Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-26, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. august 2013 · Nr. 97 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Rannvá B. Andreasen skoraði hattrikk, tá ið KÍ kvinnurnar við 5-1 sigri á ÍF tryggjaðu sær steypasigurin fyri 11. ferð Jóannes Hansen 24. august 1904 varð KÍ stovnað. Leygardagin fylti felagið 109 ár, og spælararnir syrgdu fyri, at felagið fekk fýra sigrar í steypafinalunum í føðingardagsgávu: U18 dreingir, U14 gentur, U17gentur og so kvinnurnar. Finalan í kvinnu­kapp­ ingini var ímóti ÍF, sum var í finaluni fyri fyrstu ferð síðani 1994, tá ið B36 vann 4-2 eftir longda leiktíð. Úrslitið hesa ferð var 5-1 til KÍ, sum størsta partin av fyrra hálvleiki hevði ilt við at vísa dygdirnar, sum tað kundi roknast við, at stór­ favorittarnir megnaðu. ÍF legði bragdkliga fyri, og tað hevði einki forgjørt verið í tí, um ÍF setti hol á. Tað megnaðu tær úr Fuglafirði ikki, og lítlu løtuna undan steðginum skoraði KÍ tvær ferðir, og harvið løgdu favorittarnir seg á sigurskós. Fyrstu fimm minuttirnar eftir steðgin skoraði tvær ferðir, og harvið varð allur spenn­ingur horvin. ÍF kvinnurnar stríddust væl, og tað eydnaðist Kristinu Obradovic at minka um munin, tá ið ein lítil tími var farin. Rannvá B. Andreasen staðfesti 5-1 sigurin, tá ið tað restaðu tíggju minuttir. Hon skoraði eisini fyrsta og triðja málið, meðan Annika Ragna Petersen økti til 2-0 við stútara eftir horna­sparks­ innlegg, og Malena Josephsen skoraði til 4-0, tá ið hon eftir hornasparksinnlegg stýrdi bóltin í málið við høvdinum. KÍ kvinnurnar vunnu steypafinaluna fyrstu ferð í 2000. Leygardagin vunnu tær steypakappingina fyri 11. ferð. Framman­undan fyrsta finalu­sigrinum tapti KÍ tríggjar finalur – í 1996, 1997 og 1999. Síðani 1999 hevur KÍ verið í finaluni á hvørjum ári. Hóast tað vóru tvær av teimum, sum hava verið við alt gulltíðarskeiðið – Rannvá og Malena – sum skoraðu fýra av málunum í 5-1 sigrinum á ÍF, so vóru fleiri av yngru spælarunum eisini eyð­sýndar. Ein teirra var Eyðvør Klakstein, sum legði upp til fleiri av málunum. joannes@sosialurin.fo KÍ kvinnurnar fyri 11. ferð KÍ - ÍF 5-1 (2-0) 1-0: Rannvá B. Andreasen 43. 2-0: Annika Ragna Petersen 44. 3-0: Rannvá B. Andreasen 46. 4-0: Malena Josephsen 49. 4-1: Kristina Obradovic 56. 5-1: Rannvá B. Andreasen 80. Dómarakvartett: Elsa Andreasen, Leila S. Midjord, Heidi L. Elgeirsdóttir og Oda Andreasen Myndir: Álvur Haraldsen