Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-27, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2013síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. august 2013 · Nr. 98 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hava løgtingsfólk ikki virð­ ing fyri egnum samtyktum? Og fjølmiðlafólk ongan fakligan stoltleika? Johan Petersen Rætt ella skeivt so hevur Løg­ ting­ið tríggjar ferðir viðtikið, at Skála­fjarð­ar­tunnilin skal ger­ast á privatum grund­ar­ lagi. Ørskapur ella ei so eru 2 løgtingssamtyktir, sum siga, at gerast skal ein Sand­oy­a­r­ tunnil, sum verður al­menn­ur. Á einum støði, sum neyv­ an er einum fram­komnum fólka­ræði verdugt, hev­ur tjak nú í fleiri mán­aðar leik­ að í serliga frá teim­um, sum eru ímóti at ger­ast skal ein Skála­fjar­ð­ar­tunnil ella at hann skal gerast á pri­vat­um hond­um. Flestu and­støðu­polit­ik­ arar og onkur samgonguditto hava við hjálp frá flestu fjølmiðlafólkum gruggað og villleitt almenningin um, hvat er upp og niður í hesum máli, soleiðis at tað sum eigur at verða eitt konstruk­ tiv tjak, sum styrkir fólk­a­ ræði, fullkomuliga er farið av sporinum og fyri tað mesta er óseriøs, ósaklig og so vitleyst, at tú illa troystar tær at gera viðmerkingar ella at fara uppí. Skal tó við hesum íkasti royna at koma við einum lítl­um klípi í royndini at fáa kjak­ið aftur á beint. Um tú vilt tað ella ei, so mást tú fyri­halda teg til veruleikan, so sum hann er. Og hann er, at: Skálafjarðartunnilin: 1. Í apríl 2007 leggur Bjarni Djurholm fram uppskot og við­tók eitt samlað løgting at landsstýrið fór undir sam­ráð­ ingar við privat felag/feløg um at gera fast samband mill­um Skálafjørðin og Suður­streymoy 2. Í mai 2010 viðtók løg­ ting­ið at geva privatum felagi einkarætt til undir­sjóv­ar­ tunnil/at bjóða einkarrættin út. 5 tjóðveldisfólk stemmaðu ímóti, meðan 24 stemmaðu fyri. Eisini Bjarni Djurholm. Eisi­ni Eyðgunn Samuelsen. Eisi­ni Hans Pauli Strøm. Eisi­ni Heðin Mortensen. Eisi­ni Heini O. Heinesen. Eisi­ni Jenis av Rana. Eisini Poul Michel­sen. Og eisini Tórbjørn Jacobsen. 3. Í apríl 2011 viðtók løg­ tingið at longja loyvið til priv­ata felagið um einka­ rætt­in, meðan heimildin til út­boð stóð við. 6 tjóðveldis- og 1 javnaðarfólk stemmaðu ímóti, meðan 25 stemmaðu fyri. Eisini Bjarni Djurholm. Eisi­ni Eyðgunn Samuelsen. Eisi­ni Hans Pauli Strøm. Eisi­ ni Heini O. Heinesen. Eisini Jenis av Rana. Eisini Poul Michel­sen. Og eisini Tórbjørn Jacob­sen. 4. Herumframt hev­ur løg­ tingið viðtikið játt­an­a­r­kar­ mar í mai 2012, fíggjarlóg í des. 2012 og játtanarlóg í mai 2013, har peningur er avsettur at bjóða út einkarrættin til undirsjóvartunnil. Við­tøk­u­r­ nar eru gjørdar í flestu før­um av samgonguni. Eisin Bárði Nielsen. Eisini Bjarna Djur­ holm. Og eisini Jenis av Rana. Sandoyartunnilin: 1. Í des. 2007 viðtekur løg­ting­ ið lóg um at gera Sand­oy­ar­ tunnil. 2. Í mai 2009 viðtekur løg­tingið lóg um at stov­na parta­felag at gera Sand­oy­ar­ tunnil og setir fyrru lógina úr gildi. Í meiri enn 10 ár hev­ur verið kjakast um Skála­fjarð­ ar­tunnilin og í meiri enn 6 ár hevur verið lóggivið um hann og burtursæð frá stutta tíðar­skeiðnum hjá CHE-sam­ gonguni hevur hann alla­tíð­ ina skulla verið gjørdur á pri­ vat­um grundarlagi. Og nú, tá ið komið er á mál og klárt er at skriva undir sáttmála um gerð av tunlinum, fara flestu and­støðupolitikarar og onkur sam­gonguditto upp at gora um, at málið er skeivt gripið an og vendir skeivt. Nú er tað knapp­liga tað einasta rætta, at verkætlanin skal verða al­menn. Álvaratos, hevur tað ikki verið ríkilig av tíð at finna út av tí, um tað var alt­a­v­ge­randi? Og væl hjálptir av fjøl­ miðlafólki uttan fak­lig­an stolt­leika, hvørs høvuðs­ enda­mál er at bera tíðindi, sum tæna egináhugamálum, er alt kjak enda á einum óhugna­ligum lágum støði, har vit og skil ikki røkka. Hvat