevnunum,
hvussu harðrendur starvs
fólkapolitikkurin hjá Nær
verkinum er.
Nógv fólk reistu seg upp á
fundinum og greiddu frá
dømum, har tað hevði fingið
stórar avleiðingar fyri starvs
fólk, at tey høvdu gjørt vart
við umstøður, sum ikki vóru
nøktandi.
Fleiri dømi vórðu nevnd
um starvsfólk, sum vórðu
søgd úr starvi fyri at hava
gjørt vart við ymisk viður
skifti.
Somuleiðis vórðu fleiri
dømi nevnd um starvsfólk,
sum enntá vórðu sett á
svartalista og ikki fingu
arbeiði aftur nakrastaðni í
Nærverkinum, eftir at tey
høvdu víst á onkur viðuskifti,
sum ikki vóru nøktandi.
Tordi ikki
Og tað gav at bíta á sjálvum
fundinum, tí har skuldi eitt
starvsfólk í Nærverkinum
greiða frá, ”hví starvsfólk
flýggja úr heimarøktini”, sum
fyrilesturin nevndist.
Men tá ið fyrilesturin
skuldi vera, mátti Rúna Siv
ertsen, forkvinna í Eldra
málinum, reisa seg upp og
greiða fundarfólkinum frá,
at fyrilesturin varð av ong
um, tí starvsfólkið, sum
skuldi halda hann, tordi ikki
kortini, tí tað stúrdi fyri eini
uppsøgn.
– Tað er tíverri eingin, sum
torir at halda fyrilestur um
hetta evnið, staðfesti hon.
Hon sigur, at síðani Eldra
málið varð stovnað tíðliga í
summar,
hevur
nevndin
fingið innlit í nógv mál, har
tað hevur fingið avleiðingar
fyri starvsfólk, at tey hava
sagt sína meining um um
støðurnar hjá starvsfólkum
og búfólkum.
Men tað er torført at gera
nakað við hesi viðurskiftini,
tí heldur ikki tey tora at stíga
fram alment.
Rósa Samuelsen, løgtings
kvinna og fyrrverandi lands
stýriskvinna í almannamál
um, sigur, at tað er eisini
komið fram á øðrum fundum,
at eingin torir at siga nakað,
tí tey eru bangin fyri av
leiðingunum.
Í hesum sambandi kann
eisini vísast á skriv, sum
ovasta leiðslan í Nærverki
num sendi starvsfólki fyrr í
summar, har mint varð á, at
tað er bara leiðslan, sum
myndar Nærverkið úteftir.
Gerandiskostur
Sum skilst er tað fyri ein
stóran
part
tey
mongu
starvsfólkini, sum ikki eru í
føstum starvi, sum ikki tora
at siga sína meining.
– Gera tey vart við nakað,
verða tey bara ikki biðin
aftur og dømi eru enntá
nevnd um, at tey verða sett á
svartalista og ikki fáa arbeiði
aftur nakrastaðni í Nær
verkinum.
Av tí sama, at støðan er so
spent, hevur tað heldur ikki
eydnast at fáa navngivin
starvsfólk at greiða frá støð
uni.
Men Ása Holm, forkvinna
í
Heilsuhjálparafelagnum,
vísir á, at tað er gerandis
kostur at nevndin í felagnum
fær fráboðanir frá fólki, sum
merkja sviðan av hesum
sermerkta starvsfólkapoli
tikkinum hjá Nærverkinum.
– Men felagið kann ikki
brúka hesar upplýsingarnar
til nakað, tí at tá ið saman
umkemur, tora starvsfólkini
ikki at standa við tað alment,
tí tey eru so bangin fyri at
tað fer avleiðingar fyri teirra
framtíð í Nærverkinum.
– Og tá ið tað ikki ber til at
skjalprógva trupulleikan, er
torført at gera nakað við
hann.
Óluva í Gong, forkvinna í
Felagnum Føroyskir Sjúkra
røktarfrøðingar, sigur, at tey
hava lat merki til, at skerj
ingarnar seinastu árini hevur
gjørt starvsfólk ótrygg.
Men hon sigur, at felagið
hevur kunnað starvsfólk um
teirra ábyrgd fyri leiðslu og
búfólki og hon kennir ikki til,
at starvsfólk ikki tora at siga
sína meining.
Men hon hevur hoyrt um,
at starvsfólk verða sett á
svartalista og ikki sleppa
aftur til arbeiðis, men hon
sigur, at her er talan í mesta
mun um starvsfólk, sum ikki
eru í føstum starvi.
Majbritt Mohr, forkvinna
í
Heilsurøktarafelagnum,
sigur, at tey fáa ikki so nógvar
ítøkiligar
fráboðanir
um
hetta.
Men
trupulleikin,
at
starvsfólk ikki tora at siga
sína meining, verða útihýst,
er ikki ókendur.
Og hetta hetta hevur verið
ein trupulleiki, tey hava mett
er so mikið stórur, at tey hava
tikið tað upp á fundi við
leiðsluna í Nærverkinum.
– Starvsfólk siga, at tey
vilja ikki gera vart við
ónøktandi viðurskifti tí tey
tora ikki at koma í klammarí
við leiðsluna.
Hon sigur, at Starvsfólk
fáa at vita, at eru tey ónøgd,
kunnu tey bara fara, og so er
lok lagt á.
Ágangur
Fundurin, sum felagið, Eldramálið, skipaði fyri í Miðvági hóskvøldið fekk eina heilt óvæntaða
vend, tá ið tað brádliga bleiv eitt høvuðsevni, hvussu Nærverkið kúgar síni starvsfólk til
at halda kjaft um vánaligar umstøður hjá brúkarunum hjá Nærverkinum
Tað er tíverri
eingin, sum torir