Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-27, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2013síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. august 2013 · Nr. 98 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Jørn Astrup Hansen undrast. Fyrr­verandi formaðurin í Bú­ skapar­ráðnum, sum í tveim­ um umførum eisini hevur verið bankastjóri í Føroyum, fær ikki roknistykkið at hanga saman. Ikki tí at hann hevur gloymt kynstrið at rokna, men tí hann snøgt sagt ikki skilir logikkin í tí roknistykki, sum liggur til grund fyri avtaluna um Eystur­oy­ar­tunnilin. - Lat meg beinanvegin sláa fast, at eg kenni ikki allar smá­lut­ir­nar í sáttmálanum millum landsstýrið og privata íleggj­ar­an. Men tað eru tað sum skilst heldur ikki nógv onnur, ið gera. Tíverri. Men tað, ið er komið alment fram, fær meg bæði at undrast og ørkyml­ast, sigur Jørn Astrup Han­sen. Mongu ára royndirnar á ovastu rók í føroyska banka­ kervi­num hava, saman við for­mans­sessinum í Bú­skap­ ar­ráðnum, givið Jørn Astrup Han­sen stórt og neyvt inn­lit í føroyskan búskap og sam­ felags­viðurskifti sum heild. Av síðulinjuni rópar hann nú varskó: - Landsstýrið er í ferð við at geva einum privatum íleggj­ara rætt til at krevja inn avgjald frá landsins borgar­ um í 30 til 50 ár. Tað er í sjálv­ um sær undrunarsamt. Og tá man samstundis hoyrir, at privati íleggjarin skal hava eini 10 prosent í avkasti av íløguni, samstundis sum lands­kass­in sjálvur kann læna pengar fyri minni enn tvey prosent í rentu, so er tað at eg reisi spurningin, um lands­s­týrið nú eisini røkir áhuga­málini hjá landsins borgar­um, sigur Jørn Astrup Han­sen og heldur fram: - Her er ikki talan um eitt OPP-modell, har tað almenna og privata ganga saman um eina íløgu. Her verður alt latið upp í hendurnar á tí pri­ va­ta, tá sáttmálin er undir­ skriv­aður. Sambært fyrrverandi banka­stjóranum og for­ manni­num í Bú­skap­ar­ ráð­num er leikluturin hjá lands­stýrinum rættuliga ser­ merkt­ur í hesum málinum. - Tað tykist sum er lands­ stýrið reelt úti úr myndini, so skjótt sáttmálin um tunnilin er undirskrivaður. Tá hevur lands­stýrið ongan annan leik­ lut enn at halda íleggjaran leysan av møguligum eyka út­reiðslum í samband við lógar­broyt­ingar og herd krøv av ymsum slag. Øll verk­æt­ lan­in er hinvegin latin upp í hendurnar á privata felag­ num at gjøgnumføra. Tað, ið hóvar Jørn Astrup Han­sen lítið, er at landsstýrið eftir hansara tykki fer so lætt um uppgávuna. - Landsstýrið handlar vegna borgaran. Og tá undir­ skriftirnar eru settar á sátt­ málan, gerst hann ein sátt­ máli millum privata felagið og borgaran, ið jú skal brúka tunnil­in. Tí hevur tað týdning, um íløgan í tunnilin skal for­ rentast við 10 prosentum ella tveimum prosentum. Tað verður jú avgerandi fyri prís­in, ið borgarin skal rinda fyri at brúka tunnilin næstu 30 til 50 árini. Monopolið Landsstýrismaðurin í inn­ lendis­málum og løgmaður hava fleiri ferð­ir víst á, at verð­ur tunnils­gjaldið ov høgt, so kun­nu fólk bara koy­ ra eft­ir ver­andi farleið. Tann støðan vil so føra við sær, at prísurin ongantíð verð­ur ov høgur. Argumentatiónin rín­ur ikki við Jørn Astrup Han­ sen. - Hatta er ikki eitt ra­ tio­nelt argument. Tað er lands­stýrið, sum sjálvt velur at lata privatum íleggjara einkarrætt til hesa farleiðina í 30 ár, kanska enntá 50 ár. Eisini mugu vit minnast til, at jú minni tunnilin verð­ur brúktur, jú minni er sam­ felags­nyttan av honum. Tí skilji eg snøgt sagt ikki, at land­ið letur ein privatan kapital­grunn um at regulera ferðsl­u­na við einum avgjaldi, sum landið bara hevur sera av­markaða ávirkan á, sigur Jørn Astrup Hansen. Somuleiðis hava lands­ stýris­maðurin í inn­lendis­ málum og løgmaður báðir ført fram, at