Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. august 2013 · Nr. 98 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 meldurin Hilmar Jan Hansen Sunnudagurin 15. september verður ein serligur dagur í lív­inum hjá 53 ára gomlu Marjun í Kálvalíð í Miðvági, tí tá verður hon prestvígd í dóm­kirkjuni í Havn. Og tvær vikur seinni, á mikkjalsmessu, verð­ur aftur ein serligur dag­ ur hjá henni, tí tá verður hon við hámessu í Vestmanna kirkju innsett í tænastuna sum sóknarprestur í Norð­ streymoyar og Vága presta­ gjøldum. Samstundis verða hesir dagar eitt slag av eini lidnari ringrás, tí tað longu er langt síðani, at ábendingarnar byrj­ aðu at fara hendavegin. – Tá eg var smágenta, søgdu tey altíð, at eg snakkaði so nógv, at mátti fara at verða prestur, flennur Marjun. Mitt í øllum rokanum av lukkuynskjum, vitjanum og føgrum orðum hevur hon valt at sett eina løtu av til eitt prát um hetta nýggja hæddar­punktið í lívi sínum, sum í sínum uppruna meira ítøkiliga kann flytast aftur í 80-ini. Tá fór hon undir gud­frøði­ lestur, men helt bara á í hálvt­ annað ár ella so, til hon gavst, tí »tað hendu fleiri ting í lív­ inum, sum ikki vóru so løtt at handfara,« sum hon málber seg. Hon valdi at steðga og hálsaði eitt sindur um, tí í staðin fyri gudfrøði, fór hon at lesa til sosialráðgeva, sum hevur verið henni ein góð­ur lærdómur og ein góð bar­ last. – Eg vildi gjarna verða prest­ur, og tað hevur alla tíð­ina ligið í høvdinum, at eg aftur skuldi fara í gongd við at lesa gudfrøði. Men tað var eis­ini altíð ein spurningur, um ráð og umstøður og alt tað var til staðar, sum skuldi til, sigur Marjun, sum bleiv skump­að eitt sindur í gongd, tí sonurin Djóni, sum er autist­ur, onga ansing hevði og hon tí mátti finna upp á okk­urt. – So eg valdi at søkja og fekk játtandi svar, at eg slapp at lesa aftur. Og at tað var tað rætta, fekk eg líka­ sum staðfest ein dagin, tá telefonin ringdi og eg bleiv spurd, um tað passaði, at eg las gudfrøði. Jú, svaraði eg, og so søgdu tey, at tey høvdu allar bøkurnar til gud­frøði­ lesturin liggjandi, og um eg hevði áhuga, skuldi eg bara eiga tær. So har stóð eg við hálvum­øðrum flytikassa av bók­um, sum eg altso valdi at taka sum eitt ordiliga gott tekin um, at eg var á góðari leið. Marjun tók so bachelor- partin sum sjálvlestur, og tá hon skuldi fara niður við son­ inum, sum skuldi á spesial­ skúla, gjørdi hon kandidat- partin lidnan eftir einum ári, hóast hann er normeraður til tvey ár. – Hjá mær var tað eitt val, at eg valdi at studera 100 prosent og fáa alt liðugt upp á eitt ár. Tað eydnaðist, tí eg var liðug í september, og so skund­aði eg mær í holt við pastoral­seminarii, sum eg bleiv liðug við í desember í fjør, sigur Marjun, ið sostatt kom á mál við lestrinum, hon fór undir í 80-unum og nú bara bíðar eftir form­ligu góðkenningini frá Menta­ mála­ráðnum, so kann hon av álvara gera seg klára til at fara til arbeiðis. Kennir seg hepna Tað var sunnudagin, at kirkju­ráðini í Vágum og Norð­ streym­oy á felags kirkju­ráðs­ fundi innstillaðu Marjuna til kallið í Vestmanna, og síðani hevur telefonin næstan ikki staðið still, umframt at hurð­ in á Kálvalíðvegi 10 næstan hev­ur gingið uttan steðg síð­ani, tí fólk eru komin at heilsa uppá. – Hóast tíðindini um presta­kallið ikki bórust fyrr enn mánadagin, so vistu nøkur longu av tí sunnu­ kvøldið, so longu tá fóru allar heilsanirnar at streyma inn. Tey nærmastu fingu tað at vita, men eisini onn­ur, sum sóu allar bilarnar uttan­fyri og tí fingu eitt ánilsi