Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. august 2013 · Nr. 97 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur súkkling Føroyingarnir, sum um vikuskiftið vóru til Landskeppnin 2013 í Reykjavík, kundu verið komnir heimaftur við sigrinum – bæði hjá einstaklingum og fyri lið. Men ein taktiskur brølari í súkklingini leygardagin kostaði møguleikan í báðum kappingum Hilmar Jan Hansen Føroysku súkklararnir stóðu seg væl á oyggjaleikunum á Bermuda í summar, og serliga væl lá fyri hjá Torkil Veyhe, sum á leikunum vann tvey silvurmerki. Hetta mundu íslendingar eisini hava givið sær far um, tí tað skiltist á øllum brøgdum, at teir høvdu serstakliga góðan hug at ansa eftir, hvat Torkil gjørdi og ikki. Tað góða við tí var so, at hetta gav øðrum møguleikar at taka seg fram í kappingini. Fyrsta kappingin var longu fríggjakvøldið, sum var býarkoyringin í Hafnarfirði, har teir súkklaðu 33 kilo­ metrar í 30 umførum, um­ framt at vinnast kundu bonussekund í 10. og 20. umfari. Har vóru allir før­ oy­ing­arnir frammarlaga í feltinum frá fyrstu løtu, og tað kom eisini at gera góðan mun. – Nokk so tíðliga fóru Torkil Veyhe, Hafsteinn Ægir Geirsson og eg sjálvur avstað og fingu eitt hol niður til hinar. Mær eydnaðist at vinna spurtin í 10. umfari, og ikki so langt eftir tað kom eitt sving, har eg bleiv fyrstur ígjøgnum. Tá lovaði Torkil mær avstað, og eg slapp ordiliga frá teimum, tí Hafsteinn hugsaði slett ikki um meg, men ansaði bara eftir Torkili, greiðir 17 ára gamli Jóanis Albert Nielsen frá. Umframt at kappast sum einstaklingar, vóru súkklararnir eisini við í liðkapping, og tí bleiv tað eisini til taktiska súkkling aftanfyri. Torkil Veyhe og Gunnar Dahl-Olsen úr Tórshavnar Súkklufelag royndu at halda ferðini niðri í feltinum, og serliga arbeiddu teir nógv upp á tann mátan, eftir at Árni Már Jónsson var farin eftir Jóanisi og eisini fekk hann aftur. – Árni og eg »lappaðu« allar hinar og summar fleiri ferðir, so vit vóru vælkoyrandi. Men vegirnir vóru nokk so vátir, og eg sá skjótt, at hann tordi ikki at taka svingini ordiliga, so eg vann á honum í hvørjum svingi. Tí eydnaðist mær eisini til seinast at taka hann og vinna fyrstu kappingina við nøkrum sekundum, sigur súkklarin úr Sandavági. Stóri brølarin Leygardagin var so landa­ vegssúkkling á skránni, har súkklast skuldu tilsamans 68 kilometrar, frá Tingvøllum til Grímsnes at venda og so heimaftur til Tingvøllir. Nakað av vindi var, so tað var mótvindur fyrstu 34 kilometrarnar og so undanvindur heimaftur. Bogi Kristiansen og Dávur Magnussen sluppu avstað við tveimum íslendingum, men Bogi og Dávur lótu teir báðar íslendingarnar taka stríðið av at føra, so tíð ikki skuldu takast frá Jóanis Albert, sum frá degnum fyri var átta sekund framman fyri Árna Már Jónsson og útivið tveir minuttir framman fyri Hafsteinn Ægir Geirsson, og tí hevði møguleika at útbyggja sær leiðsluna, eins og føroyska liðið kundi gera tað. – Tá so Árni Már fór avstað, fór eg við, og vit fingu hetta lítla feltið aftur, og settu so fulla ferð á heimaftur, har vit skiftust um at føra, sigur Jóanis Albert, ið sostatt bara skuldi hugsa um at ansa eftir Árna, meðan hinir súkklararnir skuldu syrgja fyri, at Hafsteinn og aðrir av íslendingunum ikki sluppu ov langt fram. Men so hendi brølarin, ið var, at tá Torkil Veyhe og Gunnar Dahl-Olsen vendu á hálvari leið, samdust teir um at seta ferð á, so teir kanska kundu sleppa av við Hafsteinn Ægir Geirsson. Tað eydnaðist bara ikki, tí Torkil fór avstað, men Gunnar kláraði ikki at fylgja við, og tískil skal Hafsteinn avstað við Torkili. – Hevði Torkil tá sett ferðina niður ella bara latið Hafsteinn farið, hevði neyvan hent tað stóra við tí taktiska upplegginum hjá okkum, men í staðin settu báðir ferð á og fingu fremsta feltið aftur. Ikki bara tað, tí samstundis fór ferðin einar 10 km/t upp, og tað kláraði eg yvirhøvur ikki, og tað endaði við, at Bogi Kristiansen hjálpti mær at koma á mál, sigur Jóanis Albert, sum eftir leygardagin framvegis var fremsti føroyingurin samanlagt, og fýra sekund framman fyri Torkil á fjórða plássi. – Hetta var ein taktiskur læripengi hjá okkum, og vit hava eisini tosað um tað aftaná, at ein sovorðin brølari má ikki gerast aftur. Eg ivist onga løtu í, at spældu vit kortini rætt út leygardagin, høvdu vit vunnið tað heila. Tá hevði eg kunnað verið fremstur samanlagt og føroyska liðið eisini vunnið. Dýr punktering Í gjár var so seinasti teinurin á skránni í Landskeppnin 2013, og tá skuldu teir byrja í túsund metra hædd uppi á Bláfjøllum og súkkla oman Næstbestir Hafsteinn Ægir Geirsson vann kappingina við samlaðu tíðini 4:32:14 tímar, og Torkil Veyhe var samanlagt seks sekund aftan fyri hann. Á triðja plássi var Árni Már Jónsson. Av føroyingunum annars, sum fullførdu allar tríggjar teinarnar, bleiv Dávur Magnussen nummar fimm, Gunnar Dahl-Olsen nummar níggju og Jóanis Albert Nielsen nummar tíggju. Ísland vann liðkappingina við samlaðu tíðini 13:52:50 tímar, og so blivu teir í Tórshavnar Súkklufelag, TSF, nummar tvey, smáar 18 minuttir aftanfyri, og eitt íslendskt lið bleiv nummar trý. Taktikkurin kik Jóanis Albert Nielsen ovast á sigurspallinum fríggjakvøldið, har Árni Már Jónsson og Hafsteinn Ægir Geirsson fingu næst- og triðfremsta plássið Mynd: Albert Jakobsson