mánadagur 26. august 2013síða 44
‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 35 l 26. august 2013
Ókeypis lýsingarblað
12
Bilar
Vikutema
Vilmund Jacobsen
John
Vaagseid,
sum
er
hálvur
skálamaður og hálvur havnarmaður,
hevur koyrt størri akfør í útlandinum.
Í februar í ár byrjaði hann av álvara
at koyra hýruvogn við støð á Skála,
har hann býr.
- Eg koyrdi í sínari tíð lastbil hjá
DTT, Dansk Tank Transport, og eg
koyrdi eisini serflutning við eitt nú
vindmyllum fyri Thorben Rafn, sigur
hann.
Nú hýruvogn
John Vaagseid sigur, at nú hevur hann
sína egnu fyritøku við hýruvogni,
ið er ein 4-hjólstrektur Jeep Grand
Cherokee, góðkendur til fýra ferðandi.
- Eg koyri ferðandi á flogvøllin og
av flogvøllinum, og í samstarvi við
Hammer Shuttle samli eg eisini fólk
upp til bussin hjá Hans Eileri Hammer,
sum eisini koyrir á flogvøllin.
Hann sigur, at tá hann kemur á
flogvøllin um middagsleitið, plagar
hann at bíða eftir næsta flogfari, og
tá ”fiskar” hann eins og aðrir eftir
ferðafólki.
- Eg havi eisini koyrt onkrar
útlendingar, sum arbeiða í Føroyum,
fast í summar. Somuleiðis havi eg
koyrt útlendingar sightseeing-túrar
til eitt nú Saksun, Tjørnuvík, Gjógv og
Oyndarfjørð.
Vælegnaður jeepur
John Vaagseid sigur, at 4-hjólstrekti
bilurin
hevur
leðursetur,
nógv
beinpláss,
stórt
viðførisrúm,
er
vælegnaður til hýruvognsflutning og
sightseeing-túrar.
- Ferðafólk sita høgt í bilinum og
síggja væl út, leggur hann aftrat.
Tey, sum vilja hava fatur á John
Vaagseid, kunnu ringja á 269869.
John Vaagseid hevur egna
fyritøku og koyrir ferðandi í
einum Jeep Grand Cherokee.
Mynd: Vilmund Jacobsen
Við Grand Cherokee á flogvøllin
- Bilurin, sum er 4-hjólstrektur, er góðkendur til fýra ferðandi. Hann hevur leðursetur, nógv
beinpláss og stórt viðførisrúm, sigur John Vaagseid, hýruvognsførari á Skála
Vilmund Jacobsen
Í Vikublaðnum í dag er fokus á bilar,
koyrifrálæru og ymiska hýruvogns
koyring.
Onkur bilastøð sigur, hvussu teirra
konsept er samanskrúvað, og síðan
eru aðrir stakir hýruvognsførarar, ið
siga, hvussu teirra koyring er skipað.
Fleiri á flogvøllin
Líkt er til, at fleiri síggja møguleikar
í at koyra fólk á flogvøllin og
heimaftur úr Vágum, tá flogfør eru
lend.
Tá tú tosar við útbjóðarar, sum
koyra tað, ið rópt verður Airport
Shuttle, skilst eisini, at prísirnir fyri
hesa tænastu eru ymiskir, eins og
tænastan, sum bilførarar veita, eisini
er ymisk.
Ein orsøk til, at koyring á og av
flogvøllinum er vorðin meira attraktiv
enn áður, er kanska, at nógvir føroy
ingar arbeiða uttanlands, eitt nú í
Noregi og aðrastaðni.
Ferðast ofta
Hesir eru burtur í nakrar vikur og so
heim aftur í nakrar vikur.
Teir, sum eitt nú arbeiða í Noregi
undir føroyskum veitarum, koma úr
ymiskum heraðshornum í Føroyum,
og tí hava teir eisini brúk fyri
tænastum, sum byrja og enda, har
teir búgva.
Nógvir bjóða seg fram
Ein orsøk til, at koyring á og av flogvøllinum er vorðin meira attraktiv enn áður, er
kanska, at nógvir føroyingar arbeiða uttanlands, eitt nú í Noregi og aðrastaðni