Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-26, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 26. august 2013síða 64

‹ fyrra síða allar 72 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 35 l 26. august 2013 Ókeypis lýsingarblað 32 vikutíðindi Fyrrverandi starvsfólk hittust Mánadagin 12. august hittust nógvir fyrrverandi bilmekanikarar hjá P/F Vilhelm Nielsen & Søn í gamla verk­ staðnum hjá Vilhelm Nielsen í Jónas Broncksgøtu í Havn. Tað var Sámal Bláhamar, sum hevði tikið stig til tiltakið – og høvi var, at hann tann dagin fyri júst fimmti árum síðani fór í læru hjá Vilhelm Nielsen sum bilmekanikari. John Vilhelm byrjaði eisini um somu tíð sum lærlingur. Fyrireikararnir høvdu lænt tann partin av gamla verkstaðnum, sum nú hýsir múraravirkinum hjá Birgiri Krossteig. Partur av verkstaðnum varð tikin niður, tá bygningurin hjá Smyril Line varð bygdur fyri góðum 20 árum síðani. Gomlu mekanikararnir hugnaðu sær við køkum og kaffi – og fleiri tóku orðið. Umframt Sámal Bláhamar, so søgdu bæði Vagnur Michelsen, sum lærdi og starvaðist hjá Vilhelm Nielsen í sjey ár, áðrenn hann fór á læraraskúla, og Sverri Mortensen, sum var á verkstaðnum og á goymsluni í nærum hálva øld, nøkur orð. Thorolf Bjørklund, sum var síðsti stjórin hjá P/F Vilhelm Nielsen og sum var versonur hansara, segði eisini nøkur orð. Tveir gamlir Opel bilar vóru eisini við, ein Opel Manta B frá 1975 og og ein Opel Kadett B frá 1973. Teir vakstu sum vera man gomul minni. Vilhelm Nielsen Vilhelm Nielsen var dani, føddur í Nagbøl í Ribe amt, tann 1.november í 1892. Hann lærdi til maskinmeistara og var eina tíð í langfarasigling við ØK skipinum Falstria, har hann í 1916 kom at sigla saman við føroyinginm Wenzel Petersen, ið var elektrikari umborð. Hetta førdi við sær at Vilhelm Nielsen giftist við Sigrid, sum var systir Sofíu, konu Wenzel Petersen. Teir gjørdust sostatt svágrar. Í 1920 flytur Vilhelm Nielsen til Føroyar, og sama árið byrjar samstarvið við Wenzel Petersen, ið tá hevði verkstað í Quillingsgarði, har teir millum annað seldu tann fyrsta bilin í Føroyum, ein Ford TT, tann 6. maj í 1922. Umframt Ford umboðið fingu teir eisini umboð fyri General Morors og fóru at selja Chevrolet bilar. Ford góðtók ikki at teirra bilar vórðu seldir saman við Gereral Motors bilum, tí samdust teir um at Vilhelm Nielsen fekk General Motors og í 1927 fekk hann sær eina smiðju úti í Grind og byrjar fyri seg sjálvan har. Fyritøkan var so har nøkur ár og tann 1.apríl í 1935 verður flutt inn í ein nýggjan bygning, ið Vilhelm Nielsen hevði latið bygt í Jónas Broncksgøtu. Hetta var ein bygningur í tveimum hæddum við verkstaðið og bilasølu í niðaru hædd og íbúð í erva. Fyritøkan hjá Vilhelm Nielsen í Jónas Broncksgøtu bleiv ein av teimum stóru í býnum. Fyrstu tíðina seldu teir amerikanskar Chevrolet bilar, og seinni komu onnur bilmerkir hjá Gereral Motors eisini hendan vegin, teir týsku Opel og ensku Vauxhall persónbilarnir, Bedford vørubilar, lastbilar og bussar. International Harvester traktorar og landbrúksmaskinur, Goodyear bildekk, Hyster gaffiltrukkar, Atlas køliskáp og kølianlegg. Umframt bilverkstaðin var ein maskinverkstaður, har teir millum annað arbeiddu umborð á skipum. Fyritøkan Vilhelm Nielsen & Søn varð í 1986 seld til P/F Auto Service, og nakað eftir tað varð alt virksemið flutt niðan á Hoyvíksvegin, har varð hildið var fram við sama navninum P/F Vilhelm Nielsen í eina tíð til fyritøkan varð løgd saman við Auto Service. Vilhelm Nielsen Hesin bygningurin varð tikin niður, tá bygningurin hjá Smyril Line varð bygdur á sama øki. Gomul vetrarmynd av virkseminum hjá Vilhelm Nielsen