Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-26, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2013síða 50

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 35 l 26. august 2013 Ókeypis lýsingarblað 18 Bilar Vikutema Picasso í heilt nýggjum stíli Citroën er komin á marknaðin við einum heilt nýggjum C4 Picasso, sum fæst við bæði 5 og 7 sitiplássum og sermerktum designi, har sera nógv er fingið burturúr innrættingini. Nógv er eisini gjørt burturúr undirvogninum og koyrieginleikunum Navnið Picasso er vorðið eins væl kent sum navnið á Citroën bilum sum navnið á kenda listamanninum Pablo Picasso. Nú er aftur ein nýggjur Citroën C4 Picasso komin á markn­ aðin. Citroën C4Picasso er ein rúmligur MPV við 5 ella 7 sitiplássum, sum hóskar væl inn í vøruskránna hjá Citroën. Útgavan við 7 sitiplássum eitur C4 Grand Picasso. Bilurin eru lættur at koyra og at umgangast í allar mátar. Koyriegin­ leikarnir eru, sum vit kunnu vænta tað av einum fronskum bili – stabilir og tryggir við komforti á høgum støði. Nógv er gjørt burtur úr undirvogninum, koyrieginleikunum og ljóðdoyving. Designið er smart og sermerkt og formurin á bilinum er gjørdur soleiðis at sera nógv er fingið burturúr inn­ rættingini. Talan er um ein nýggjan stíl, ið er við at verða eitt rák sum er uppi í tíðini, at bilarnir skulu designast soleiðis, at sum mest møguligt fæst burturúr plássinum. Motorjournalistar eru samdir um at C4 Picasso er eitt meistaraverk í rúmligheit og praktisk­ ari innrætting – serliga í mun til støddina. Forrúturin er gjørdur sum ein panoramarútur við smølum A-stólpum, sum taka sum minst av útsýninum hjá bilføraranum og verja ímóti óneyðug­ um blindvinklum. Nýggi C4 Picasso er fyrsti Citroën við nýggjasta BlueHDi-motorinum, sum klárar tey strangastu Euro 6-krøvini til lágt útlát. Dieselmotorurin við 150 hk koyrir umleið 25 km/l. Bilurin fæst eisini í bensin útgávum. C4 Picasso fekk 5 stjørnur og besta karakter í EuroNCAP krasjtestunum. Picasso C4 kann síggjast og royn­ ast hjá Waag & Co við Hoyvíks­vegin. Prísurin byrjar við kr. 254.000