Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-26, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2013síða 25

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 26. august 2013 · Nr. 97 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hví ikki rætta hondina út? Levi Mørk Vit tosa dag, hvønn, dag um tunlar, um milliarda upphæddir, ja pengar nógv av okkum neyvan hava nakra føling við, uttan tá vit lesa um Onkel von Joakim. Menn gera sær dælt av, hvør hevur besta hugskotið, til enn eina loysn á okkara infrakerv, okkara alra ogn svimir runt um okkum, og kundi loyst trupulleikar, men tað skal kortini ikki koma fjøldini til góðar, smáting higartil . Men eg má bara spyrja teir leiðandi menninar, og serliga ísakøldu greipuna har úti: Hví hava tit so nógv ímóti teimum veiku í Føroyum? Hví ynskja tit at tey fara? Eru tey ikki líka góðir føroyingar sum tit, sjálvt um tey ikki eru líka væl fyri? Tað sigur seg sjálvt at vit øll kunnu ikki verða millióningar, og at nøkur detta niður ímillum, ikki altíð er tað teirra egna skyld, men umstøður hava gjørt tað so. Men hava tey ikki rætt til hjálp, um vit kunna veita hana? Vit rópa okkum fyri eitt ríkt land. Løgmaður segði fyri kortum, at okkara land er heimsins besta vælferðarsamfelag, men er ikki okkurt, ið haltar. Hví eru tað so nógv sum siga, eg má flyta, tí her fái eg onga hjálp? Hví eru tað fleiri sum siga, at nú eri eg bundin, eg sleppi ikki avstað? Er tað rætt at teir leiðandi beinleiðis vilja sleppa av við trupulleikan, og purra uppundir at fæloysingar flyta, so tann útreiðslan hvørvir. Hví hava tit so nógv ímóti at lækka MVG á neyðsynjarvørum sum mjólk, breyð, grønmeti og frukt, so hesi menniskju, og børn, kunnu fá mjólk hvønn dag, tí tað fáa tey ikki í dag. Kálktablettir er neyvan loysnin. Eg vil fegin geva tykkum tey ráð, at taka eitt prát við “Í menniskjum góður tokki”, og tit fá sjón fyri søgn. Hesi hava fyrsta handa vitan um støðuna, og vita hvat orsøkin er, hvat sum er pínan, og hvørjar avleiðingar tað hevur. Hví ikki rætta eina hond út til øll Føroya fólk, og ikki bert til tey fáu, ella tey sum eru best fyri. Hví ikki rætta hondina út, nú vit tosa um milliardir í tunlum, hví ikki rætta hondina út og siga, jamen tit eru jú ein partur av okkum, tit eru føroyingar, tit búleikast her, tit fáa børn og eru ein partur av samfelagnum. Tað sum tað sær út til, at tit siga er: At vera asosialur er gott, at næstrakærleiki hoyrir fortíðini til, og at tað sum ikki kann standa, má falla. Tað sum kortini er tykkara trupulleiki er, at hetta er langt frá føroyskum lyndi og verumáta. So einfalt er tað. Tykkara mantra hevur verið, at skuldin má burtur, vit mugu tí spara, men tykkara loysn er, at tey sum onki hava, skulu hava minni, og tey sum hava, skulu hava meir, við tí fyri eyga, at tey fyrru rýma, og tey seinnu fara at gera íløgur í vinnulívið, og víðari halda tit áfram: “ Vit eru bara keddir av, at tit ikki hava merkt so nógv til tað, síðan vit komu til. Vit royna at sleppa undan skuldini, vit royna at geva teimum sum eru væl fyri, møguleika at gera íløgur, tí fáa tey skattalættar, fara tey at gera íløgur, og skapa arbeiðspláss. Tað vóna vit, men tí mugu vit ofra nakað. At tað so eru tit, tey veiku, tað gongur útyvir, er bara keðiligt. Men soleiðis er tað nú einaferð”. Álvaratos, hvussu naivir kann mann verða. Kann eg so spyrja: Tá skuldin er null, og fjøldin er 40000 fólk, eru tit so