Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-26, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 35 l 26. august 2013 Ókeypis lýsingarblað 14 Bilar Vikutema Bíligari at koyra við Taxi Bil Eitt, sum nógv ikki vita, er, at Taxi Bil koyrir bíligari enn aðrar støðir, og hetta fevnir bæði um bý-og bygdakoyring umframt koyring á longum teinum, har eitt nú undirsjóvartunlar eru íroknaðir prísin - og tunnilsprísurin soleiðis ikki verður lagdur omaná. - Tað er okkara politikkur at koyra bíligari, og tað gera vit, sigur Kemm Poulsen, hýruvognsførari Vilmund Jacobsen Taxi Bil er marknaðarnavnið hjá bil­ støðini Bil, sum húsast á Farstøðini í Havn, og tú kemur inn á heimasíðuna hjá støðini við at skriva taxi.fo. Nevndarformaður í fyritøkuni, sum hevur meiri enn seksti ár á baki, er Karlon Winther, og stjóri er Ingolvur Kjærbo. Vikublaðið hevur skift orð við Kemm Poulsen, ið hevur koyrt hjá støðini í mong ár. Fyrstu ferð, hann koyrdi hýruvogn, var longu í 1973, og hann hevur koyrt hýruvogn burtur av síðan í seinna helmingi av nítiárunum. Ymiskar tænastur Tilsamans 24 hýruvognar eru knýttir at Taxi Bil, men um stutta tíð verða teir einir tríggir aftrat. Taxi Bil hevur allar vanligar koyri­ tænastur kring um á fastlandinum, har koyrandi er, og á heimasíðuni hjá fyritøkuni er eisini neyv kunning um ymiskar útferðartúrar, eitt nú til Kirkjubøar, Sornfelli, Bø, Gásadal, Saksun, Tjørnuvík, Gjógv og Viðareiði. – Vit hava eisini tilboð til fyritøkur og stovnar, sum hava møguleikan at gera fastar avtalur við okkum um koyring og fáa mánaðarliga avrokning fyri koyringina. Kemm vísir á, at tað eru nógvar fyritøkur og stovnar, sum eru farin at brúka hýruvogn heldur enn at hava egnar bilar, tí hetta í longdini er bíligari. – Viðskiftafólk hava eisini møgu­ leikan at bíleggja bil við í mesta lagi tveimum barnastólum, og vit bjóða okkum fram at gera vanliga ørindakoyring fyri viðskiftafólk, leggur hann aftrat. Lægstu prísir Kemm Poulsen sigur, at eitt, sum nógv ikki vita, er, at Taxi Bil koyrir bíligari enn aðrar støðir, og hetta fevnir bæði um bý-og bygdakoyring umframt koyring á longum teinum, har eitt nú undirsjóvartunlar eru íroknaðir prísin - og tunnilsprísurin soleiðis ikki verður lagdur omaná. – Tað er okkara politikkur at koyra bíligari, og tað gera vit. Tað er skjótt, at fólk, bæði í vanligari býar-og bygda­ koyring, spara tað, sum svarar til ein mjólkarpakka, sum hann tekur til. Kemm sigur, at Taxi Bil sjálvandi eisini koyrir á og av flogvøllinum, og eisini her er galdandi, at tey koyra bíligari. - Fólk, sum koma úr útlandinum, kunnu við sínari smart-telefon fara inn á okkara heimasíðu og bíleggja sær pláss. Hetta kann gerast, meðan tey sita í lufthavnini í útlandinum og bíða. Tá tey so koma á flogvøllin í Vágum, standa vit fyri teimum við skelti og navninum á viðkomandi, soleiðis at eingin ivi er um, at plássið í bilinum er bílagt. Kemm Poulsen vísir á, at Taxi Bil hevur nógv afturvendandi við­skifta­ fólk, bæði privat og hjá virkjum