mánadagur 26. august 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. august 2013 · Nr. 97
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kvinnurenning
Kvinnurenningin 2013
Útvið 2000 kvinnur luttóku
í árligu Kvinnurenningini
leygardagin, sum var tann
5. í røðini. Kvinnur í øllum
aldursbólkum gingu og runnu
frá Tórsbreyt og oman í Niels
Finsensgøtu í Miðbýnum, har
tey í ár fyri fyrstu ferð høvdu
málið. Byrjað varð við eini
felags upphiting á Tórsbreyt,
áðrenn tær 1980 kvinnurnar
hildu til beins í allarbesta
sólskinsveðri.
Tá klokkan var farin av
fýra, fóru tær fyrstu kvinn
urnar um málstrikuna. Gott
og væl ein tíma seinni vóru
allar komnar á mál og kundu
njóta frukt, vatn og annað,
ið fyrireikararnir bjóðaðu.
Eisini
undirhelt
Jensina
Olsen undir Tinghúsinum á
Vaglinum.
Av tí at talan var um ta
5. Kvinnurenningina, høvdu
fyrireikararnir
gjørt
eitt
sindur eykað burturúr, og
høvdu eisini skipað fyri
einum sokallaðum afterparty
við tónleiki og dansi seinni
um kvøldið.
Hóast metið frá 2011, tá
umleið 2100 kvinnur luttóku,
ikki bleiv sligið hesaferð,
so eru fyriskipararnir væl
nøgdir við Kvinnurenningina
í ár.