um tað, komu at siga til­lukku, um­ framt sjálvandi uppring­ingar, nógv sms-boð og teldu­postar, sigur Marjun. – Sjálv eri eg ikki á Face­ book, men eg havi skilt, at har eru eisini komnar fleiri heilsanir sum viðmerkingar til tíðindini um starvið. Hetta eri eg alt samalt sera takk­ som fyri, og eg má siga, at eg havi fingið eina øgiliga góða mót­tøku. Komandi presturin hevur longu verið og tikið bestikk av prestagarðinum har, so hon kann vita, hvat pláss er fyri møblum, hvussu gardin­ urnar skulu vera og so fram­ vegis. Tá so alt er klárt, flytur hon inn saman við mann­ inum, Ken Jensen, sum er múr­ara­meistari við egnari fyri­tøku, og 18 ára gamla soninum, Djóna, sum enn býr heima. Harumframt eigur hon trý onnur børn, sum eru flutt heimanifrá, og eru tey 34 ára gamli Jóhan Herlon, 30 ára gamla Julia og 28 ára gamli Harald, sum forrestin býr í Vestmanna. – Ja, her hendir nógv, skal eg siga tær. Tí oman á tað heila, so skal eg verða omma í næsta mánaði, sum við einum ommubarni í grannalagnum í Vestmanna óivað fær sítt at síggja til – umframt alt tað nýggja, ið fylgir við kall­inum og tilveruni sum sóknar­ prestur. Yvirhøvur hevur alt gingið nokk so skjótt fyri seg, tí tá Marjun kom heim í vár, søkti hon embætið í Vestmanna, men mátti so bíða við tolni, tí tað varð tikið aftur í apríl mán­aði. Tey, sum høvdu søkt, fingu at vita, at tey kundu lata umsóknina verða liggj­ andi, um tey høvdu hug til tað, og tað gjørdi Marjun so eis­ini, so hon var eitt av trim­ um, ið søktu prestakallið í Vest­manna. – Eg vildi so øgiliga gjarna sleppa at arbeiða í Føroyum, men kenni meg sera hepna, at eg nú havi fingið eitt presta­starv at røkja, tí tað er altso avmarkað, hvussu nógv størv eru leys at søkja, tá tú ert prestur. Men alt hevur passað sum fótur í hosu, og eg eri so glað fyri, at tað hevur gingið so væl, og nú gleði eg meg bara til at koma í gongd, sigur komandi vest­ manna­prestur, ið longu í aðru royndini fekk eitt starv. – Ja, eg søkti eisini í fjør­ summar her vesturi, tá Dávid Johannesen fór frá fyri aldur, sjálvt um eg tá bara var um at vera liðug. Tá vóru sjey um­sóknir, so møguleikarnir vóru kanska ikki so góðir, men eg vildi so royna tað. Og tá Inga hevði fingið tað starv­ið, segði eg við hana, at so mátti eg bara fara at søkja hennara, tá tað varð lýst leyst. Brúk fyri øllum Inga Poulsen Dam, sum er sóknarprestur í Vága presta­ gjaldi, og Marjun í Kálvalíð hava kenst alt lívið. Tær eru javngamlar og hava fingið í flokki saman, spælt saman, eru vaksnar upp saman og koma nógv saman enn, so tað er einki at siga til, at Marjun hevur brúkt vinkonuna eitt sindur til ta sparring, ið má til, tá ein drúgvur gud­ frøði­lestur skal fáast frá hond­ini, og eisini hevur hon fingið góða hjálp frá Dávid Johannesen. – Tey bæði hava verið mær til góða hjálp, og so má eg siga, at tað gleðir mítt kvinnu­politiska hjarta, at nú verður tað eitt sindur serligt hjá okkum vesturi í Vágum, tí í hes­um prestagjaldinum er hálvur­annar prestur, og tað verða tvær kvinnur, sum røkja hetta kallið, sigur Marjun, ið heldur tað vera so sjálv­sagt, at brúk er fyri Las lestur sum smágenta – Tað eru tær føroysku kvinnurnar, sum hava lært børnini upp og lagt trúnna niður í okkum, og tað er ikki av ongum, at vit syngja um, »tá omma meg tók á sítt knæ og lærdi meg har fyrstu bøn, ið eg bað«, sigur komandi sóknarpresturin í Vestmanna, Marjun í Kálvalíð, sum vaks upp saman við ommuni, abbanum og langabbanum, og tí frá barni av er von við, at lestur var lisin sunnudag