mánadagur 26. august 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 26. august 2013 · Nr. 97
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
U18-dreingir Tað skuldi eisini longd leiktíð til at finna vinnaran hjá U18 dreingjum
millum favorittarnar úr KÍ og EB/Streym. Tá samanumkom vann KÍ 3-1.
U17-kvinnur Tað skuldi
longd leiktíð til, áðrenn Hervør
Olsen kundi tryggja KÍ sigurin í
steypafinaluni hjá U17 gentum
Pætur Albinus
KÍ var stórfavorittur undan
dystinum. Tað kom heldur
ikki óvart á, tá Eivin Sørensen
miðskeiðis í fyrra hálvleiki
legði KÍ á odda við langskoti.
KÍ var leikliga omaná og
lítið bendi á, at EB/Streymur
hevði ein stórvegis leiklut at
spæla í hesu finaluni.
Sum tíðin gekk í seinna
hálvleiki komu sundalags
menn fyri seg. KÍ megnaði
sjáldan at hótta málið hjá EB/
Streymi, meðan sundalags
menn fingu snikkað saman
nøkur fín álop.
Tað skuldi tó ein villa til,
áðrenn EB/Streymur javnaði.
Málverjin hjá KÍ sparkaði eitt
málspark beint fyri føturnir
á Teiti Kruse Johansen, sum
takkaði fyri og javnaði. Bæði
liðini høvdu góðar støður at
skora avgerandi málið, men
tá tíðin var farin var fram
vegis 1-1.
Fekk EB/Streymur eina
gávu, tá teir javnaði, so var
gávan enn størri, tá KÍ legði
seg á odda 2-1. Miðverji og
málmaður hjá EB/Streymi
misskiltu hvønn annan og
so var vegurin til málið púra
opin fyri Bárð Hansen.
EB/Streymur
stríddist
við øllum, sum teir høvdu
fyri at javna, meðan KÍ hótti
við mótálopum. Ein minutt
fyri tíð kom so málið, sum
staðfesti, at KÍ fór at vinna.
Jóannes
Bjartalíð
bleiv
spældur leysur, rak framvið
málverjanum
og
trillaði
bóltin í eitt tómt mál til
endaliga úrslitið, sum altso
gjørdist 3-1 til KÍ.
Eftir vanliga leiktíð var
støðan 2-2. Avgerandi málið
fall ikki fyrr enn í seinastu
minuttunum av longduleik
tíðini.
Evy á Lakjuni legði KÍ á
odda tíðliga í seinna hálv
leiki. Miðskeiðis í seinna
hálvleiki javnaði Jensa Olsen
fyri Víking við dundurskoti.
Lengi sá út til, at Hervør
Olsen fór at avgera finaluna,
tá iðhon legði KÍ á odda 2-1,
men stutt fyri leiklok javnaði
Kára Janskor fyri Víking.
Síðani varð farið til longda
leiktíð. Her kundi farið báðar
vegir. Avgerðin fall ikki fyrr
enn fáar minuttir fyri tíð,
tá ið Hervør Olsen rann seg
leysa frá verjuni og skoraði
til 3-2 til KÍ. Tað gingu bara
nakrir
fáir
minuttir,
so
bríkslaði dómarin fyri sein
astu ferð til stóra gleði fyri
genturnar í bláum.
Hetta var triðju ferð í fýra
ár, at KÍ vinnur steypið, ið
kallast Mótasteypið. Í fjør
vann HB, men undanfarnu
tvey árini stóð tað í Klaks
vík.
albinus@sosialurin.fo
KÍ vann eftir longda leiktíð
Steypið aftur í Klaksvík
KÍ - EB/Str. 3-1 (1-0)
eftir longda leiktíð
1-0: Eivin Sørensen
1-1: Teitur K. Johansen
2-1: Bárður Hansen
3-1: Jóannes Bjartalíð
KÍ - Víkingur 3-2 (1-0)
eftir longda leiktíð
1-0: Evy á Lakjuni
1-1: Jensa Olsen
2-1: Hervør Olsen
2-2: Kára Jarnskor
3-2: Hervør Olsen
Myndir: Álvur Haraldsen