Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-26, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2013síða 21

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 26. august 2013 · Nr. 97 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Elsa frægast Nakrar kvinnur kappaðust eisini í Landskeppnin 2013, og hóast eingin av teimum gjøgnumførdi alt, so var føroyska Elsa Berg tann, ið stóð seg frægast, tí hon fullførdi tvær kappingar og vann aðra. Fyrsta dagin hevði hon bestu tíðina og triðja dagin næstbestu tíðina. Góðir unglingar Ikki kann sigast annað, enn at føroysku unglingarnir fingu eitt gjøgnumbrot í Íslandi um vikuskiftið, tí umframt at Jóanis Albert Nielsen vann fríggjakvøldið, eydnaðist eisini Dáva Magnussen at koma upp á sigurspallin, tá hann var næstfremstur leygardagin. Dávur var samanlagt triðfremstur av føroyingunum, men tann einasti á liðnum, Team Bad Boys, ið fullførdi, so liðavrikið taldi ikki við. súkkling saði at venda og so niðanaftur tríggjar. Talan var um ein tein upp á umleið 68 kilometrar, sum ikki var so brattur, men kortini mestsum long brekka báðar vegir. Hafsteinn Ægir Geirsson legði øgiliga hart út og fór við fullari ferð omaneftir, og hóast aðrir royndu at fylgja honum, fullu fleiri hálvavegna frá og máttu staðfesta, at teir ikki kundu vera við í kappingini millum teir allarfremstu. Tað endaði við, at Torkil Veyhe fekk góða ferð á, so kappingin her frammi kom at standa millum hann og Hafsteinn, og so vóru fleiri føroyingar við í bólkinum beint aftan­ fyri, sum taldi einar átta súkklarar. – Vit valdu at lata Árna Már Jónsson og hinar íslendingarnar gera arbeiðið við at føra, tí vit vildu ikki lata teir koyra Torkil innaftur. So ætlaðu vit, at eg skuldi leypa á, so eg møguliga eisini kundi sleppa avstað, men tann ætlanin fekk eitt skot fyri bógvin, tá eg punkteraði. Og sjálvt um eg fekk eitt nýtt hjúl, kom eg at koyra einsamallur, so eg misti nógva tíð, sigur Jóanis Albert Nielsen. – Hetta vísti bara, hvussu dýrt tað taktiska mistakið leygardagin var, tí nú mistu vit bæði sigurin í lið­kapp­ ingini og einstaklinga­ kappingini. Men allíkavæl eri eg nøgdur, tí hetta er bara triðju ferð, at eg eri við í Íslandi, og hetta saman við oyggjaleikunum hevur givið mær øgiliga nógv, og eg havi lært eina rúgvu. Vit fóru eftir at vinna, men tað eydnaðist ikki, og nú vita vit so í øllum førum, hvussu vit ikki skulu gera eina aðru ferð. Hafsteinn Ægir Geirsson og Torkil Veyhe, sum teir so mangan hava verið at sæð. Tá avtornaði, vóru teir eisini teir báðir fremstu – í somu raðfylgju sum á myndini Mynd: Albert Jakobsson Landskappingin Einstaklingar Nr. Súkklari Lið Fríggjakvøld Leygardag Sunnudag Tilsamans 1 Hafsteinn Ægir Geirsson Ísland 00:49:42 01:48:07 01:54:25 4:32:14 2 Torkil Veyhe TSF 00:49:46 01:48:08 01:54:26 4:32:20 3 Árni Már Jónsson Ísland 00:47:55 01:48:10 02:02:27 4:38:32 4 Viðar Bragi Þorsteinsson Hjólamenn 00:49:48 01:49:14 02:03:02 4:42:04 5 Dávur Magnussen Team Bad Boys 00:49:48 01:48:08 02:04:32 4:42:28 6 Miroslaw Adam Zyrek Ísland 00:49:48 01:48:08 02:04:32 4:42:28 7 Óskar Ómarsson Ísland 00:49:48 01:50:07 02:04:09 4:44:04 8 Sigurgeir Agnarsson Hjólamenn 00:49:48 01:50:08 02:04:33 4:44:29 9 Gunnar Dahl-Olsen TSF 00:49:48 01:54:03 02:04:10 4:48:01 10 Jóanis Albert Nielsen TSF 00:47:41 01:50:09 02:16:26 4:54:16 11 Örn Sigurðsson Hjólamenn 00:51:35 02:00:19 02:27:14 5:19:08 12 Dagbjartur Sebastian Østerby 00:51:26 01:58:23 02:35:54 5:25:43 13 Haraldur Guðjónsson 00:54:49 02:13:08 02:48:41 5:56:38 (Súkklararnir omanfyri eru bara teir, sum gjøgnumførdu alla kappingina) Liðkapping Nr. Lið Fríggjakvøld Leygardag Sunnudag Tilsamans 1 Ísland 02:27:24 05:24:25 06:01:01 13:52:50 2 TSF 02:27:14 05:28:26 06:15:02 14:10:42 3 Hjólamenn 02:31:11 05:39:41 06:34:49 14:45:41