nøgdir? Hvussu ætla tit at eindurreisa samfelagið tá ongin er eftir? Vit koma at hava stórar trupulleikar, at halda vælferðarstøði, tá færri skulu gjalda fyri fleiri, sum okkara samfelagsandi altíð hevur verið bygt á. Vit taka okkum av øllum, tað er mín, og tankin hjá flestu føroyingum, ið eg kenni. Hugsa tit ongantíð um, at ein dag er ballið um gullkálvin og tað “betra slagið” liðugt, og tá skal skrivast ein nýggj søga. Blaðið skal vendast, hvar allir borgarar aftur eru partur av samfelagnum. Í heimsspeki kann nógv koma fram, men minnist bara til Kaj Leo og Jørgin, at tá í ein blindur leiðir ein blindan, so detta teir umsíðir báðir á sjógv. Ósannindi og undanførslur frá Tvøroyrar Býráð Signar P. Dam Kommunulækni Sokallaðu viðmerkingarnar hjá Tvøroyrar Býráð í sam­ band við at mín góði starvs­fe­ lagi Arnhold Jensen hevur sagt seg úr starvi, vóru onki ann­að enn ein roynd hjá bý­ráð­num at vaska hendur og at seta Arnhold í ringt ljós, tí hann skuldi eitast at krevja sømd­ir, hann ikki hevði rætt til. Havi ilt við at skilja, at 6 bý­ráðs­limir skuldu lata seg vill­leiða til at skriva undir við­merk­ingarnar. Arnhold hevur ikki gjørt annað enn at biðja um somu sømdir, sum aðrir kom­mu­nu­ læknar fáa í økjum, har ringt er et fáa kommunulæknar og annars biðið um eina virði­ liga viðgerð av málum, sum hann og undiritaði hava vent okk­um til býráðið við. Málið um lønina hjá lækna­skrivaranum er bert eitt av mongum málum, men bý­ráð­ið roynir at gera tað til høvuðs­málið. Høvuðsmálið er tann broyt­ing, sum er hend í bý­ráð­ num frá vælvild og áhuga til líkasælu, negliger­ing og drál. Vit skriva brøv til býráðið, men hoyra ikki eitt orð aft­ur. Í fjør søktu Arnhold og undir­ritaði vegna skri­v­ar­ar­ nar um stuðul til skeið í Dan­ mark og hildu sjálvandi, at tað sum kundi lata seg gera í 2008 eisini kundi lata seg gera í 2012. Vit søktu ikki um gjald til okk­um sjálvar. Vit hava ikki fingið skriv­ ligt svar enn, men hava við upp­ringing til býráðið fingið at vita, at umsóknin ikki var ging­in á møti, tí kommunala eftir­litið noktaði fyri tí. Neyvan satt! Vit søktu um at fáa eitt ventilatiónsanlegg til við­ talu­hølini, tí inniklimaið er út av lagi vánaligt. Hetta var fyri fleiri mán­ að­um síðan, men vit hava enn ikki fingið skrivligt svar, men nú eftir at Arnhold hev­ ur sagt seg úr starvi, so hava vit munnliga fingið at vita, at »hetta ikki var teirra borð.« Í fyrr nevndu viðmerkingm verð­ur sagt, at teir »arbeiða við málinum« (júst sum við vatn­veit­ingini á Tvøroyri!). Samanumtikið so kann staðf­est­ast, at hend er ein hug­burðs­broyting við­ví­kj­ andi kommunu­lækna­øki­ num, síð­an nýggja leiðslan í bý­ráð­num tók við. Í viðmerkingunum verð­ur víst á lóg sum sigur, at: »Onnur starvsfólk hjá kom­mu­nu­ lækna­num verða sett í starv av kom­munu­læknan­um«. Hetta útilokar ikki møgu­ leikan hjá Tvøroyrar Býrað at gjalda partar av ella alla løn­ina hjá skrivaranum, so sum Tvøroyrar Býráð gjørdi í mong ár aftan á, at Karl Johan Fossá legdi frá sær.Tá gjørdist arbeiðsbyrðan hjá tí eftirverandi kom­mu­nu­ læknanum so stór, at tá­ver­ andi býráð játtaði gjald av skrivara 2-3 tímar dagliga fyri at lætta um trýstið á við­talu­ na og stytta um bíði­tíð­irnar. Henda skipan varð avtikin fyri umleið einum ári síðan. So hetta páhaldið hjá nú­ ver­andi býráð um at teir ikki kunna gjalda skrivaraløn er bein­leiðis ósatt . Viðvíkjandi gjald av skeið­ útreiðslum so kom hetta