týsdagur 27. august 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 28. august 2013 · Nr. 98
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er so lætt, tá mann
dugir at spæla sjónleik...
Fari at mæla løgmanni til at melda avboð ella – um ikki annað – at útseta sjónleikin við sonevndum
“ríkisfundi” til avleiðingarnar av okkara álvarligu støðu við handilstongsli eru greiðar. Hetta er burturspilt
orka, sum bert hevur til endamáls at fjala veruleikan fyri Føroya fólki og at rura okkum í blund
Høgni Hoydal
Var nakar stirðil í landsins
stjórn, so fór løgmaður ikki
nú á ein sonevndan “ríkis
fund”, sum bert skal halda
uppi mytuni um ein so
nevndan
“ríkisfelagsskap”.
(Ein felagsskapur kann sjálv
sagt bert vera, um hann er
ímillum sjálvstøðugar, fræls
ar og javnsettar partar.). Fari
at mæla løgmanni til – um
ikki annað – at boða frá, at
hetta árliga “showið” má
útsetast til avleiðingarnar av
okkara álvarsliga støðu við
handilstongsli er avgreidd.
Pínligt er tað. Og oyði
leggjandi fyri, at vit reisa
okkum sum tjóð og taka
ábyrgd av okkara egna landi,
okkara menning og framtíð.
Umframt “samráð í Føroy
anevnd”
og
“ríkisfundin”
fara nú at koma ein røð av
donskum ráðharrum kropp
á kroppi til Føroya at spæla
sínar leiklutir. Boðskapurin
í hesum sjónleikum er so
ómetaliga einfaldur: At Dan
mark roynir alt til tess at
hjálpa teimum neyðars før
oyingunum. Og Danmark
hevur valt “ríkisfelagsskapin”
fremst og stendur saman um
at royna at bjarga Føroyum
frá boykotti og avleiðingun
um frá ES.
Vit vita øll, at tað passar
jú yvirhøvur ikki. Hetta
er gykl og hykl. Men bæði
landsstýrið
og
føroysku
fólkatingsmenninir
spæla
higartil so glaðbeintir sínar
leiklutir sum marionettir í
hesum leiki. Teir somu politi
karar, sum hava vunnið sær
atkvøður uppá at billa fólki
inn, at Danmark skal, um
vegis teir, verja okkum og
hjálpa okkum í makrel- og
sildamálinum, vilja av øllum
halda uppi sjónleikinum og
tykjast meira og meira des
peratir at flyta fokus frá
veruleikanum.
Latið okkum gerast
vaksin sum tjóð
Hví skulu vit ikki ístaðin
gerast
vaksin,
leggja
veruleikan á borðið og vinna
okkum okkara egna pláss
í heiminum – við egnari
rødd og atgongd til altjóða
samfelagið
og
heimsins
tjóðir?
Veruleikin
er
jú,
at
Danmark hevur síni egnu
áhugamál í heiminum at
røkja. Onki løgið er í tí.
Danmark og tann sonevndi
“ríkisfelagsskapurin” hevur
ikki røkt og kann ikki
røkja
okkara
áhugamál
og framtíðarmøguleikar í
teimum avgerandi málunum.
Soleiðis
hevur
tað
altíð
verið. Um tað var mentan og
mál, fiskimark, undirgrund,
bankamál
ella
altjóða
viðurskifti. Bert har vit at
enda sjálv hava tikið ábyrgd,
hava vit ment okkum. Og
undirbrotligheitin og sjón
leikurin hava kostað okkum
so øgiliga nógv – í pengum
og búskaparligari menning,
burturspiltari orku, vantandi
fólkaræði
og
vantandi
abyrgd.
Tess fyrr, vit koma til ta
sannkenning, tess betri menna
vit landið og fólkaræðið – og
eisini okkara samstarv við
Danmark og umheimin.
10 veruleikar um
silda- og makrelmálið
Lat okkum hyggja at veru
leikanum
um
silda-
og
makrelmálið:
1. Danmark hevur ikki
steðgað handilstongsli og
tekur sjálvt lut í honum – tí
tað eru greiðu áhugamál
teirra. Her er ongin “verja í
rikisfelagskapinum” – tvørt
urímóti.
