mánadagur 26. august 2013síða 7
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 26. august 2013 · Nr. 97
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Keyp so føroyskt
- Almennu Føroyar mugu tora at siga hart, at vit sum samfelag vilja og ynskja at brúka okkara egnu
framleiðslu og arbeiðsmegi. Eg biði ikki um sersømdir, men um eina fair kapping. Tað sigur stjórin í
HDYGD, sum hevur fleiri dømi um almenn byggjarí, har vindeyguni partú skuldu vera útlendsk
Jón Brian Hvidtfeldt
– Vissi vit ikki keypa føroyskt,
hvør skal so gera tað?
Setningurin er tikin úr
nýggju
lýsingarherferðini,
har karismatiska kassadam
an flirtrandi sendir spurn
ingin víðari út til sjónvarps
hyggjaran.
Men spurningurin hevur
eisini fest seg hjá stjóranum
í HDYGD, sum framleiðir
føroysk vindeygu.
– Eftir míni meining er
boðskapurin um at keypa
føroyskt í alt ov stóran mun
ein floskul. Tí um vit sum
samfelag meina nakað við tí,
so mugu vit bæði tora at siga
tað hart á rætta stað og eisini
gera nakað við tað, sigur
Jóhan á Mýruni og peikar
heilt upp í toppin á politisku
skipanini.
– Okkara politikarar mugu
tora at siga, at tá vit byggja í
Føroyum, so skulu vit eisini
hyggja eftir, hvat verður
framleitt í føroyska sam
felagnum.
Sum stjóri fyri HDYGD
livir Jóhan á Mýruni av at
selja vindeygu og hurðar til
føroyingar. Fyritøkan fram
leiðir millum 8000 og 10.000
vindeygu og hurðar um árið,
og hevur útvið 40 fólk í
starvi. Sambært kanning
sum Lóður hevur gjørt, so
eigur hansara fyritøka okk
urt um 40 prosent av før
oyska marknaðinum.
Jóhan á Mýruni vil ikki
ljóða sum eitt gamalt grenj.
Tí aftrar hann seg eitt sindur,
tá vit biðja hann um at
útgreina eftirlýsingina.
36 ára gamli stjórin sigur
seg dáma kapping, og hann
sigur seg heldur ikki vilja
hava nakran framíhjárætt.
Men har er eitt stórt men.
– Eg vil bara sleppa at
kappast á jøvnum føti. Tað
gera vit ikki altíð í dag. Eg
síggi dømi eftir dømi um, at
almenn byggjarí leypa beint
upp um okkum og aðrar
føroyskar framleiðarar og
fara beint av landinum eftir
vindeygum og øðrum vørum,
hóast eg pástandi, at vit
kundu givið teimum eitt betri
alternativ, sigur Jóhan á
Mýruni.
Dømini
Jóhan á Mýruni sigur, at tey
á HDYGD hava lagt nógva
orku í at selja sína vitan hjá
ráðgevum og øðrum, sum
standa fyri byggiverkætl
anum, og at tað avgjørt eru
glottar at hóma. Men hóast
tað, so eru eftir hansara tykki
ov nógv dømi at vísa á, har
almennu Føroyar hava lopið
lætt upp um ”keyp føroyskt”
boðskapin.
– Jú tað er rætt, at tað
hava verið fleiri dømi. Um eg
skal nevna nøkur, so er stóra
útbyggingin á Landssjúkra
húsinum ein, har vit als ikki
sluppu upp í part. Ráðgev
ingin hevði avgjørt, at vind
eyguni partú skuldu vera úr
aluminium, og har kundu vit
ikki vera við tá. Vit vístu á
alternativar møguleikar, eitt
nú við plastvindeygum og
øðrum loysnum, tí vit hildu
ikki at kalda aluminiumið
var nøktandi at bjóða sjúk
lingum, men tað skuldi ikki
vera. Tað var ein ordri fyri
millum
tríggjar
og
fýra
milliónir krónur, ið fór beint
av landinum, sigur Jóhan á
Mýruni.
