týsdagur 27. august 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 28. august 2013 · Nr. 98
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
bæði kvinnum og monnum í
kirkjuligu tænastuni.
– Eg haldi, at um vit skulu
taka tað í álvara við at út
breiða Guðs orð, so hava
vit brúk fyri øllum góðum
kreftum, bæði kvinnum og
monnum, og eg haldi, at vit
hava ikki ráð til ikki at brúka
bæði kynini.
Marjun í Kálvalíð hevur
tosað seg heita og tað skilst
á øllum brøgdum, at hennara
stóra virðing fyri føroysku
kvinnuni upp ígjøgnum tíð
ina er stór og hjartalig.
– Vit skulu minnast til, at
tað eru tær føroysku kvinn
urnar, sum hava lært børnini
upp og lagt trúnna niður í
okkum. Tað er ikki av ongum,
at vit syngja um, »tá omma
meg tók á sítt knæ og lærdi
meg har fyrstu bøn, ið eg
bað«. Føroysku kvinnurnar
hava ikki bara lært okkum
um kristindómin, men hava
veruliga lagt Guðs orð niður í
børnini, sigur Marjun, ið sjálv
er vaksin upp í Kálvalíð, sum
var náðinsgarðurin, ið hoyrdi
til prestagarðin í Jansagerði.
– Eg eri vaksin upp hjá
ommu og abba mínum í
Kálvalíð, har langomman
eisini búði. Abbi doyði, tá eg
var bara átta ára gomul, so
omma og langomma settu
sín stóra dám á míni barna
ár, sum kanska vóru merkt
ar eitt sindur av einum
gamaldags uppvøkstri, um
vit kunnu siga tað so. Báðar
dámdu væl at lesa og har
vóru nógvar bøkur og lesnað
ur annars í húsinum, so eg
havi altíð lisið nógv. Og so
lósu vit eisini lestur heima,
og eg byrjaði sjálv at lesa
sum smágenta, tá eyguni hjá
teimum báðum gomlu ikki
vóru so góð longur.
Hetta við at vera prestur
hevur altso verið nakað,
Marjun altíð hevur verið eitt
sindur upptikin av, og hon
minnist millum annað aftur
á, hvussu hon fylgdi væl við,
tá Elsa Funding bleiv fyrsti
kvinnuligi prestur í Førouym,
umframt at Marjun sjálv
hevur arbeitt í kirkju niðri
og eisini hevur verið deknur
í kirkjuni í heimbygdini, Mið
vági.
– Eg veit ikki, um eg kann
siga, at hetta beinleiðis hevur
verið eitt kall, men eg havi
verið øgiliga upptikin av at
vera ein av teimum, sum
kundi boða kristindómin og
bioðkapin um Jesus Kristus.
Og tað er nokk lagt niður í
ein sum barn, tí hjá okkum
vóru tað kvinnurnar, sum
gjørdu tað, tí menninir vóru
burturi, greiðir Marjun frá.
Modernað konservativ
Hetta við einum »gamaldags
uppvøkstri«, sum hon hevur
nevnt, sæst kanska eisini í ein
ávísan mun aftur í hennara
hugburði til kirkjuna, men
kortini ikki heilt, tí hon
fevnir í sínum sjónarmiðum
og hugsanum rættiliga víða.
– Ja, eg eri nokk tað, tú
kanst kalla modernað kon
servativ. Eg vil siga, at eg
eri konservativ upp á tann
mátan, at man skal hava
virðing
fyri
kirkjuni
og
gudstænastuni, og at ikki er
neyðugt at broyta mátan, vit
halda gudstænastu uppá, tí
tá hámessan hevur yvirlivað
í so nógv ár og ígjøgnum so
nógvar rembingar og annað,
so er tað, tí at hon stendur
sterk. Upp á tann mátan eri
eg kanska eitt sindur kon
servativ, sigur Marjun.
– Og tað eri eg kanska eis
ini, tá vit tosa um, hvussu tú
kemur inn í eina føroyska
kirkju, at har er friður, tøgn
og møguleiki at fordjúpa seg.
