Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-26, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2013síða 6

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. august 2013 · Nr. 97 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Hann er eitt sindur lunkaður, tá vit spyrja um hansara støðu til Eysturoyartunnilin. Fokus hjá Henrik Old er eitt annað stað. Men kortini ætlar løgtingsmaðurin úr Vági at fylgja niðurstøðuni á lands­fundinum og um neyð­ugt atkvøða fyri, at tað al­menna ger hesa nýggju far­ leið millum høvuðsstaðin og Skála­fjørðin. - Ja, eg atkvøði saman við Javn­að­arflokkinum, hóast eg má seta stórt spurnartekin við, um Eysturoyartunnilin nú er rættasta íløgan at gera hjá føroyska samfelagnum júst nú, sigur Henrik Old. Løgtingsmaðurin heldur tó, at andstøðan í løtuni eigur at halda seg so langt vekk frá tunnils­kjakinum sum tilber. - Hetta er eftirhondini vorð­ið ein fløkja av tí aðru verð. Og ta fløkjuna eigur sam­gongan at eiga einsamøll. Eftir mínum tykki eigur Javn­að­ar­flokkurin ikki at brúka kreftir upp á at loysa fløkj­ur hjá samgonguni, sigur Henrik Old, ið brúkti sítt fríggjakvøld á floks­ leiðslu­fundi hjá Javn­að­ar­ flokki­num í Losjuni í Havn. Meðan Gerhard Logn­berg og eisini Kristin Michelsen eftir tann fundin fram­hald­ andi lata dyr standa á glopp til samgonguna, um hon aftur­fyri kann geva teim­um størri vissu um nýggja farleið til sonevnda Suðurøkið enn andstøðan kann, so er He­n­ rik Old avgjørdur: - Tað er nakað tvætl at blanda farleiðina til Suður­ økið upp í hesa fløkju­na við Eystur­oy­ar­tunnlinum. Sand­oyartunnilin er eitt mál fyri seg. Og hvat ætlar man politiskt, tá Sand­oy­ar­ tunnilin er liðugur, spyr Hen­ rik Old og svarar sjálvur: - Tað vil so ongantíð vera nøkur loysn við sjóvegis far­ leið millum Sandoynna og Suður­oynna. Tað krevur risa út­bygg­ingar í havnalagnum á Sandi, um eitt skip á stødd við Smyril skal kunna røkja ta farleiðina. Og eitt minni skip er so einki alternativ, tí tað vil vera eitt stórt afturstig. Tí ávari eg móti at blanda sunnara partin av landinum upp í aktuella kjakið um Eysturoyartunnil, sigur Henrik Old. Atkvøðan Sum nevnt ætlar Henrik Old sær tó kortini at at­kvøða fyri uppskotinum, ið Aksel V. Johannesen og Bjørt Samuelsen hava lagt fram. Hetta hóast tað upp­skotið júst samantvinnar Eyst­ur­ oyar­tunnilin og Sand­oy­ar­ tunnilin. - Lat meg siga tað á tann hátt, at eg eri komin hartil, at eg atkvøði fyri øllum, sum kann stytta um livitíðina hjá Kaj Leo Holm Johannesen sum løgmaður í Føroyum. Eg eri til reiðar at taka undir við øllum, ið setir løgmann og samgonguna í minniluta. Tað geri eg, tí hesin ekstremi høgra­politikkurin hjá sam­ gonguni má steðgast, ongan­ tíð ov skjótt, sigur Henrik Old avgjørdur. Hóast støðan hjá Hen­ rik Old harvið er greið, tá trýstast skal á at­kvøðu­ knøttin, so sigur royn­di polit­ i­karin seg tó vera sann­førdan um, at einki tunnil­suppskot hjá and­støð­u­ni hevur nakran kjans. - Her er talan um eina milliarda verkætlan. Og kanst tú tá ímynda tær, at samgongan situr og nikk­ar, meðan uppskot hjá and­s­ tøðuni fer ígjøgnum løg­ting­ ið. Í sofall