Stjórin á HDYGD heldur
fram:
– Vindeyguni til Klaks
víkar Sjúkrahús fingu vit
heldur ikki, hóast vit lógu
framvið. Tann ordrin fór
eisini beint av landinum og
bleiv ikki ein gongd roknað
uppá, um føroyskir fram
leiðarar vóru kappingarførir.
So tann ordrin fór eisini
beint av landinum, hóast eg
til dagin í dag haldi uppá, at
vit høvdu eitt betri alternativ
at bjóða teimum. Tað var ein
ordri fyri knappa hálva
millión krónur.
Og stjórin á HDYGD tekur
fram triðja dømi:
– Vit lógu eisini framvið at
sleppa at veita vindeygu til
Boðanesheimið í Havn. Men
tað bleiv eisini vent og snarað
soleiðis, at okkara vindeygu
skuldu ikki kunna nýtast.
Tað var ein ordri á einar
900.000 krónur, sum eisini
endaði uttanlands.
Sambært Jóhan á Mýruni
eru hetta bara trý av fleiri
dømum.
– Tað er harmiligt, tí vit
meta okkum avgjørt kunna
veita eitt gott alternativ. Fyri
eitt alment byggjarí má tað
hava týdning, at framleiðslan
er føroysk, at vindeyguni eru
gjørd til føroyska veðurlagið,
og at vit harumframt veita 10
ára garanti upp á alt. Vit hava
verið til síðani 1968, so vit
kunnu prógva høga livitíð á
okkara vindeygum. Kortini
verða vit vald frá, ofta tí at
útlendsk
vindeygu
skulu
eitast at hóska seg betur til
byggjaríið, sigur Jóhan á
Mýruni.
Stjórin í HDYGD sigur seg
tí vera farnan at halda, at
hundurin liggur grivin onkra
aðrastaðni:
– Vit uppliva dømi eftir
dømi um, at almennar byggi
verkætlanir eru settar so
leiðis saman, at tær beinleiðis
leggja upp til at brúka út
lendskar
vindeygaloysnir.
Kanska kemst tað av, at
útlendingar eru betri til at
lata mappur við vindeyga
loysnum, leggur Jóhan á
Mýruni speiskliga afturat.
Stjórin á HDYGD minnir
á, at føroyskir arkitektar og
ráðgevar fyri nøkrum árum
síðani
gjørdu
eitt
sera
væleydnað átak fyri at fáa
myndugleikarnar at brúka
føroyska servitan til bygging,
heldur enn at leita út um
landoddarnar, hvørja ferð
stórar byggiverkætlanir skul
du í gongd.
- Tað tykist sum um teirra
átak hjálpti. Tað bleiv lurtað.
Og nú er væl neyvan nakað
bygt, uttan at føroyskir
arkitektar og ráðgevar sleppa
upp í part. Tí haldi eg heilt
erligt eisini, at teir eiga at
vísa
sama
samfelagsatlit
móti næsta liðnum í pro
jektunum, nevniliga føroysk
ari framleiðslu, tá almenn
byggjarí skulu leggjast til
rættis, argumenterar Jóhan á
Mýruni.
Enn einaferð aftrar ungi
stjórin seg móti at ljóða sum
eitt gamalt grenj, ið bara
finnist at.
– Her eru avgjørt glottar
at hóma, hóast tað enn er
nakað væl á mál. Vit trúgva
avgjørt
uppá
framtíðina.
Kjarnukundin hjá okkum er
og vil nokk altíð vera pri
vatpersónurin – um tað
skuldi verið ígjøgnum timb
urmenn, timburhandlar ella
beinleiðis til kundan. Og vit
hava
eftirhondini
eisini
nógvar
kommunur
sum
kundar. Men tað er ein
sannroynd, at vit framleiða
og selja at kalla einki til tað
almenna.
