mánadagur 26. august 2013síða 17
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 26. august 2013 · Nr. 97
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Fótbóltur
U16-dreingir: HB gjørdist steypavinnari hjá U16-dreingjum og kunnu nú
fegnast um Blaðberasteypið. Hetta gjørdist greitt, tá ið teir eftir eina frálíka
hendigaríka steypafinalu vunnu 6-4 eftir longda leiktíð ímóti NSÍ
U14-dreingir U14-dreingirnir
hjá HB kunnu nú kalla seg
steypavinnarar 2013
U14-gentur U14-genturnar
hjá KÍ eru steypavinnarar
eftir ein 5-0-stórsigur ímóti
felagsliðnum B68/NSÍ
Pætur Albinus
HB
hevði
eina
trygga
3-1-leiðslu, men NSÍ gjørdi
eitt frálíkt comeback og legði
seg á odda 4-3, áðrenn HB aft
ur vendi øllum á høvdið og at
enda vann 6-4.
Jákup Thomsen legði HB
á odda í 23. minutti, men bara
fimm minuttir seinni javnaði
Meinhard E. Olsen til 1-1 við
flottum frísparksmáli. HB
hevði bóltin nógv meiri enn
NSÍ í fyrra hálvleiki, og til
tíðir var tað næstan ótrúligt,
at bólturin ikki vildi inn – HB
rakti stongina tvær ferðir og
tvørtræið tvær ferðir í fyrra
hálvleiki. Tað var tó ikki
fyrr enn í evstu løtu í fyrra
hálvleiki, at Hilmar Leon
Jakobsen legði HB á odda 2-1.
Hetta gjørdist eisini hálv
leiksstøðan.
Seinni
hálvleikur
var
átta minuttir gamal, tá ið
Bartal Wardum økti til 3-1
til HB. NSÍ gav seg tó ikki
og fimm minuttir seinni
minkaði innskifti Bárður
Mikkelsen til 3-2. HB hevði
flestu møguleikarnar, men
NSÍ smæddist ikki burtur og
royndi seg eisini fram eftir
vøllinum. Hetta gav úrslit
í 63. minutti, tá ið Jákup
Mortensen var hægstur á
frísparksinnleggi og stútaði
bóltin í netið til 3-3.
Seinastu
løtuna
brast
fyri bæði borð. NSÍ, sum
hevði runnið aftaná at kalla
allan dystin, megnaði at
leggja seg á odda 4-3 tveir
minuttir fyri leiklok við máli
frá Johann Gaardbo. Mong
mundu halda, at hetta fór at
gerast avgerandi málið, men
í tíðini, sum dómarin hevði
lagt afturat, tryggjaði Jákup
Thomsen HB longda leiktíð
við at javna til 4-4.
Í longdu leiktíðini kundi
dysturin somuleiðis farið
báðar vegir, tó at tað var HB,
sum skapti flestu vanda
støður og eisini fekk gagn av
hesum. Tað var Teit Jacobsen,
sum varð sendur leysur, og
ikki sveik álitið. Hetta var í
87. minutti, at hann skoraði
til 5-4. Tveir minuttir seinni
var tað HB-liðskiparin, Bartal
Wardum, sum við einum
dundri av einum langskoti
økti um leiðsluna til 6-4 til
HB.
Eftir síðuskiftið var tað
HB, sum hevði tamarhald
á støðuni og eisini var um
reppið at Jákup Thomsen
fekk útint sítt hattrikk, men
tvørtræið forðaði hesum. 6-4
til HB gjørdist úrslitið av
hesi frálíku steypafinaluni,
sum vendist á høvdið heilar
tvær ferðir.
HB vann rimmar finalu
Málverjin tryggjaði HB sigurin KÍ vann stórsigur
HB - NSÍ 4-4 (2-1)
HB vann 6-4 eftir longda leiktíð.
1-0: Jákup Thomsen, 23.
1-1: Meinhard E. Olsen, 28.
2-1: Hilmar Leon Jakobsen, 40+.
3-1: Bartal Wardum, 48.
3-2: Bárður Mikkelsen, 53.
3-3: Jákup Mortensen, 63.
3-4: Johann Gaardbo, 78.
4-4: Jákup Thomsen, 80+.
5-4: Teit Jacobsen, 87.
6-4: Bartal Wardum, 89.
Myndir: Álvur Haraldsen
Hetta kunnu teir eftir eina
frálíka góða og spennandi
finalu ímóti NSÍ, sum mátti
avgerast við brotssparks
kapping.
Hans F. Tummasarson
legði HB á odda tíðliga í fyrra
hálvleiki, men leiðslan helt
sær ikki leingi. Fimm min
uttir seinni javnaði Mórits
Heini Mortensen nevniliga
fyri NSÍ. 1-1 var eisini hálv
leiksstøðan.
Leingi sá út til, at Sonni
Mikkelsen
skuldi
gerast
sigursharrin hjá NSÍ, men
í evstu løtu tryggjaði Hans
Jakku Anfinnson HB longdu
leiktíðina, har heldur eingin
vinnari kundi útnevnast.
Síðani varð neyðugt við
brotssparkskapping.
Har
gjørdist HB-málverjin Teitur
Holm stóra hetjan við at
bjarga ikki færri enn trimum
brotsspørkum. Einans Mórits
Heini Mortensen fekk bóltin
framvið honum, meðan mál
skjúttarnir hjá HB vóru Hans
S. Tummasarson og Magnus
Holm Jacobsen.
HB vann tískil brots
sparkskappingina
2-1
og
dystin samanlagt 4-3.
Tað vóru KÍ-genturnar,
sum høvdu væl meiri spæl,
og tær megnaðu eisini
at avgera dystin longu í
fyrra hálvleiki við eitt nú
tveimum málum frá Evy á
Lakjuni. Hitt málið skeyt
Tórunn
Joensen
longu
tá ið fýra minuttir vóru
spældir.
Leingi var líkt til at
3-0-hálvleiksstøðan eisini
fór at gerast endaliga
úrslitið, men við tveimum
málum í yvirtíðini kunnu
tær úr Klaksvík fegnast
um ein finalustórsigur.
Tey bæði málini skutu Tóra
Eliasen og Tórun Joensen.
albinus@sosialurin.fo
HB - NSÍ 2-2 (1-1)
HB vann samanlagt 4-3 eftir
brotssparkskapping
1-0: Hans F. Tummasarson, 9.
1-1: Mórits Heini Mortensen, 14.
1-2: Sonni Mikkelsen, 47.
2-2: Hans Jakku Anfinnson, 70.
B68/NSÍ - KÍ 0-5 (0-3)
0-1: Tórunn Joensen, 4.
0-2: Evy á Lakjuni, 7.
0-3: Evy á Lakjuni, 16.
0-4: Tóra Eliasen, 40+.
0-5: Tórunn Joensen, 40+.