Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. august 2013 · Nr. 97 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Jóannes Hansen Tað riggar ólíka betri hjá EB/ Streymi, tá ið mótstøðuliðið í steypafinaluni er ÍF, enn tað ger, tá ið mótstøðuliðið er Víkingur. Tað er sjón fyri søgn: í 2009 vann Víkingur á EB/Streymi, í 2010 vann EB/ Streymur á ÍF, í 2011 vann EB/ Streymur á ÍF, í 2012 vann Víkingur á EB/Streymi, og leygarkvøldið var Víkingur aftur omaná í finalu ímóti EB/Streymi. Sigurin var rudduligur. Meðan tað í fjør var neyðugt við bæði longdari leiktíð og brotssparkskapping, so var hesa ferð einki at tosa um. Tá ið fyrri hálvleikur var knapp­ liga hálvrunnin, var Víkingur frammafyri 2-0, og síðani var spurningurin meiri, hvussu stórur sigurin fór at verða, heldur enn hann var, um tað skuldi eydnast EB/Streymi at svara aftur. Sundalagið hevði ein trumf. Hann varð spældur út beinan­vegin, og Arnbjørn Hansen vísti, hvussu nógv býr í honum, tá ið hann av brots­teigarmarkinum og eftir innlegg úr høgru sendi bóltin í tvørtræið aftan­ fyri Geza Turi. Tá vóru marginalir­nir ikki við Rúna Nolsøe og hansara monnum, og tað verður ósvaraður og – so plagdi maðurin at taka til – hypotetiskur spurningur, hvussu tað hevði lagað seg, um Arnbjørn hevði lagt EB/Streym framum, og um vanda­miklasti álopsspælarin av øllum í føroysku kapp­ ingini hevði verið førur fyri at spæla alla tíðina. Men vøddaskaðin gjørdi vart við seg, áðrenn tíggju min­uttir vóru farnir, og Arnbjørn varð stórliga sakn­ aður. Millum lítið og einki riggaði hjá EB/Streymi. Tað kend­ist sum um, at alt liðið var skeivt upp á bein, og hóast sigursvandu spælararnir sjálvandi vildu vinna enn eitt steyp og enn eitt atgongu­merki til altjóða fótbólt, so var tað torført at síggju, hvussu hetta varð kanaliserað í hugburðin, sum skal til. Umframt at broddurin varð burtur úr álopinum, so gekk tað illa at fáa skipað saman­spæl í lag á mið­vøll­ inum, og verju­parturin var ikki sannførandi. Tá verður ikki bara hugsað um teir fýra í aftastu røðini, men eisini um sambandið millum miðvøllin og álopið og ikki minni mið­ vøllin og verjuna. Styrkin hjá EB/Streymi plagar at vera umstillingarnar og skjótt og hugflogsríkt samanspæl. Hetta sást lítið til. Ofta vóru sendingarnir ikki nóg neyvar, og tað bar bólttap við sær, og harvið vóru tað EB/ Streyma spælararnir, sum oftast runnu aftaná mót­ støðu­monn­unum. Soleiðis plagar tað ikki at vera, og tað kendist, at hetta var ørkimlandi og orku­dren­ andi. Í sovornum førum plagar ofta roynd at verða gjørd at leggja meiri fyri, og tá plaga gul kort at spyrjast burturúr. Soleiðis var tað ikki hjá EB/ Streymi. Rúni Gaardbo, sum greiddi sín setning væl, hevði tríggjar ferðir ostaflísina á lofti, og allar tríggjar ferð­ir­ nar vóru tað teir á vinnara­ liðnum, sum vórðu sektaðir. Sum 2. hálvleikur fór, og tíðin gekk undan, tóku víkingar­nir seg alt longri aftur á vøllin, uttan at teir tó pakk­aðu seg saman í og kring egnan brotsteig. Tá høvdu teir í EB/Streymi bóltin væl meiri enn mótstøðumenninir, men tað bar ongantíð vanda­ miklar støður við sær. Roynt varð við útskiftingum, og álops­bogin varð spentur við at Egil á Bø varð fluttur fram í álopið, men tað segði tað sama. Hetta var stutt sagt ikki dagurin hjá EB/Streymi, sum annars so ofta hevur víst seg at evna at vera á toppinum, tá ið mest um­ ræður. Spurningurin er nú, um ella nær sigursvanda liðið fer at megna at reisa seg. Onkrir av mest royndu spælarunum kendust í finaluni at vera rættuliga troyttir og slitnir. Fyrr í ár hevur Víkingur vunnið 3-0 á heimavølli ímóti EB/Streymi, og í Streymnesi var úrslitið málleysur javn­ leikur. 6. oktober hittast lið­ ini aftur í Streymnesi, og tá skal nógv venda øðrvísi, enn tað gjørdi leygardagin, um víkingarnir ikki skulu vinna fulla úrtøku. Víkingar í essinum 2-0 sigurin var greiður og har­við ongantíð hóttur. Merkis­vert er tað, hvussu ess­ini hava verið við til at flyta liðið frá at vera hótt av niður­flyting og til at vinna steypa­kappingina og við pílinum beint uppeftur í lands­kappingini. Sigfríður Clementsen Sam, Sølvi og Sigfríður vóru nýggi íblásturin til felagsliðið í Eysturkommunu, sum so rudduliga blásti ikki væl upplagda felagsliðið hjá teimum í Sundalagnum av vøllinum í finalu, har tað ongantíð reið um snarið í essinum vóru rættiliga Víkingarnir