týsdagur 27. august 2013síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 28. august 2013 · Nr. 98
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund jacobsen
Loysir tað seg altíð at leggja av at
roykja?
- Svarið er ja. Fleiri halda, at um
tey hava roykt í nógv ár, kann tað
ikki loysa seg at leggja av. Men,
sannleikin er, at roykisteðgur fer
altíð at betra um heilsustøðuna.
Ávísir batar vísa seg longu
fáar tímar eftir, at fólk hava lagt
sigarettina. Aðrir vísa seg yvir
eina longri tíð.
- Tá tú leggur av at roykja,
orkar tú betri. Tað gerst lættari at
fáa luft, og tú kanst rokna við at
liva nøkur ár longri - sjálvt, um tú
gevst, eftir at tú ert farin um tey
seksti.
Ella, sagt í stuttum: Tað loysir
seg altíð at leggja av at royka -
líkamikið, hvør aldurin er.
Kelda: Kræftens Bekæmpelse
Altíð skilagott at leggja av at roykja
Kanningin hjá Ana
lyse Danmark vísir,
at tað kann skjótt
enda galið, tá fólk
fara á apotekið at
keypa pínulinnandi
heilivág móti nakka-
og akslapínu
Vilmund Jacobsen
Tá pína í nakka og akslum gerst
ótolandi, taka fólk ofta tilvildarligan
pínulinnandi heilivág. Fólk halda,
at heilivágur keyptur í handkeypi
hevur eins virknað, og bert tey
fæstu vita, at orsøkin til pínuna ofta
er bruni - ella ein ”inflammation”,
sum danir rópa tað.
Bert ein av 10 dønum kenna
munin á, hvussu heilivágur keyptur
í handkeypi virkar. Tað vísir ein
nýggj
kanning,
sum
Analyse
Danmark hevur gjørt.
Kanningin vísir eisini, at heldur
ikki læknar altíð vita nóg mikið um,
hvussu pínusjúklingar best vera
viðgjørdir.
Tað sigur yvirlæknin, Gitte
Handberg,
sum
er
forkvinna
fyri SmerteDanmark og sum er
yvirlækni og hevur ábyrgdina av
tí, sum rópt verður Smertecenter
Syd á Universitetssjúkrahúsinum
í Odense.
Kanningin hjá Analyse Danmark
vísir, at tað kann skjótt enda galið,
tá fólk fara á apotekið at keypa
pínulinnandi heilivág móti nakka-
og akslapínu.
Í staðin fyri at fara á apotekið
og spyrja um ráð, keypa tey allar
flestu bara eftir onkrum heilivági,
tey frammanundan kenna.
Vit vita, at nøkur sløg av
pínulinnandi handkeypsheilsivági
linna pínu, meðan onnur sløg
kunnu gera pínuna verri.
Tað eru bara umleið 9,5 prosent
av teimum, sum fara á apotekið at
keypa pínulinnandi, sum spyrja
starvsfólkið til ráðs.
Gitte Handberg veit fleiri dømi
um, at fólk, sum hava kroniska
nakka-og akslapínu, keypa heilivág
á apotekinum, sum slett ikki hjálpir
móti pínuni.
- Tað er ikki so løgið, at sjúklingar
ikki vita, hvat hjálpir móti pínu,
tá praktiserandi læknar heldur
ikki hava nóg mikið av vitan um
pínuviðgerð. Læknarnir hava ikki
fingið
neyðugu
undirvísingina
í sínari útbúgving., og tí eru teir
ofta hjálparleysir, tá teir hava við
pínusjúklingar at gera, sigur er
forkvinna í nýggja felagsskapinum,
SmerteDanmark.
Hon vísir á, at læknar ofta
viðgera pínuna, sum um pínan er
tekin um "aktiv lidelse", sum danir
rópa tað, og tað er rætt, tá talan er
um akutta pínu.
- Við akuttari pínu verður leitað
eftir orsøkini. Orsøkin verður
funnin, og síðan fer viðgerðin í
gongd. Men, við kroniskari pínu
er møguliga orsøkin kanska longu
farin í "bakgrundina", og tí kann
kroniska pínan ikki viðgerast sum
ein sjálvstøðugur trupulleiki, sigur
Gitte Handberg.
SmerteDanmark fer at arbeiða
fyri at styrkja vitanina hjá læknum
um viðgerð av kroniskum pínum.
Pína í nakka og akslum
Ein kanning hjá Amalyse
Danmark vísir, at heldur ikki
læknar altíð vita nóg mikið
um, hvussu pínusjúklingar
best vera viðgjørdir