Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-26, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2013síða 27

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 26. august 2013 · Nr. 97 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Staðfest er, at bakteriur eru í drekkivatninum í Hal­ dórs­vík, Langasandi, við Norð­skála, Oyrarbakka og á Oyri. - Fólk verða tí biðin um at kóka drekkivatnið, til nærri boð verða givin, sigur Sunda kommuna. Herfyri vísti kommunan á, at nýtt reinsiverk er sett upp í Tjørnuvík, sum eisini er partur av Sunda kom­mu­ nu. - Samstundis er rokkið á málið, ið kommunan setti sær fyri í 2007 – at allar bygdirnar skulu hava reins­ að vatn, sigur Sunda kom­ m­una. Men, tað er ivaleyst lætt­ ari sagt enn gjørt, tá talan er um reint drekkivatn. Tað er fráboðanin, sum Sunda kommuna nú er komin við, eitt talandi dømi um. Tað var ikki bara á Sandi, at tey skipaðu fyri seinsummartiltaki í vikuskiftinum. Soleiðis var eisini í Sandavági, har felagssangur var í tjaldinum, sum henda myndin vísir Ikki bara sum at siga tað Fjøl­ broyttur fiskifloti Tvey línuskip eru á Flemish Kap, fýra eru undir Íslandi, og trý línuskip eru undir Før­ oyum. - Skipini á Flemish Kap fiska tosk, men landa neyvan hesa vikuna. Skipini undir Ís­landi fiska mest brosmu og longu og fáa eisini nakað av toski og hýsu. Skipini undir Før­ oyum fiska á djúpum vatni og fáa mest av brosmu og longu. Á Fiskamarknaði Før­ oya væn­ta tey, at eitt skip landar í dag, og seinni í viku­ni koma helst eini tvey ella trý línu­skip inn at landa aftrat. Um útróður sigur mark­naðurin, at streymurin verð­ur góður, og veðurvánirnar eru eisini góðar. - So, vit vænta nakað av útróðri. Bátarnir fáa eina bland­ing av toski og hýsu, og onkur roynir eftir kalva, sigur Fiska­ marknaður Før­oya um útlitini hjá húka­floka­num hesa vikuna. Um gongdina hjá ísfiska­trolarunum verður sagt, tað eru bara trý pør sum fiska á land­ grunninum. Tey fáa mest av upsa og nakað av longu, toski, kongafisk og svart­kalva sum hjáveiðu. Fimm pør fiska makrel, og trý pør fiska gulllaks, men við gulllaksinum fer tíðin nú at halla. - Vit vænta, at eitt par við upsa landar í dag, og so koma hini upsaskipini inn at landa seinni í vikuni. Um djúpvatns­trol­ar­ arnar sigur Fiska­mark­ nað­ur Før­oya, at ein fiskar svar­t­kalva og upsa og landar í dag. - Restin av djúp-vatns­ trolarunum fiska makrel, verður sagt av Toftum. vilmund@sosialurin.fo Børn hugna sær Úti á Støð á Sandi leygar­ dag­in í fiski­kapping. Tey, sum fingu frægast, høvdu ein­ar 7-9 skrubbur - og onkur einstakur seið­ ur ­var eisini veiddur. DREKKIVATN Líkt er til, at tað er lættari sagt enn gjørt hjá kommununum at veita sínum borgarum reint drekkivatn Vilmund Jacobsen Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu, er sera væl nøgdur við ta undir­ tøku, sum tiltakið - sein­ sum­ma­rdagar – fekk millum bygdar­fólkið og fólk í oynni sum heild. - Veðrið eydnaðist eisini so sera væl, og tað ger, at fyri­ treytirnar og karmarnir fyri til­takinum vóru serstakliga góð­ir, sigur hann. Góð undirtøka Brandur Sandoy sigur, at millum 350 og 400 fólk vóru til morgunmatarborðið á Mørkini Miklu í morgun, og hann er sera fegin um ta stóru undirtøku, sum tiltakið fekk. - Nógv fólk nýttu eisini høvi at fáa sær leskiligan seinsummarbúff ella annað gott til matna leygarkvøldið, og tá Hans Jacob Hjelm og vinmenn spældu til dans seinni um kvøldið og til langt út á náttina, vóru eini 130 fólk í dansi. Borgarstjórin vísir á, at kommuna, feløg og einstaklingar í oynni høvdu lagt eina áhugaverda og forvitnisliga skrá fyri dagarnar, og hann heldur, at flestu tiltøk vórðu væl vitjað. - Jú, eg havi varhugan av, at nógv fólk, bæði vaksin og børn, nær og fjar, fóru ríkari heimaftur, eftir ein túr í góðveðrinum á Sandi fríggjakvøldið, leygardagin og sunnunáttina. Stóran týdning Brandur Sandoy ivast onga løtu í, at eitt slíkt tiltak hevur stóran týdning fyri trivnaðin í bygdini og í Sandoynni sum heild. Leggjast kann aftrat, at børnini eisini høvdu ymiskt at fara til á seinsummardøgunum, og her vóru eitt nú stuttligar hoppiborgir og fiskikapping Úti í Støð. - Eg vil takka øllum, sum hava tikið tøk til frama fyri seinsummardagarnar, og eg vil eisini nýta høvi at takka øllum, sum hava vitjað tey ymisku tiltøkini í skránni, sigur borgarstjórin. Umleið 350 fólk til morgunmat á Sandi Seinsummardagarnir á Sandi vórðu hildnir í besta veðri fríggjadagin og leygardagin, og borgarstjórin heldur, at báðir dagarnir eydnaðust fram úr væl - Eg ivist onga løtu í, at eitt slíkt tiltak hevur stóran týdning fyri trivnaðin í bygdini og í Sandoynni sum heild, sigur Brandur Sandoy, borgarstjóri í Sands kommunu Mynd: Vilmund Jacobsen