Ikki, sum tað til dømis kann
upplivast í donskum kirkjum,
har er so ræðuliga ófriðarligt
í mun til hjá okkum, tí her er
tað meira ein andakt í tí at
fara í eina kirkju.
Men
samstundis
sum
komandi vestmannaprestur
vil halda fast við tað góða,
gamla sereyðkennið fyri før
oysku kirkjuna, er talan eis
ini um ein opinleika fyri, at
tingini ikki altíð bara skulu
gerast upp á tann gamla
mátan.
– Eg haldi sjálvandi eisini,
at tað er ordiliga stuttligt at
hava barna-, ungdóms- og
familjugudstænastur,
eins
væl og skrúvugudstænastur,
og eg eri eisini glað fyri at
kunna hoyra Cohen í Kvívíkar
kirkju og at hoyra tjørnu
víkingar syngja kingo. Eisini
síggi eg nógv gott í hesum
nýggja, at farið verður píla
grímsferðir, at gera kretur og
ymiskt sovorðið, tí tá hjúlini
annars bara mala skjótari og
skjótari, er tað gott við friði,
sigur hon.
– Eg vil gjarna formidla
kirkjuna sum eitt stað, har
tú ert í friði við teg sjálvan
og tín gud, og har tú merkir
Guðs nærveru, umsorgan,
nærleika og kærleika. Tað er
eisini gott at merkja felags
skapin, sum vit eitt nú kunnu
gera tað til tær serligu føstu
gudstænasturnar, sum eru
um kvøldið og gjarna draga
fólk í kirkju, sum kanska
ikki so ofta annars eru har, tí
har verður ofta ein drekka
munnur aftaná, tá vit kunnu
práta og vera saman og bara
merkja felagsskapin.
Gleðir seg
Hóast tað ikki er fyrr enn
um ein lítlan mánað, at
Marjun í Kálvalíð av álvara
fer til arbeiðis sum prestur
í Vestmanna, er framvegis
nógv at fáa upp á pláss, so
hon fer at hava sítt at síggja
til fram til bæði vígsluna og
innsetingina.
– Enn eigi eg ikki kjóla og
kraga, men tað fái eg, tí eg
havi verið og tikið mát, sigur
hon, samstundis sum hon
enn einaferð undirstrikar,
hvussu hon gleðir seg til at
sleppa í gongd.
– Ja, eg gleði meg so til at
koma í gongd, tí hetta er bara
so spennandi. Her vesturi
kenni eg sjálvandi tey, sum eg
skal virka ímillum, og eisini
kenni eg onkran í Vestmanna
og
Kvívík,
men
longur
norðureftir skal eg læra
nógv fólk at kenna. Eg havi
eitt systkinabarn í Hósvík,
men annars fari eg at møta
nógvum fólkum, eg helst
ikki havi møtt fyrr. Men tað
er eisini nakað, sum ger hetta
so spennandi og stuttligt at
fara í holt við.
Prátið nærkast endanum,
og tað merkist, at Marjun er
full í orku og klár at fara til
verka. Eisini merkist, at tað
eru ikki so fá, ið vilja heilsa
uppá og ynskja henni alt
tað besta í kallinum sum
sóknarprestur í Vestmanna,
tí hon hevur úr at gera við at
takka fyri vitjanir, gávur og
heilsanir, og brádliga vendir
eisini ein av gestunum aftur,
sum í ruðuleikanum hevði
tikið skógvarnar hjá onkrum
øðrum, tá hann fór.
Um tað vóru skógvarnir
hjá Marjun ella ikki, sigur
søgan einki um, men tað
skilst á øllum brøgdum, at
hon er púra klár og væl ílatin
at fara til verka – so skjótt
sum kjólin og kragin eru upp
á pláss…
hilmarjan@sosialurin.fo
Eg gleði meg so til at
koma í gongd, tí hetta
er bara so spennandi.
Her vesturi kenni eg
sjálvandi tey, sum eg
skal virka ímillum
Mynd: Álvur Haraldsen
– Vit skulu minnast til, at tað eru tær føroysku
kvinnurnar, sum hava lært børnini upp og lagt
trúnna niður í okkum, sigur Marjun í Kálvalíð