Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-26, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. august 2013 · Nr. 97 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur ítróttartoymi Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen Pætur Eyð. Jensen T að segði aftur spar es hjá FSF, tá Finaludagurin var hildin í vikuskiftinum, har tvær finalur vóru á skránni fríggjakvøldið, og fimm finalur vóru avgreiddar á Tórsvølli leygardagin. Givið er, at finalan um løgmanssteypið fer altíð at fáa stóra og drúgva umtalu, men áhugin fyri hinum finalunum var á góðari leið, har in.fo og Norðlýsið, ið hvussu er syrgdu fyri at gera rættiliga nógv burturúr. Rammurnar rundan um løgmansfinaluna vóru stórslignar, ikki minst takkað verið tí intiativríka og hugflogsríka marknaðarleiðaranum, Tróndi Vatnhamar hjá FSF. Ein tyrla áðrenn ”kick off”, og fýrverk og skreyteldur, aftaná dystarlok vóru tvær eyðsýndar myndir av einari stórslignari og fólksligari hending. Manningin hjá Kringvarpi Føroya skal eisini hava rós, og eina tøkk fyri tveir væl framleiddar sjónvarpsframleiðslur, tá finalurnar hjá kvinnum og monnum vóru vístar beinleiðis á KvF og á kvf.fo. Um ein skal eftirlýsa nakað, so er tað kanska kappingarstruktururin røðast skal um. Spurningurin er, serliga tá talan er um steypakappingina hjá kvinnum, at ein greið ”seedning” átti at verið sett í verk, so sannlíkindini fyri tveimum jøvnsterkum liðum í steypafinaluni gerst størri? Effodeildsliðini hava tað strævið við einari langari dystarskrá við 27 umførum í landskappingini, og kemur eitt lið langt í steypakappingini, og víðari í evropeiskum fótbólti, so slitnar tað ikki við dystum. Spurningurin er um tíðin ikki er búgvin at gera ein ”hálvfinaludag” í kappingini um løgmanssteypið, heldur enn at hava tvær hálvfinalur, sum verða spældar heima og úti? Eitt hugskot, sum er vert at umhugsa, er at spæla hálvfinalurnar á summarfestivalinum í Klaksvík. Har eru flottar og góðar rammur, og onnur hálvfinalan kundi hóskandi verið spæld hóskvøldið, og hin kundi verið spæld fríggjakvøldið á summarfestivalinum í Klaksvík. Tá hevði FSF tryggjað sær minimum 1.500 til 2.000 seld atgongumerki, og hálvfinalurnar høvdu verið spældar 15-16 dagar áðrenn sjálva finaluna, og tað hevði verið stórur spenningur um hesar báðar hálvfinalurnar kring fótbóltsfólki í Føroyum. Samstundis høvdu vit slitið ein dyst minni uppá effodeildsspælararnar, sum við 27 dystum pluss alt hitt leysa, hava ríkiliga nógv at síggja til. Góður finalu­dagur – nú manglar bert hálv­finalu­dagurin Ítróttar klumman Heri Simonsen Tróndur Arge Teir spældu báðir við næst­ besta liðnum í 1.deild í dag. B36 spældi í Gundadali móti KÍ í einum dysti, sum endaði við 3-2 sigri til B36. Bæði Robert Heðin Brockie og Hørður Askham kunnu spæla við bæði Effo-deildini og 1.deild, tí teir eru undir 21. B36 er longu uttan fyrsta val í málinum, Tórður Thomsen, sum fekk sítt fimta gula kort í dystinum móti AB. Hann hevur tí leikbann til dystin móti HB komandi leygardag. Seks minuttir fyri hálvleik fekk Robert Heðin Brockie sítt seinna gula kort í dystinum, og bleiv harvið útvístur. Tríggjar minuttir fyri tíð fekk so Hørður Askham beinleiðis reytt kort. Tá var støðan 2-2. Í seinasta minuttinum av vanligar leiktíð skoraði Rasmus Dan Sørensen avgerandi málið til 3-2 til B36. Nú er so spurningurin hvussu B36 blandar kortini til dystin móti HB. Súni Olsen hevur fyrr spælt í miðverjuni og ein møguleiki. Hin kundi eitt nú verið Símun Joensen, sum kann flytast av vinstra bakki og í miðverjuna. Triði møguleikin er Karl Martin Danielsen(myndin). Sjálvt um Atli Gregersen, sum liðskipari átti heiðurin at taka ímóti løgmanssteypinum valdi hann at lata heiðurin til málmanslegenduna hjá Víkingi, Geza Turi: - Eg vildi vísa hvussu góðir vit eru við Geza Turi, sum hevur spælt fótbólt her í Gøtu í samfull 10 ár.  Atli Gregersen fekk eitt innskot um, at hesaferð var tað rættast, at Geza Turi tók ímóti steypinum. Tí sum Atli Gregersen legði herðslu á, so er ikki víst hvussu nógv ár Geza Turi spælir fótbólt á hægsta støði aftrat. trondur@sosialurin.fo Báðir miðverjarnir hjá B36, Hørður Askham og Robert Heðin Brockie, hava leikbann til grannauppgerðina í Effo-deildini móti HB leygardagin B36 í kreppu undan dystinum móti HB Geza Turi fekk heiðurin Páll Klettskarð leingir við KÍ Við heimasíðu felagsins sigur formaðurin, Tummas Lervig: – Vit ynska, at okkara bestu leikarar kenna seg væl í felagnum, og eg eri sera fegin um, at Páll hevur skrivað undir nýggja sáttmálan. Páll er fult uppiborið komin á landsliðið, eftir framúr avrik fyri KÍ seinastu tvey árini. Hetta er samstundis eini boð til hinar KÍ leikararnar, at landsliðsúttøka er møgulig, um neyðug orka og tíð verður sett av.