Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-26, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 26. august 2013 · Nr. 97 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Flestu munnu vita, at líri er ungi hjá skrápi, tó at skrápur sjáldan sæst á flogi nærindis landi. Eru tað nógv, sum ikki vita, hvussu skrápur sær út, munnu tað vera enn fleiri, sum ongantíð hava sæð ein livandi líra. Enn verður líri drigin ella tikin við lykt á nátt í ymiskum oyggjum, eitt nú í Skúvoy og Sandoy. Men tað er ikki bara í hesum báðum oyggjum, at skrápur reiðrast. Ivaleyst man fuglurin reiðrast í flestu oyggjum í Føroyum, tó at lítið hoyrist um hetta. Í Nólsoy hevur verið vanligt at tikið líra, bæði við króki og við lykt á nátt, men hóast urðin í Nólsoy er stór, og veiðan hevur verið lítil, er ikki líkt til, at nakar vøkstur er í stovninum. Heldur er tað so, at sjófuglurin sum heild minkar, og lítið er, sum bendir á, at fuglastovnurin fer at veksa aftur í bræði. Á líradegnum er ov tíðliga at taka líra við lykt. Lyktin verður brúkt um mánaðarskiftið, august/ september og kanska einar 10 dagar út í september, tá roknað verður við, at lírin er so mikið búgvin, at hann kemur út úr síni djúpu holu at læra seg at flúgva. Vanligt er, at tá kvøldið líður, kemur skrápurin aftur at landi við føði til líran, og hin gamli fuglurin plagar at hoyrast, tá hann setir seg í urðini ella vøllinum, har fuglurin reiðrast. Nátatíð Nátungin er heldur fyrr á sjógvin enn lírin, og tá henda vikan fer at líða, og komið er út í næstu viku, verður besta nátungatíð. Vikuskiftið, sum stundar til, skuldi tí passað rættiliga væl hjá teimum, sum ætla sær ein túr, men sum annars ikki hava frí úr arbeiði mitt í viku. Hetta eru tveir feitir fuglar, nátungi og líri, sum nú verða veiddir Tveir feitir fuglar Børnini høvdu eisini sítt at fara til, tá skipað varð fyri seinsummardøgum á Sandi fríggjadagin og leygardagin. Millum møguleikarar hjá børnunum vóru hoppiborgir, og tær komu væl við í góðveðrinum leygardagin Tað hevur argað, at Teistin ikki hevur kunnað tikið fult tal av bilum í seinastuni, tí onnur rampan hevur verið í ólagi. Nú er hetta fingið upp á pláss, og Teistin kann aftur taka fult tal av bilum á farleiðini. Tað er ikki so sjáldan, at bilar standa eftir á bryggjuni í Skopun ella á Gomlurætt, og tí eru fólk fegin, nú rampin, sum hevur verið í ólagi, er í lagi aftur, og Teistin aftur kann taka allar teir bilar, sum eiga at rúmast á dekkinum og á báðum rampunum. vilmund@sosialurin.fo Leygarkvøldið seldi Ungmannafelagið Virkið á Sandi leskiligar seinsummarbúffar og ymiskt annað gott til matna. Nógv vóru vóru inni á gólvinum og fingu sær mettuna Fult tal av bilum FUGLAVEIÐA Hetta er tíðin, tá menn plaga at rigga til at fara eftir nátungum, og hetta er eisini tíðin, tá lírar verða drignir, tí í dag - 26. august - er líradagur Stór byggimessa í Klaksvík Vilmund Jacobsen Arbeitt hevur verið í longri tíð við at skipa eina byggimessu í Klaksvík. Ætlanin hjá stigtakarunum var at almannakunngera messuna í september. Men, longu nú hava fyritøkur boðað frá luttøku. - Tí hildu vit, at tíðin nú var komin til at lata almenningin vita, at byggimessan, sum verður í báðum ítróttarhallunum í Klaksvík, verður veruleiki. Tað sigur LeGutt Events, sum eru fyrireikarar av stóru messuni, sum verður í Klaksvík. LeGutt Events, sum eitt nú tekur sær av samskipan, event kanningum og ráðgeving, skipaði eisini fyri Orkuráðstevnuni í fjør. Fyritøkan hevur framt nógvar ymiskar uppgávur, sum lesast kann um á heimasíðuni hjá fyritøkuni. BYGGIMESSA LeGutt Events hevur gjørt samstarvsavtalu við Klaksvíkar kommunu um, at ein stór byggimessa verður í Klaksvík í døgunum, 2. og 3. mai næsta ár LeGutt Events eru fyrireikarar av stóru byggimessuni, sum verður í Klaksvík hin 2. og 3 mai næsta ár