tað almenna hev­ ur ikki ráð til at gera Eyst­ur­ oyartunnilin, tá aðrar stórar út­byggingar í infrakervið sam­stundis standa fyri framm­an. Víst verður á, at pri­vata tunnilsloysnin kostar ikki lands­k­assanum eina kró­ nu. Heldur ikki hetta argu­ mentið rínur við hjá Jørn Astrup Hansen. - Eg hoyri teir siga, at vit hava ikki ráð til at gera tveir tunnlar í senn. Eg spyrji bara, hvør er ”vit” í hes­um samanhangi. Hevur lands­ stýrið ikki júst gjørt av, at før­oyska samfelagið hevur ráð til Eysturoyartunnilin. Og havi vit ikki júst hoyrt, at før­oyska samfelagið hevur so mik­ið góð ráð til tunnilin, at hann enntá klárar at forrenta seg sjálvan, spyr Jørn Astrup Han­sen retoriskt. Hann undrast á, at lands­ stýrið peikar á aðrar íløgur og brúka tær sum argument fyri at lata einum privatum hesa íløguna at umsita og tjena pengar av. Enn einaferð roynir royn­ di bankamaðurin at halda fokus á pengarnar. - Minst til, at landsstýrið ger avtaluna vegna brúkaran, sum er føroya fólk. Tú kanst siga, at landsstýrið hev­ur fingið eina fulltrú frá fólki­ num í somáta. Og í løtuni er landsstýrið í ferð við at áleggja fólkinum at rinda ein sera høgan prís fyri at ­ein privatur íleggjari skal átaka sær sama váða, sum lands­ stýrið pr definitión longu hevur átikið sær, sigur Jørn Astrup Hansen. Í almenna kjakinum hevur verið víst á, at eingin vissa er fyri, hvussu nógvir bilar nú eisini fara at koyra gjøgnum tunnil­in. Og harumframt er víst á óvissuna við at gera sjálvan tunnilin. Hesir báðir faktor­ar verða lýstir sera ym­ iskt, alt eftir hvønn tú spyrt. Í Sosialinum í síðstu viku eftir­lýsti Johnny í Grótinum, bú­skap­arfrøðingur og fyrr­ ver­andi formaður í Bú­ skap­ar­ráðnum, eina grund­ leggjandi diskusjón um sam­felags­nyttuna av tí ein­ støku íløguni. - Vit mugu hava eitt vitan­ ar­grundarlag at diskutera á. Vit mugu kunna diskutera, um og hví føroyski brúkarin skal gjalda tríggjar ferðir so nógv fyri at koyra gjøgnum Eystur­oyartunnilin aftur fyri at eitt privat felag átekur sær váð­an av at gera tunnilin, segði Johnny í Grótinum við Sosial­in. Jørn Astrup Hansen er av somu fatan. - Vit mugu minnast til, at landsstýrið handlar borgar­ ans vegna og fyri rokningina hjá borgarunum í landinum. Og borgarin hevur krav um at fáa hesar váðar og kost­ nað­in av teimum lýstar út í æsir, áðrenn landsstýrið gev­ur einum privatum felag mono­pol til farleiðina í mong ár frameftir, sigur Jørn Astrup Hansen avgjørdur. Tigandi ráðgevingin Jørn Astrup Hansen harm­ ast um, at so nógv hol eru í kjakinum um Eyst­ur­oyar­ tunnilin. - Kjakið um hesa milliar­ da íløgu fer ikki fram á nóg góðum og upplýstum grund­ar­ lag, staðfestir fyrr­verandi for­ maðurin í Bú-skapar­ráð­num, sum als ikki skilir, at lands­s­ týrið hevur latið sær lynda at samráðast í loynd­um. - Landsstýrið samráðst jú vegna borgaran, sum skal brúka og gjalda fyri tunnilin. Hev­ur borgarin tá ikki rætt til at vita, hvat samráðst verð­ur um, spyr Jørn Astrup Han­sen. Í Sosialinum í síðstu viku eftirlýsti Johnny í Gróti­num, ið sum nevnt eisini hevur verið formaður í Bú­skap­ar­ Landsstýrið misnýtir Landsstýrið hevur tikið sær rættin til at samráðast um Eysturoyartunnilin vegna føroya fólk. Og satt at siga havi eg ilt við at skilja, at úrslitið ikki bleiv frægari. Tí hví er tað ein góð avtala fyri borgaran, at íløgan skal forrentast við 10 prosentum, tá landskassin sjálvur kann læna fyri tvey prosent, spyr Jørn Astrup Hansen, ið setir stórt spurnartekin við, um landsstýrið í heila tikið røkir áhugamálini hjá landsins borgarum Í løtuni er landsstýrið í ferð við at áleggja fólkinum at rinda ein sera høgan prís fyri at ein privatur íleggjari skal átaka sær sama váða, sum landsstýrið pr definitión longu hevur átikið sær