mánadagur 26. august 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 26. august 2013 · Nr. 97
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Tróndur Arge
Tað vóru kend nøvn, sum
Lars Olsen, landsliðsvenjari,
bar fram, tá ið hann á
tíðindafundi
leygardagin,
tá hann boðaði frá, hvørjir
spælarar skulu vera við
í
fyrireikingunum
til
landsdystirnar
ímóti
Kasakhstan og Týsklandi.
Og landsliðsvenjarin fjaldi
ikki, hvat tað er, sum tað skal
betrast um, og hvat tað er,
sum hann er nøgdur við, eftir
at landsliðið hevur spælt í
Svøríki og í Íslandi:
– Verjuparturin er komin
meiri ella minni upp á
pláss. Skipanin er góð, og
persónligu mistøkini eru fá.
Tað bilar meiri í framrættaða
partinum.
Hetta
er
ein
partur
av
frágreiðingini
uppá broytingarnar, sum
eru gjørdar, síðani vit vóru í
Íslandi og spældu venjingar
dyst. Vit skulu fáa størri
tyngd og samanhang í fram
rættaða spælið, segði lands
liðsvenjari.
Teitur á U21 landsliðið
Teitur M. Gestsson, sum hev
ur verið á landsliðnum sein
astu ferðirnar, verður ikki við
tvær tær næstu ferðirnar.
Seinastu
ferðirnar
hevur
Kristian Joensen spælt á U-21
landsliðnum. Nú skal Teitur
verja U-21 málið. Málverjar á
A-landsliðnum eru Gunnar
Nielsen, Motherwell, Kristian
Joensen,
NSÍ,
og
Hans
Jørgensen, HB.
Lars Olsen hevur skift
millum at senda Teitur M.
Gestsson, Kristian Joensen
og Hans Jørgensen til U21
landsliðið. Hetta fyri at geva
teimum spælitíð á altjóða
stigi, tí Gunnar Nielsen er
tryggur 1- málverji á A-lands
liðnum.
Gunnar sat tíverri aftur
á bonkinum hjá Motherwell,
tá teir um vikuskiftið vunnu
1-0.
Verjan líkist
sær sjálvari
Odmar Færø er ikki tøkur
vegna skaða og er fyribils
ikki tøkur. Tíverri tykit talan
verða um álvarsligan skaða.
Jóhan T. Davidsen er við aftur
á landsliðnum, eftir at hann
var í útbúgvingarørindum,
tá landsliðið var í Íslandi og
spældi venjingardyst.
Verjuspælararnir
eru
Jónas Tór Næs, Valur, Atli
Gregersen, Víkingur, Rógvi
Baldvinsson, Bryne, Jóhan
Troest Davidsen, HB, Erling
Jacobsen, Víkingur, Viljormur
Davidsen, Vejle BK, og Ári M.
Johannesen, Silkeborg.
Lars Olsen fegnaðist eisini
um, at Ári Mohr Jónsson og
Viljormur Davidsen í løtuni
fáa spælitíð í ávíkavist Silke
borg IF og Vejle BK í donsku
1.deild.
Kend nøvn á miðjuni
Miðvallarspælararnir
eru
Fróði Benjaminsen, HB, Súni
Olsen, B36, Heini Vatnsdal,
HB, Hallur Hansson, AaB,
Christian R. Mouritsen, HB,
Símun Samueslen, HB, og Pól
Jóhannus Justinussen, NSÍ.
Allir eru kendir í lands
liðshøpi, men Lars Olsen
legði dent á, at hann skal
hava frískar menn til báðar
dystirnar. Hendan lærdómin
fekk Lars, tá føroyska lands
liði fyrst spældi ein brand
dyst móti Svøríki, fyri síðani
at tapa seinna hálvleik móti
Írlandi
greitt
fáa
dagar
seinni.
Tí kundi verið líkt til, at
allir sjey miðvallararnir koma
at fáa onkran leiklut. Í Íslandi
var Christian R. Mouritsen at
finna á høgra vongi, meðan
Hallur Hansson var á vinstra
vongi. Tað er helst fyri at
testa teir undan fráferðini til
Kasakstan.
Arnbjørn úti
Álopsspælararnir
eru
Jóan Símun Edmundsson,
Viking Stavanger, Christian
Lamhauge Holst, Silkeborg,
og Páll Klettskarð, KÍ.
Lars Olsen segði á tíðina
fundinum, at um Arnbjørn
Hansen ikki hevði verið
skaddur í kvøld, so hevði
hann verið á listanum.
Vøddaskaðin í kvøld ber
harvið við sær, at álopsessið
hjá EB/Streymi, Arnbjørn
Hansen, ikki verður førur fyri
at spæla næstu vikurnar.
– Skaðin tóktist vera so
mikið álvarssamur, at vit ikki
rokna við, at Arnbjørn verður
førur fyri at spæla, tá ið vit
skulu spæla landsdystir ímóti
Kazakstan og Týsklandi, og tí
síggja vit burtur frá honum,
staðfesti landsliðsvenjarin í
samrøðu við Rás2.
Sjálvur
er
Arnbjørn
Hansen ikki bjartskygdur
viðvíkjandi fótbóltinum rest
ina av árinum.
– Eg setti alt á eitt brett
í dag, og tað gekk ikki. Eg
umboði fyri EB/Streym, og
tað hevur størsta týdningin,
men sjálvandi er tað harmu
ligt ikki at hava møguleika
at umboða Føroyar. Men nú
fáa vit at síggja, hvussu tað
verður við fótbóltinum hjá
mær restina av árinum, segði
Arnbjørn Hansen.
Lars Olsen hevur ikki valt
at taka nakran í staðin fyri
Arnbjørn Hansen. Sum skilst
hevur hetta eisini nakað við
visum at gera. Tað er ikki bara
sum at siga tað, at fáa visum
til spælararnar. Annars hevði
Finnur Justinussen verið eitt
upplagt boð til ein avloysara
fyri Arnbjørn.
Landsliðið skal spæla á
útivølli ímóti Kasakhstan
6. sepember og á heimavølli
ímóti Týsklandi 10. sep
tember.
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur
Lansliðið úttikið
Føroyska landsliðið, sum skal takast við Kasakstan og Týskland
er úttikið. Talan er um kend nøvn í landsliðshøpi
Mynd: Álvur Haraldsen