Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 26. august 2013 · Nr. 97 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tinghúsvegur 14 • Postsmoga 3022 • FO-110 Tórshavn •Tel +298 349 550 • Faks +298 349 551 • T-postur als@als.fo ALS søkir eftir einum kt-varðarlærlingi. (IT- supportara) Ein kt-vørður setir upp, dagførir og viðlíka- heldur teldur og net. Somuleiðis hjálpir kt-vørðurin starvsfólkunum, tá tey hava trupulleikar við teldum sínum. Fyri at koma í læru sum kt-vørður hjá ALS skalt tú vera sjálvstøðugur, arbeiðssamur, skyldurøkin, duga væl við fólki og vera álítandi. Tað er eitt krav, at tú hevur kunnleika til Windows-stýriskipanina, dugir at brúka eina teldu og hevur áhuga fyri kunningartøkni. Minsta skúlakrav fyri at koma í læru er, at tú hevur fráfaringarprógv fólkaskúlans, men tað er ein fyrimunur, um tú hevur eina miðnáms- útbúgving. Harumframt er tað ein fyrimunur, um tú hevur góðan førleika í enskum og støddfrøði. Lærutíðin er 2 ár og 6 mánaðir, skúlagongdin er í Danmark. Lønin er sambært sáttmála millum S&K og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Ynskir tú at fáa meira at vita um starvið, kanst tú seta teg í samband við Høgna Olsen, deildarleiðara, á telefon 349550 ella teldupost hognio@als.fo, ella fara inn á als.fo, har leinkja er til lýsing av útbúgvingini á ug.dk. Umsóknin skal sendast saman við prógvum og møguligum viðmælum til Biritu Hansen á birita@als.fo áðrenn 16. september. Lærlingurin verður settur 1. oktober. ALS er skipað sambært løgtingslóg. Tað vóru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, sum í 1992 tóku stig til at stovna Arbeiðsloysisskipanina, og tað eru tey, sum varða av skipanini. Høvuðsvirksemið hesi fyrstu 20 árini hevur verið at rinda út arbeiðsloysisstuðul umframt at skipa fyri førleikamenning av ymsum sløgum. Trygdargrunnurin var stovnaður í 2011, og endamálið hjá grunninum er við minstuløn og minstaforvinningi at veita fiskimonnum inntøkutrygd. Á ALS og í Trygdargrunni fiskivinnunnar starvast 36 starvsfólk. sansir.fo Kom í læru sum kt-vørður hjá ALS ALS søkir lærling