Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-26, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2013síða 5

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 26. august 2013 · Nr. 97 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ein alvorligur trupulleiki ÓRÓGVANDI Annika Olsen, landsstýriskvinna, fer nú at kalla allar leiðarar í Nær­verki­num á fund um at starvsfólk ikki tora at siga sína meining Áki Bertholdsen – Tað órógvar meg rættiliga illa at hoyra allar søgurnar um starvs­fólk í Nærverki­num ikki tora at siga sína meining. Tað staðfestir Annika Olsen. Hon er lands­stýris­kvinna í almannamálum og hevur sostatt evstu ábyrgdina av Nær­verki­num. Hon var til staðar á fundinum í Miðvági hós­ kvøldið, har nógv fólk greiddu frá, at starvsfólk í Nærverkinum tora ikki at siga sína meining, tí tey stúra fyri at verða uppsøgd. – Tað, eg havi hoyrt í kvøld, órógvar meg rætti­liga illa, staðfestir hon. Hon heldur í øllum førum, at álitisfólk á teimum ymsu stovn­un­um eiga at vera so mikið væl vard í starvi­num, at tey kunnu tala sakina hjá starvsfólkunum. Hon sigur, at hon hevur hoyrt onkrar søg­ur um hetta. – Men at tað skal vera so vanligt, sum hetta ber boð um, er serstakliga óunniligt at hoyra. Hon sigur, at nú fer hon at kalla leiðslurnar á teimum ymsu stovn­unum til fundar um hesi viðurskiftini. Hon fer eisini at tosa við fakfeløgini hjá starvs­fólk­ unum, talan er um. – Eg vil hava greiði á, hvat liggur í øllum hes­um út­søgn­ unum, leggur hon afturat. – Tað kann ikki vera meiningin, at vit skulu liva í einum samfelagi, har fólk ikki skulu tora at siga sína meining. – So hava vit ein alvorligan trupulleika og tað mugu vit sjálvandi taka upp og fáa greiði á. – Mín grundleggjandi fatan er, at ger ongin vart við seg, tá ið umstøðurnar ikki eru nøktandi, fáa vit heldur ikki bøtt um skipanina. Sum ein bukað kona Hans Trygvi Teirin, løg­ frøðingurm, sum var orðstýrari á fundinum, helt, at tað er heilt ófatiligt, at vit skulu hoyra søgur sum hesar, yvir 200 ár eftir fronsku kollveltingina, har fólk lótu lív fyri talifrælsi. – Øll hava rætt at siga sína hugsan, men tað skal sjálvandi vera undir ábyrgd. – Eg kann ikki koma til aðra niðurstøðu, enn at føroyingar eru sum ein bukað kona. Vit hava eina mentan, har ið vit ikki tora at siga okkara meining á røttum staði, segði hann á rámandi myndamáli. Hann sigur, at er skip­anin bara nøkunlunda at sær komin, fáa fólk, sum eru fyri avleiðingum av slíkum, endurgjald fyri tað, leggur hann aftur­at. Alvorligt - Annika Olsen fer nú at kanna páhaldini um, at starvsfólk í Nærverkinum, sum siga sína meining, verða søgd upp. Tað er alvorligt, sigur hon. Kommunurnar fáa neyvan eldraøkið á nýggjárinum Tað fer neyvan at eydnast at leggja eldraøkið undir kom­ munurnar tann fyrsta januar, soleiðis, sum ætlanin hevur verið. Tað staðfestir Annika Olsen, landsstýriskvinna í al­ mannamálum. Hon ásannar nú, at tíðin er við at renna undan ætlanini at leggja eldraøkið undir kommunurnar á nýggjárinum. Hon sigur, at tað er neyðugt at kommunurnar fáa umstøður at gera neyðuga fyrireikingararbeiðið, so at tær verða førar fyri at yvirtaka eldraøkið. Eitt nú skulu tær fáa umstøður til at skipa tey samstørvini, sum skulu vera um eldraøkið, tvørtur um kommunumark Kortini er framvegis ongin ivi um, at eldraøkið verður lagt undir kommunurnar í næstu framtíð. – Akkurát nær tað verður, veit eg ikki. Ein møguleiki er at bíða eitt ár til 1. Januar í 2015, men ein annar møgu­ leiki er at leggja eldraøkið undir kommunurnar 1. juli, fyri at nevna tvey dømi Ein spurningurin í hesum høpi er, hvat tær teknisku skipanirnar klára og um tað ber til at umskipa tær mitt í einum ári. Annika Olsen leggur tó dent á, at tað er ikki ósemja, sum hevur elvt til, at ætlanin er seinkað. Ein høvuðstrupulleiki hevur verið, at kommunurnar hava ikki viljað góðtikið útrokningarnar hjá Fíggjar­ málaráðnum fyri, hvussu nógvur peningur skal fylgja við úr landskassanum fyri at yvirtaka eldraøkið. Men Annika Olsen sigur, at tað er ikki hetta, sum er trupulleikin. – Samráðingarnar við kommunurnar ganga væl og eg eri sannførd um, at tað verður ikki trupulleikin, tí tað fara vit at finna semju um, sigur landsstýris­kvinn­ an. Hon sigur, at høvuðstru­ pul­leikin er at skifta øll starvsfólkini í eldrarøktini frá landinum yvir til kom­ munurnar. Hon sigur, at tað, hon sær fyri sær, er, at starvsfólkini verða ikki søgd úr starvi, men at tey fylgja beinleiðis við yvir til kommunurnar. Kortini ásannar hon, at tað er ikki ósannlíkt, at kommunurnar fara at skipa økið øðrvísi enn tað er í dag. – Kommunurnar hava kravt at fáa frælsið til at skipa økið øðrvísi og eg haldi ikki, at tað er eitt órímiligt krav, sigur lndsstýriskvinn­ an. Føroyingar eru sum ein bukað kona