týsdagur 27. august 2013síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 28. august 2013 · Nr. 98
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
fulltrú frá fólkinum
ráðnum, at sitandi Búskapar
ráð hevur eina meining um
málið.
Búskaparráðið var kall
að í Rættarnevndina hjá
løgtinginum
næstsíðsta
fríggjadag. Men ráðið hevur
onga meining um tunnilin,
segði Sverri Hansen, for
maður í ráðnum, eftir tann
fundin.
Ein útsøgn, ið Jørn Astrup
Hansen hevur ilt við at skilja.
- Eysturoyartunnilin er
eitt upplagt mál fyri Bú
skaparráðið. Og tá ráðið av
einhvørjari orsøk velur at lata
vera við at lýsa tunnilsmálið,
so átti landsstýrið at biðið
Búskaparráðið um at gjørt
eina lýsing av málinum. Eftir
mínari fatan er man við at
innføra eina nýggja ”lens
mannatíð”, har ein útlendsk
ur aktørur fær loyvi at krevja
inn avgjøld í Føroyum í 30 til
50 ár frá fólki, sum brúka ein
týðandi part av samferðslu
kervinum. Eitt slíkt stig
eigur at vera lýst út í æsir
fyri almenninginum, og tað
burdi verið ein uppgáva fyri
Búskaparráðið, sigur Jørn
Astrup Hansen.
Hóast hann hevur stórt
innlit í fíggjarheimin, so
hevur Jørn Astrup Han
sen onga meining um per
sónarnar í íløgufelagnum
Copenhagen Infrastructure
Partners, sum allir fýra
hava eina umstrídda fortíð
í orkufelagnum Dong, men
nú hava fingið milliardaupp
hædd frá PensjonDanmark
at arbeiða við.
- Teir koma ivaleyst til
Føroya, tí teir hava sæð
møguleikan at gera eina góða
forrætning. Teir eru heilt av
gjørt topp professionellir,
og man kann tí bara vóna,
at landsstýrið ikki er ”yvir
matchað”, sigur Jørn Astrup
Hansen og leggur afturat:
- Men í almenninginum
er orðaskiftið ófullfíggjað,
og tað tykist elva til frustra
tiónir millum fólk. Og tað er
sera óheppið í einum máli
av slíkum slag. Ikki minst, tá
landsstýrið handlar við full
trú frá fólkinum.
jonbrian@sos.fo
Landsstýrið gevur einum privatum
felag monopol til farleiðina í
mong ár frameftir, sigur Jørn
Astrup Hansen avgjørdur
Eftir mínari fatan er man við at innføra eina
nýggja lensmannatíð, har ein útlendskur
aktørur fær loyvi at krevja inn avgjøld
í Føroyum í 30 til 50 ár frá fólki
FAKTA
- Jørn Astrup Hansen í føroyska samfelagnum:
• Stjóri í Føroya Banka frá 1992 til 2005
• Formaður í Búskaparráðnum frá 2006 til 2008
• Stjóri í endurreista Eik Banka frá 2010 til 2011, settur av Finansiel Stabilitet
• Situr í dag í nevndini í Eik Banka