mánadagur 26. august 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 26. august 2013 · Nr. 97
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Fótbóltur
Einki riggaði
Rene Tórgarð: 4
Kundi einki gera við málini
hjá Víkingi. Bjargaði
hinvegin, tá millum annað
Kaj Leo Í Bartalsstovu kom
einsamallur móti honum.
Arnbjørn Hansen
(Út 13.min) Spældi bara eina løtu
og rakti yvirleggjaran, men ov stutt
tíð til at gera eina meting.
Arnar Dam: 3
(Út 66.min) Millum
betri spælararnar
hjá EB/Streymi, men
kláraði ikki at halda
javnvág í, tá Víkingur
fór í mótálop. Vísti
í løtum góða fyrstu
nerting og gjørdi ikki
ov nógv av.
Egil á Bø: 2
Átti sum so ikki lut í málunum hjá
Víkingi, men var partur av eini verju,
sum ikki riggaði til fulnar. Varð
fluttur fram í álopið uttan at gera
stórvegis mun.
Pætur Dam Jacobsen: 3
Stríddist allan dystin á tamb, men
tað bleiv sjádan umsett til tað
vandamikið. Vinnur altíð nógvar
nærdystir, men kom ongantíð við
sínum renningum aftur um verjuna,
sum hann plagar.
Gert Hansen: 2
Bæði málini hjá Víkingi koma eftir
uppspæl í hansara síðu. Bleiv trýstur
hvørja ferð hann hevði bóltin og lítið
kom burtur úr longu innkøstunum.
Hans Pauli Samuelsen: 2
Royndi seg við óteljandi innleggum
og avleveringum í eini roynd at fáa
hol á verjuna hjá Víkingi, men einki
riggaði. Saknaði helst Arnbjørn
Hansen, tí samanspælið við Gunnar
er ikki líka gott.
Dánjal Davidsen: 2
Var valdur framum Rógva Egilstoft
Nielsen á vinstra bakk. Átti helst
Sølva Vatnhamar í 2-0 málinum.
Royndi at brúka styrkina í
deyðbóltsstøðunum, men tað bleiv
ikki umsett til mál.
Leif Niclasen: 2
(Inn 73.min) Ágrýtni manglaði ikki,
men tað kom bara ov lítið burturúr.
Hevði sína bestu løtu stut fyri
hálvleik, tá hann fleiri ferðir var á
bóltinum og bjóðaði av, men tað
riggaði ikki.
Gunnar Zachariasen: 2
(Inn 13.min) Hevði torførar umstøður í álopinum, tí
EB/Streymur endar við at senda langar bóltar fram.
Megnai ongantíð at seta sín dám á dystin.
Niels Pauli Danielsen: 2
(Inn 66.min) Kom inn seinasta hálva tíman, tá EB/
Streymur trýsti, men megnaði heldur ikki at seta sín
dám dystin.
Rógvi E. Nielsen: 2
(Inn 73.min) Kom inn á vinstra vong og var síðani
fluttur á høgra vong. Er verjuspælari, so tað var ilt at
síggja hvat hann skuldi so langt frammi á vøllinum.
Marni Djurhuus: 2
Satsaði í taklingini undan 1-0
málinum og tapti. Tað kostaði dýrst.
Vann annars nógvar nærdystir og
rennidystir, men eins og við Egil, so
riggaði verja ikki til fulnar og tað
telur niður.
Levi Hanssen: 2
Spældi skiftivís á vinstru mið og
inn á miðjuni. Plagar at verða
millum sjónligastu spælararnar hjá
sundalagsmonnum, men lítið riggaði
hesaferð.
EB/Streymur
Stóri spurningurin undan finaluni var um Arnbjørn Hansen
bleiv klárur. Sjálvt undir upphitingini var ógreitt um Arnbjørn
kundi spæla. Endaliga avgerðin bleiv ikki tikin fyrr enn spælararnir komu á vøllin.
Hann helt í átta minuttir, so breyt skaðin uppaftur. Hóast Gunnar Zachariasen var biðin
um at hita upp í fall at Arnbjørn ikki var klárur, so tók ta honum fleiri minuttir at koma á
vøllin, tí hann ikki sat klárur á bonkinum. Løtu seinni skoraði Víkingur tvær ferðir og so var
støðið líka sum lagt fyri kvøldið. EB/Streymur hevði einki aftursvar, eftir at Arnbjørn var
farin út og Víkingur kom á odda. Eina løtu seint í fyrra hálvleki eydnaðist tó at fáa lagt
verjuna hjá Víkingi undir trýst, men tað bleiv ikki meir enn til tað. Miðskeiðis í seinna hálvleiki
varð Egil á Bø sendir fram í álopið, men heldur ikki tað hjálpi nakað. EB/Streymur er iki
eins sterkt ov tað hevur verið undanfarnu árini og tað var sjón fyri søgn leygardagin.
Lagt til rættis: Tróndur Arge