Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 26. august 2013 · Nr. 97 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Fótbóltur er nýggjur venjari. Hann hevur snarað liðnum eitt sindur, og tað tykist rigga væl. Jann Ingi Petersen var aftur leygarkvøldið eyð­ sýndur sum mest fram­ rætt­aði miðvallarin, sum aftur og aftur stuðlaði Finni Justinussen, ið var einsa­ mallur í fremstu røð. At tað riggar hjá Sigfríða, sum ikki riggaði fyrr í ár, kemst fyri ein stóran part av, at Sølvi Vatnhamar og Sam Jacobsen eru komnir aftrat. Sam hevur áður verið týdningarmiklasti sen­trali miðvallarin, og av­rikið í steypafinaluni var stað­ festing av, at hann fram­vegis megnar henda leik­lutin. Hann arbeiddi hart, bant væl saman millum verju og miðvøll, og hann dugdi væl at stýra ferðini og skiftunum. Sølvi Vatnhamar var í 1. hálvleiki gjørgnum­brots­ stinnur í høgru eins og Filip Djordjevic var tað í vinstru, og teir báðir áttu lut í 2-0 leiðsluni. Fyrra málið skoraði Finnur Justinussen eftir snilt og einfalt eitt tvey samanspæl og innlegg úr vinstru og út frá, og tað seinna skoraði Sølvi Vatnhamar, tá ið hann við dundurskoti av brots­ teigar­markinum og umvegis tvørtræið sendi bóltin í málið. Uppleggið var úr vinstru og út frá, og um­ framt Filip Djordjevic átti Dánjal Pauli Lervig sín lut í upp­spælinum. Sum tíðin leið, brúkti Víkingur alt meiri amboðið, sum teir í EB/Streymi annars hava verið kendir fyri at eiga. Tilvitað lótu teir ljósabláu mót­støðumenninar koma fram á vøllin, og so lúrdi møgu­leikin fyri skjótari Víkinga umstilling. Í verjupartinum var eingin slingur í Víkinga valsinum. Atli Gregersen og Erling Jacobsen vóru sannførandi í miðverjuni, har teir sera sjáldan vóru undir trýsti, Bárður Hansen hevði tak á í høgra borði, og Dánjal Pauli Lervig var framrættaður í vinstru. Eftir steðgin varð umskipað soleiðis, at Hanus Jacobsen, sum hevði verið sentralur miðvallari, og sum hevur ment seg at vera ein tann tryggasti lykla­ spælarin, varð fluttur aftur á vinstra vongverja, meðan Kaj Leo í Bartalsstovu kom inn í borðinum, og Sølvi Vatnhamar varð sentralur mið­vallari. Geza Turi hevði tak á tí, sum miðverjarnir ikki tóku sær av, og á áskoðara­pláss­ unum varð lagið alt betri í ljósa­bláu leguni, sum tað leið fram ímóti dystarenda. Sigurin var tann triði í steypa­finaluni. Tað er flott av felag, sum bara er seks ára gamalt. Gongdin hjá Víkingi higartil í ár er áminn­ing um, hvussu skjótt tað kann venda. Tað eiga teir í EB/Streymi at skriva sær aftanfyri oyrað, nú teir síggja víkingarnar fegnast um, at tað longu leygarkvøldið eydn­aðist teimum at tryggja sær atgongu­merkir til altjóða fótbólt næsta summar. Víkingarnir vóru rættiliga í essinum – Sigfríður, Sam, Sølvi og allir hinir, sum hava verið við í dalinum og nú fegnast á tindinum! joannes@sosialurin.fo EB/Streymur - Víkingur 0-2 (0-2) Finala um løgmanssteypið 2013 Leygardagin 24. august 2013 kl. 19.45 á Tórsvølli 0-1: Finnur Justinussen 14. 0-2: Sølvi Vatnhamar 19. Dómarakvartett: Rúni Gaardbo, Johnleif Gerðisá, Dan Højgaard og Alex Troleis EB/Streymur: René Tórgarð - Gert Hansen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Dánjal Davidsen – Leif Niclasen (Rógvi Egilstoft Nielsen, 73.), Pætur Dam Jacobsen, Arnar Dam (Niels Pauli Danielsen, 66.), Levi Hanssen, Hans Pauli Samuelsen – Arnbjørn Hansen (Gunnar Zachariasen, 13.) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jákup Andrias Hansen, Árni G. Olsen, Hanus Olsen, Brian Olsen Víkingur: Geza Turi – Bárður Hansen, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Dánjal Pauli Lervig (Kaj Leo í Bartalsstovu, 46.) – Sølvi Vatnhamar (Hans Jørgen Djurhuus, 85.), Sam Jacobsen, Hanus Jacobsen, Jann Ingi Petersen (Sverri Jacobsen, 80.), Filip Djordjevic – Finnur Justinussen Gult kort: Jann Ingi Petersen, Finnur Justinussen, Sølvi Vatnhamar Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Elias Rasmussen, Heðin Hansen, Martin Olsen, Hjartvard Hansen Myndir: Álvur Haraldsen