endamálið er við nú aftaná 10 ár, 3 løgtingslógum, 2 játtanarviðtøkum og 1 fíggjarlóg at nýta alt hugs­ andi trýst fyri at tvinga ígjøg­num, at tunnilin so abso­lutt má og skal gerast á almennum grundarlagi, kann ikki vera av vælvild hvør­ki fyri Skálafjarðar- ella Sandoyartunlunum! Held­ur man tað verða fyri at stóðga í hvussu so er Skála­fjarð­ar­ tunli­num, nú hann er klárur at fara undir. Annað argument er, at sátt­málin ella partar av hon­ um eru loyniligir. Men sig mær, nær eru sáttmálarnir fyri Marknagilsdepilin ella fylgis­kjølini til boriloyvini hjá DONG ella Statoil al­ manna­kunngjørd ella løgd fyri tingið? Tað tykist, sum um at ongi argu­ment er ov ótespulig at nýta fyri at røkka málinum at stóð­ga tunlinum: avmontera fólka­ræði, fongsulsrevsing, mia. endurgjald osfr. osfr. Men samgongan ger bert sum henni er álgt av løg­ting­ i­num. Og tað er og verður tað ein­asta rætta til nakað annað er viðtikið. Gongdin í skúla Jákup av Skarði Hugaligt er, at starvsbólkar kjakast um bestu gongd barn­sins – samstundis sum mentamálaráðharrin set­ir út reglugerð fyri for­skúl­ar. Tó hevði mær dámt bet­ur, at starvsbólkar kjak­aðu­st sam­an við menta­mála­ráð­ harra nakað framm­an­und­ an. Við mínum starvs­roynd­ um saman við námsfrøðingi loyvi eg mær at seta nøkur orð á gongd barnsins inn í skúlan. Eg kundi skrivað “Úr barnagarði – í skúla” ella “Heimanífrá – í skúla”, men foreldrum stendur frítt at velja, hvussu tey skipa fyrs­ tu árini. Føroyska kravið er, at næm­ingur fær skipaða undir­vísing í níggju ár. Hetta seinasta leiðir sjálv­ sagt inn til orðini um, nær “barnið” skal byrja í skúla, og harvið broytir heitið til “næmingur”. Er rætt at seta 7-ára mark, ella skal tað verða 6-ára mark? Fyrr varð farið í skúla á 7-ára føð­in­g­ar­ degi, men nú er sett upp eftir dagfestingini fyri føð­ing­ ar­degi í mun til nær skúlin byrjar í august. Í vár setti eg fram uppskot, at Føroya Lærarafelag og Føroya Pedagogfelag tóku spurn­ingin upp á aðal­fund­ um, at vit sum serbólkar inn­ an hetta starvsøkið settu orð á, hvat vit mettu verða røttu skipan­ina – í Føroyum! Servitan uttanlands er góð at fyrihalda seg til. Men vit mugu ikki bert stara okk­ um blind eftir eini leið, ið rigg­ar uttanlands. Vit skulu læra okkum at fyrihalda okk­um til breiða kjakið – fyri og ímóti – og síðan at seta saman nýggju vitan okk­ara við servitanina, vit longu hava um føroysku viður­skiftini. Tástaðni fáa vit skip­að bestu gongd barnsins í føroyska fólkaskúlan. Mín vón var, at nevndirnar í Føroya Lærarafelag og Før­ oya Pedagogfelag settust at sam­skipa kjak, har lærarar og náms­frøðingar fingu høvi at seta orð á ymsar møguleikar at skipa gongdina inn í skúl­ an. Um so talan skuldi verða um forskúla, hugsaði eg mær, at vit samstundis orð­aðu møgu­leik­ar­nar og av­bjóð­ ing­ar­nar fyri felags starvs­ øki­num. Fyrsta treyt fyri bestu ski­pan er, at starvsfólkini eru ­nøgd. Onnur treytin er, at skipanin er løgd væl til rætt­ist, og triðja treytin er: At skipanin verður lagað til einstaka barnið! Vit kun­nu seta allar møguligar leið­ reglur upp, men vit mugu altíð standa klár at broyta teoret­isku orðingarnar eftir prakt­isku avbjóðingunum. Er barnið 6 ár, ella næm­ ing­ur­in 7 ár, broytir ikki so fundamentalt, hvussu ein­ stak­lingurin er. Men skipan­ir­ nar rundan um einstaklingin, kunnu broyta einstaklingin funda­mentalt. Verður gerand­is­dagurin skipaður, at einstaklingurin fær høvi at menna seg á øllum økjum, kann hugburðurin til egið lív og samskiftið við onnur broyt­ast fundamentalt. Skulu vit – starvsbólkarnir – skipa bestu loysn, nyttar ein­ki, at vit bert verja borg. Vit mugu tora at seta orð á okk­ara styrkir og møguligar veik­leikar. Vit mugu tora at geva øðrum ábyrgd fyri øki, tey duga betur. Vit mugu fin­ na saman og draga somu línu – samstundis sum vit hava at­lit til ymsu út­búgv­ing­ar okk­ara.