2. Danmark kundi langt
siðani havt steðgað hesum,
um viljin og áhugamálini
vóru til tess. Til dømis fekk
Svøríki av sínum eintingum
steðgað einum forboði í ES
ímóti at selja snús, hóast tað
varð samtykt. Og Danmark
hevur fingið afturvendandi
undantøk í ES – og megnaði
at fáa eina milliard í avsláttri
fyri sítt gjald til ES í fjør – tí
tað snúði seg m donsk áhuga
mál og tey løgdu alt inn uppá
tað.
3. Sjálvandi fer Danmark
ikki at stuðla Føroyum í
hesum máli og harvið missa
stóra ávirkan í ES frameftir
í øðrum málum. Tað sama
hendi, tá ES setti boykott
ímóti
øllum
innflutningi
av kópaskinnum, sum rakti
Grønland sera meint. Og tað
sama hendir hvørja ferð í
hvalaveiðimálum. Danmark
velur sjálvsagt egin áhugamál
framum, tá tey ganga ímóti
føroyskum og grønlendskum.
Men látast kortini annað.
4. Danmark hevur handan
leiktjøldini tikið fult undir
við ES um, at Føroyar eru
hóttan ímóti “burðardyggari
umsiting av fiskastovnum”.
Og
handan
leiktjøldini
hevur Danmark eisini brúkt
støðuna við boykottshóttan
til tess at leggja trýst á
Føroyar
um
at
sleppa
sínum krøvum. Tað gera tey
framvegis.
5. Ikki fyrr enn tað stóð
greitt, at boykottshóttanirnar
ikki fingu Føroyar at slaka,
kom panikkur í. Nú kom
veruleikin fram, og tí fór
allur sjónleikurin í gongd við
at látast at royna at steðga
tiltøkunum frá ES. Og hyggið
at úrslitinum – onki varð
framt, uttan bert tos.
6. Danmark tryggjaði í
síni tíð ES ein størri part av
Norðhavssildini enn Føroyar,
hóast ES als onki vísindaligt
krav hevur til henda stovn,
sum ikki er í ES-sjógvi. Og
Danmark fiskar 35% av
ES-kvotuni. Hevur nakar
danskur ráðharri sagt, at
hetta var ein órættur og
at ES má sleppa sínum
krøvum til sild? Og hevur
nakar danskur ráðharri (ella
føroyskur fólkatingsmaður)
kravt prógv á borðið frá ES?
7. Tað er fjant, tá Edmund
Joensen billar fólki inn,
at “vit hava fullveldi á
fiskivinnuøkinum”.
Nei,
uttanríkispolitikkurin og øll
okkara umboðan mótvegis
altjóða stovnum er gjøgnum
Danmark og í navni Dan
markar. Og Danmark ger av,
hvat henda skal.
8.
Okkara
støða
sum
“Kongeriget Danmark for
så vidt angår Færøerne” er
ein stór og ógvuslig forðing
fyri okkara luttøku í altjóða
felagsskapum – eisini um
fiskivinnu.
9. Sum sjálvstøðugt land,
høvdu vit neyvan verið fyri
stongsli. Hygg bert at Íslandi.
Og tá høvdu vit beinleiðis
atgongd til fólkarættarligar
felagsskapir
og
høvdu
kunnað
gjørt
neyðugar
alliansur við onnur lond.
10. Sum fræls tjóð høvdu
vit langt síðani bygt upp
og ment okkara støðu og
áhugamál sum ein miðdepil
í Norðuratlantshavi – og
ikki sum ein undirbrotligur
danskur
útjaðari.
Vit
fara sjálvsagt nú at taka
ræðið á okkara landi og at
skipa eitt sterkt og virkið
Norðuratlantiskt samband
við Ísland og Grønland og
onnur lond, ið vit hava felags
áhugamál við. Og vit fara at
samstarva við Danmark og
onnur lond á jøvnum føti –
uttan sjónleik, gykl og hykl.
Og so at enda: Kann
nakar siga mær, hví tað er
so ómetaliga um at gera, at
Danmark skal varðveita sín
yvirvaldsrætt yvir Føroyum?
Kann onkur geva mær eina
góða grundgeving fyri, at ein
tjóð skal hava avgerðarættin
yvir
aðrari,
hóast
tað
ongantíð er samtykt av
fólkinum?