Alternativið
Jóhan á Mýruni heldur fast
um, at hansara fyritøka er
kappingarfør við útlendsku
vindeyguni.
Eisini,
hóast
prísurin frá HDYGD viðhvørt
kann liggja omanfyri.
– Nú fái eg av góðum
grundum ikki sagt, hvat
aðrar føroyskar fyritøkur
kunna bjóða, bæði vindeyga
framleiðarar og innan aðrar
vinnur. Men vit á HDYGD
hava sum nevnt 10 ára
totalgaranti, og tað bjóðar
eingin annar. Er nakað galið,
so eru vit á staðnum. Eisini
eru okkara vindeygu fram
leidd til føroyska veðurlagið,
og tey halda betri enn tey
útlendsku. Tí pástandi eg, at
vit eru bíligari í longdini,
sjálvt um prísurin her og nú
skuldi verið eitt vet omanfyri
útlendsku alternativini, sigur
Jóhan á Mýruni.
Hóast tað einki hevur við
kappingarføri at gera, so
eftirlýsir stjórin í H-Dygd, at
tað almenna hyggur meira
eftir heildini.
– Vit eru ein føroysk
fyritøka, sum framleiðir og
virðisøkir. Og tað merkir also,
at av hvørjari krónu, ið eg
selji vindeygu fyri, so enda
37,50 oyru beinleiðis aftur í
landskassanum sum meir
virðisgjald og skattur. Hetta
má also hava onkra ávirkan,
tá tað almenna fer at byggja,
sigur Jóhan á Mýruni og
heldur fram:
– Tað nyttar einki hjá
politikarum at koma við
flosklum um, at vit muga
skapa føroysk arbeiðspláss
og fáa føroyingar í arbeiði,
uttan at rætta hond frá síðu
sjálvir. Tað er ikki nokk bara
at siga tað, tað má gerast
nakað við tað.
Eitt alternativ fyri HDYGD
er at flyta framleiðsluna av
landinum, eitt nú til Litava,
har lønar- og framleiðslu
útreiðslurnar eru brotpartur
av teimum føroysku. Men
hóast nógvar spardar krónur
í rakstri, so er tað ikki ein
gongd leið fyri HDYGD, sigur
ungi stjórin.
– Ja, eg havi roknað nokk
so nógv upp á tað alternativið.
Vit kundu spart seks milliónir
krónur um árið netto í okkara
framleiðslu. Harvið kundu
vit trýst prísin enn longur
niður í kappingini við út
lendsku veitararnar, umframt
at fingið ein væl størri mark
nað. Men vit eru ein føroysk
fyritøka. Vit vilja búgva og
vit vilja virka í Føroyum. Men
hatta ber til, og lat okkum
siga, at hatta er plan-Ø, leggur
Jóhan á Mýruni brosandi
afturat.
Signalið
Hóast Jóhan á Mýruni sigur
seg vilja hava kapping, og
ongan
framíhjárætt,
so
eftirlýsir stjórin í HDYGD,
at almennu Føroyar hugsa
um
føroyska
framleiðslu
og tora at siga tað hart, at
vit í Føroyum vilja brúka
sum mest av tí, sum vinnan
herheima nú einaferð klárar
at framleiða.
- Tað tykist ikki vera nakar
politiskur vilji til at siga hart
og tíðiligt, at vit vilja brúka
føroyska framleiðslu. Tað
kann ikki vera nakað forgjørt
í, at føroyskar byggiverk
ætlanir taka støði í tí, sum vit
sjálvi framleiða. Tað hevði
verið eitt sterkt signal at
sent, um almennu Føroyar
gingu á odda við boðskapi
num um, at vit skulu keypa
føroyskt. Ella mugu tey bara
siga hart, at vit ikki vilja nýta
føroyska arbeiðsmegi, sigur
Jóhan á Mýruni, stjóri í
HDYGD.