tilboð frá Tvøroyar Býráð fyri mongum árum síðan, utt­ an at hvørki Karl Johan ella undiritaði hevði biðið um tað. Táverandi býrað helt, at góðar grundir vóru – fyri borgaranna skuld – at ein kommunulækni var so væl eftirútbúgvin sum gjør­ligt, væl­vitandi at tá vóru møgu­ leik­arnir til eftir­út­búgving ikki góðir. Ein upphædd stóð á fíggjar­ætlanini í mong ár, og okkurt árið gørdu Karl Johan og undirritaði brúk av til- boð­num og onnur ár ikki. Haldi at vit í alt brúkti um­leið 60.000 kr øll hesi ár­ ini (dividera hetta talið við teimum 42 árunum, undir­ ritaði hevur arbeitt hjá Tvør­ oy­rar Býráð!) Smáligheitir útum alt mark! Hesar 60.000 krónurnar er júst helvtin av teim 120.000 krónu­num, tað kostaði bý­ ráð­num at senda fólk á olju­ messu í fjør! Var so hjartans fegin tá Arn­hold kom til okkara fyrst í útbúgving og síðan sum fast­ur lækni. Meg vardi ikki, at hug­ burð­urin hjá ovastu leiðslu í Tvør­oyrar Býráð skuldi verða or­søk­in til, at henda gleðin fekk ein so bráðan enda. Fráboðan frá Tjóðveldi Eldraøkið og eldrapolitikkur skal snúgva seg um lívsgóðsku, fjølbroytt tilboð og somu rættindi hjá øllum borgarum í landinum Tjóðveldi Leygardagin 24. august 2013 stevndu allir partar í Tjóð­ veldi til fundar í hølum Før­oya Arbeiðarafelags: Kom­mun­u­politikarar, ting­ mann­ing, aðalstjórn og økis­feløg. Til umrøðu vóru eldraøkið og æt­lan­ir­nar at leggja eldra­øk­ið frá landinum til kom­mun­ur­nar. Fakfólk, kommunu­polit­ ik­ar og løgtingslimir flok­ sins úr ymsum plássum í landinum løgdu fram á fundinum. Ymiskar hugs­an­ ir og ætlanir vórðu lagdar á borðið og viðgjørdar. Fund­ ur­in staðfesti: - At ætlanirnar hjá lands­ stýri­num at leggja eldra­øk­ ið til kommunurnar hava higartil vent grund­leggj­andi skeivt. Tað hev­ur ikki snúð seg um borg­ar­an ella starvs­ fólkini, men bert snúð seg um skriv­stovu­veldis­hugsan, stuttskygdar loys­nir og at leggja ábyrgd frá sær til aðrar kassar og ó­greiðar skipanir. - At tann førdi skatta­ politikkurin undir­grev­ur møgu­leik­ar­nar at fíggja hald­góð­ar væl­ferðar­tæn­ast­ ur frameftir, har ójavni og brúkaragjøld koma inn gjøg­ num bakdyrnar. - At fyri Tjóðveldi snýr eldraøkið og eldra­poli­tikk­ ur seg um at tryggja øllum borgarum í landinum grund­ leggj­andi somu rætt­indi, møguleikar, fjølbroytt til­boð og ávirkan á egnar lívs­um­ støður – uttan mun til, hvar í landinum vit búg­va. - At vit hava ríkar møgu­ leik­ar at menna nógv meira fjølbroytt til­boð á eldraøkinum – við eitt nú heimatænastu, dag­til­boð­ um, kalliskipanum, eldra­ íbúðum við ávísum tænast­ um og øðrum, sum kunnu menna sjálvsavgerðarættin og lívsgóðskuna og fáa nógv meira burtur úr fíggjarliga fænum. Í dag hevur alt ov nógv­ur dentur verið lagdur á røktarheimspláss. - At fíggjarliga ábyrgdin og umstøðurnar at tryggja og menna bestu og fjøl­ broytt­astu tænastuna skal vera greið, haldgóð og sam­ halds­føst. - At tey mongu dugna­ ligu fakfólk og starvsfólk skulu fáa veruligar um­støð­ ur at útinna sítt arbeiði á eldraøkinum uttan at druk­ na í skrivstovuveldi og rokniørkum. - At Tjóðveldi setur omanfyrinevndu mál sum avgerandi fyri at viðgera, hvar og hvussu eldraøkið skal skipast millum land og kommunur. Og at ein fullfíggað lýsing verður gjørd av fyrimunum og vansum fyri borgaran av at skipa eldraøkið sum lands- ella kommunalt mál. - At tað er ábyrgdarleyst at flyta eldraøkið 1. januar 2014, tí ongar fortreytir eru greiðar.