Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. august 2013 · Nr. 97 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Taktiskt meistaraverk Geza Turi: 5 Spældi ein framúr dyst og bjargaði tær ferðirnar EB/Streymi hótti. Kom eisini væl út í feltið, tá innleggini. Eigur sín lut í at Víkingur aftur er steypavinnari Finnur Justinussen: 4 Gjørdi tað, sum ein áleypari skal gera. Skoraði týdningarmikla fyrsta málið í dystinum. Er í tonkunum hjá landsliðsvenjaranum og avrikið í finaluni var eitt gott. Sam Jacobsen: 4 Spældi væl á verjukenda miðvøllinum og tók trýsti av verjuni. Hevur kollvelt miðvøllin síðani hann kom á liðið. Gevur røttu blandingina. Atli Gregersen: 5 Hevði fult tamarhald á álopnum hjá EB/Streymi. Kom sær ongantíð í óføri og vann teir nærdystirnar hann skuldi. Serliga tá sundalagsmenn byrjaðu at senda langar bóltar fram stóð hann sterkur. Hanus Jacobsen: 4 Spældi væl bæði á miðvøllinum í fyrra hálvleiki og í verjuni í seinna hálvleiki. Slapp sær skilagott av við bóltin og legði nógvar kilometrar eftir sær á miðvøllinum. Bárður Hansen: 4 Ikki so sjónligur, sum hann onkuntíð hevur verið, men tað var helst líka so nógv at taktiskum orsøkum. Gjørdi annars alt rætt í tí verjukenda og kom ti onkur innlegg. Filip Djordjevic: 4 Legði upp til 1-0 málið og spældi sum heild væl. Átti eisini lut í 2-0 málinum, men var ikki so nógv á bóltinum í seinna hálvleiki. Dánjal Pauli Lervig: 4 (Út 46.min) Spældi saman við restuni av verjuni ein góðan dyst, men bleiv útskiftur í hálvleikinum. Gjørdi at kalla alt rætt í verjustøðu, men kom onkuntíð trupulleikar tí EB/Streymur leypa á í hansara síðu. Legði upp til 2-0 málið. Sølvi Vatnhamar: 4 (Út 85.min) Spældi fyrra hálvleik á høgra vongi og seinna hálvleik á miðvøllinum. Skoraði eitt framúr mál og spældi eisini sum heild væl. Kaj Leo Í Bartalsstovu: 3 (Inn 46.min) Kom inn á høgra vong í seinna hálvleiki. Var partur av fleiri av mótálopunum, men tók skeivu avgerð í avgerandi løtuni. Sverri Jacobsen (Inn 80.min) Kom inn seinastu tíggju minuttirnar á høgra bakk, fyri at geva meiri styrki í verjupartinum. Hans Jørgen Djurhuus (Inn 85.min) Kom inn seinastu fimm minuttirnar á miðvøllin. Vinnur finaluna um Løgmanssteypið fyri fjórðu ferð. Erling Jacobsen: 5 Spældi somuleiðis væl og hevði ikki stórvegis trupulleikar av framrættaðu spælarunum hjá EB/ Streymi. Mundi enntá fingið mál upp á skjótálop í fyrra hálvleiki. Jann Ingi Petersen: 5 (Út 80.min) Dagsins spælari. Var bindiliðið millum álopið og verjuna. Var nógv á bóltinum, legði nógv fyri í verjustøðu og gekk á odda í mótálopunum. Vann sítt fyrsta gullheiðursmerki í vaksmannafótbólti í stórum stíli. Víkingur Sigfríður Clementen er taktiski meistarin í føroyskum fótbólti. Tað hevur hann víst í fleiri førum, tá hann millum annað hevur fingið B36, í tveimum førum, víðari í Evropa og nú eisini Víking. Tí kom tað heldur ikki óvart á, at Víkingur var taktiskt omaná í dystinum móti EB/Streymi. Fyri Víking kom tað væl við, at teir fingu tvey mál í fyrru hálvu av fyrra hálvleiki. Tað legði trýst á EB/Streym at skapa dystin, meðan Víkingur kundi leggja seg longur aftur á vøllin og spæla upp á mótálop. Tvær ferðir í dystinum skifti Sigfríður skap á liðnum hjá sær. Fyrstu ferð var í hálvleikinum, tá hann skiftir Kaj Leo Í Bartalsstovu inn fyri Dánjal Paula Lervig. Tíggju minuttir fyri tíð sendi hann Sverra Jacobsen inn á høgra bakk, meðan Bárður Hansen fór fram á vinstra vong. Hetta fyri at geva verjuni meiri styrki. Samanlagt var talan um greiðan sigur og eitt taktiskt meistaraverk á Víkingi. Lagt til rættis: Tróndur Arge