og stovnum, og hesi hava stóran týdning fyri fyritøkuna. Kiosk allar dagar Taxi Bil rekur eisini kioskvirksemi við øllum vanligum kioskvørum í hølunum á Farstøðini. – Kioskin er altíð opin, hvønn ein­ asta dag og tíma á árinum. Eingin dagur er undantikin, sigur hann. Kemm heitir á fólk um at hyggja inn á heimasíðuna hjá Taxi Bil www. taxi.fo og á airporttaxi.fo. – Vit koyra fólk úr túninum og á flogvøllin, og vit koyra fólk av flogvøllinum og til dyrnar - og vit koyra sum áður nevnt bíligari enn aðrir veitarar, sigur Kemm Poulsen. Telefonnummarið hjá Taxi Bil er 323232. - Tað eru ikki øll, sum vita, at Taxi Bil koyrir bíligari enn aðrir veitarar, sigur Kemm Poulsen, sum fyrstu ferð koyrdi hýruvogn í 1973 Mynd: Birgir W. Høgnesen Taka koyriroyndina í Klaksvík - At vit koyra flestu tímarnar í Klaksvík, merkir, at fólk, sum eitt nú ganga í skúla, eru í læru ella eru til arbeiðis, missa minst møguliga tíð, bæði tá ræður um teoretiska frálæru og ikki minst koyring, sigur Jóhan Sjóstein, sum hevur koyriskúla í Klaksvík Vilmund Jacobsen Tekur tú koyrikort á koyriskúlanum hjá Jóhan Sjóstein í Nólsoyar Pállsgøtu í Klaksvík, sleppur tú eisini upp í koyring í Klaksvík. Tað kann vera ein fyrimunur hjá teimum, sum kanska stúra fyri at fara upp í miðbýnum í Havn. – Eg havi mína frálæru í leigaðum hølum, og her er pláss fyri umleið 14- 15 næmingum í senn. Jóhan Sjóstein sigur, at hann hevur verið koyrilærari síðan 2007, og honum dámar væl at fáast við hetta virksemi. Koyriskúlin hjá honum veitir koyrikort til persónbil og hýruvogn, og um ikki so leingi ætlar Jóhan, at næmingar eisini skulu kunna taka koyrikort til motorsúkklu á koyri­ skúlanum hjá honum. – Jú, tað eru nøkur sum spyrja um møguleikarnar at taka koyrikort til motorsúkklu. Eg arbeiði við hesum, og eg vænti, at hetta verður ein partur av mínum konsepti, áðrenn langt um líður, sigur hann. Jóhan Sjóstein hevur eisini tey skeiðini, sum aðrir koyrilærarar veita, eitt nú RF-skeið, eftiransandi og eisini hevur hann instruktør, sum syrgir fyri, at tey, sum taka koyrikort, eisini fáa kravda fyrstuhjálparskeiðið upp á pláss. Fyrimunir Jóhan Sjóstein sigur, at tað avgjørt er ein fyrimunur hjá fólki í Norðoyggjum at taka koyrikort í Klaksvík. – Vit koyra her norðuri, og tað merkir, at fólk, sum eitt nú ganga í skúla, eru í læru ella eru til arbeiðis, missa minst møguligt av tíð, bæði tá ræður um teoretiska frálæru og ikki minst koyring. Hann sigur, at frálæran krevur, at tveir tímar fara til býarkoyring í Havn, og hetta plagar hann at skipa saman við koyring á landavegi. – Í fleiri førum fara næmingarnir upp í teori í Havn og í koyring í Klaksvík, men tað hendir eisini, at næmingar fara upp í teori her norðuri. Øll vælkomin Jóhan Sjóstein heldur, at tað avgjørt eru fyrimunirn hjá fólki, sum búgva í Norðoyggjum, at taka koyrikort í Klaksvík. – Øll eru vælkomin at venda sær til koyriskúlan á tlf. 777779, sigur Jóhan Sjóstein, koyrilærari. Koyriskúlin v. Jóhan Sjóstein er eisini at finna á facebook.