Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-26, síða 60
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2013síða 60

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 35 l 26. august 2013 Ókeypis lýsingarblað 28 Bilar Vikutema Andrea Isaksen hevur koyriskúla í kjallaranum - Eg haldi, at tað riggar væl at arbeiða einsamøll við koyriskúlanum, og eg havi næstan fult skeið hvørja ferð, sigur Andrea Isaksen, koyrilærari Vilmund Jacobsen Andrea Isaksen hevur teori-og koyri­ skúla í kjallaranum í sethúsum sínum í Søldarfirði. Adressan er Niðarivegur 11, og hetta eru góð og hugnalig høli, har pláss er fyri umleið 10 næmingum í senn. Tá Andrea er einsamøll um sítt virksemi, tekur hon sær bæði av teori og koyring. – Eg veiti koyrikort til persónbil, hýruvogn og motorsúklu, sigur hon. Nýtt skeið Andrea Isaksen sigur, at skeiðið, sum í løtuni er í gongd, er umleið hálvrunnið, og umleið hálvan september byrjar nýtt skeið í Søldarfirði. – Fólk, sum ætla sær at taka koyrikort, eru vælkomin at spyrja seg fyri hjá mær á tlf. 211687 - ella við at venda sær til mín á facebook-profilinum Andrea Isaksen Koyrilærari. Andrea sigur, at hon eisini hevur tað, sum rópt verður RF-skeið, sum er rúsdrekka-og ferðsluskeið, og hon hevur eisini eftiransandi frálæru. Nú kravt er, at tey, sum taka koyri­ kort, skulu hava fyrstuhjálparfrálæru, hevur hon instruktør, sum syrgir fyri, at næmingar, sum eru í skúla hjá henni, eisini fáa hetta upp á pláss. Riggar væl – Eg haldi, at tað riggar væl at arbeiða einsamøll við koyriskúlanum, og eg havi næstan fult skeið hvørja ferð. Andrea Isaksen sigur, at næm­ing­ arnir hjá henni vanliga eru úr Eystur­ oyarøkinum, men hon hevur eisini havt næmingar úr Klaksvík. – Tey flestu koma av Skála­ fjørðinum, Gøtu, Leirvík og Fuglafirði, leggur hon aftrat. Andrea Isaksen sigur, at fólk eru hjartaliga vælkomin at venda sær til hennara um koyrikort - til persónbil, hýruvogn og motorsúklu. Norðbil hevur fingið nakrar Honda Civic við automatiskum girum. Talan er um Civic 1,8i-VTEC við 140 hk, sum verða seldir til ein sera góðan prís. At síggja til líkist Civic einum sport­ bili við flottum linjum og sermerktum designi. Bakhurðarnar eru í italienskum stíli við fjaldum handtøkum, so bilur­ in sær út, sum hann hevur tvær síðu­ hurðar, hóast hann hevur 4 hurðar og stóra baklúku. Hóast hann sær meira út sum ein sportbilur enn familjubilur, er talan um ein sera praktiskan bil við við­ førisrúmið, sum er 415 litrar. Bak­ setrini kunnu leggjast saman, so tey eisini kunnu nýtast sum viðførisrúm. Innan er Civic eisini nakað serligt. Instrumentborðið er flott designað sum eitt cockpit í einum flogfari. Stórur dentur er lagdur á at verja, um ein fótgangari skuldi verið ákoyrd­ ur. Hetta er nakað, sum Civic fær góð­ an karakter fyri í EuroNCAP- krasj­testum. Tað sum ger hendan Civic til nakað heilt serligt er i-Shift, sum er ein 6-trins automatiskur girkassi við teldustýrdari hydrauliskari kobling. Til ber bæði at koyra við automatiskum girum ella at skifta gir við girstongini ella knøttum á rattinum. Girskiftini eru so bleyt, at tað næstan ikki merkist undir koyring. Honda Civic við i-shift, sum kostar kr. 249.750, kann síggjast og roynast hjá Norðbil við Oyggjarvegin. Væl koyrandi automatiskur Civic