skrædnar sam­ gong­an áðrenn. Tað yvirlivir eing­in samgonga, metir Henrik Old. Støðan er framvegis tann, at samgongan hev­ur ikki meiriluta fyri síni egnu tunnilsloysn, har Eystur­ oyar­tunnilin verð­ur privatur. Tí verður fram­haldandi dyrgt eftir atkvøðum úr and­ støðu­ni. - Ikki minst tí haldi eg at samgongan eigur at slep­ pa at standa við síni egnu fløkju. Tað eiga vit í Javn­að­ ar­flokkinum ikki at brúka orku uppá at loysa saman við teimum, heldur Henrik Old. Sambært tingmanninum hjá Javnaðarflokkinum eigur flokkurin heldur at brúka kreftir upp á tær sam­ferðslu­ út­byggingar, sum eftir han­ sara tykki eru neyðugar. - Eingin nevnir Viðar­eiðis­ tunnilin. Og Hvalbiartunnilin verður ikki tikin upp á tungu í hesum døgum. Tað má væl vera greitt fyri teimum flestu, at vit kunnu ikki gera eina rúgvu av tunnlum í senn. Tí virkar tunnilskjakið, sum nú fer fram, rættuliga veruleikafjart, sigur Henrik Old. Jón Brian Hvidtfeldt Tingmaðurin Gerhard Logn­berg hevur annars al­ment boðað frá, at hann er fúsur at taka und­ir við uppskotinum hjá landsstýrinum – og harvið bjarga land­ stýris­samgonuni úr stórari kreppu, eftir at løgmaður hevur lovað honum, at 150 milliónir krónur verða settar í P/F Sandoyartunnilin aftur­ fyri, at at løtingið tekur undir við, at uppskotið hjá samgonguni um at lata eitt danskt privat felag gera, eiga og reka Skála­ fjarðartunnilin. Millum annað tí varð kall­að til floksleiðslufund í Javnaðarflokkinum fríggja­kvøldið. Eftir floks­leiðslu­ fundin sá í øllum føri út til, at formaðurin Aksel V. Johannesen framvegis er sterki maðurin í flokkinum. Floksleiðslan kom til ta niðurstøðu, at flokk­urin fult út stuðlar for­manninum og hansara støðu í tunnilsmálinum. Á flok­s­leiðslu­fundi­ num møttu bara tvey um­boð fyri Sandoy, teirra millum Gerhard Logn­ berg. Men Gerhard Logn­ berg fór av fundinum og var ikki til staðar, tá niðurstøðan varð gjørd. Sambært Akseli V. Johannsen var endmálið við fundinum ikki at taka støðu til framtíðina hjá Gerhardi Lognberg í flokkinum. – Evnið á fundinum var at taka støðu til, um floksleiðslans tók undir við flokkinum í, at tað almenna skal gera Skála­ fjarðartunnilin og Sand­ oyartunnilin. Og floks­ leiðslan tók fult undir við flokki­num, sigur Aksel Johanne­sen. Formaðurin vil ikki gera málið til ein spurning fyri ella ímóti Gerhard Logn­berg. – Spurningurin er bara, um hann tekur und­ir við flokkinum ella ikki. Stuðlar hann sam­ gongu­ni og atkvøður fyri upp­skotinum hjá sam­ gonguni, so hevur hann sjálvur valt flokkin frá, sigur Aksel V. Johannesen, sum framvegis sigur seg hava eina vón um, at flokk­urin kann koma til ein felags støðu, tá málið kemur til aðru viðgerð í løgtinginum. Løgmaður má frá - Eg eri komin hartil, at eg atkvøði fyri øllum, ið kann stytta um livitíðina hjá Kaj Leo Holm Johannesen sum løgmanni í Føroyum. Tað sigur javnaðartingmaðurin Henrik Old, sum heldur at tunnilskjakið gerst alt meira veruleikafjart Flokkurin stuðlar for­ manninum Floksleiðslan hjá Javnaðar­ flokkinum stuðlar fult út formanninum í, at tað almenna skal gera Skála­ fjarðartunnilin. Tað var greitt eftir fund fríggjakvøldið