Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-27, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. august 2013síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 28. august 2013 · Nr. 98 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR PROFILURIN Rannvá G. Fossaberg Tá málverjin hjá Víkingi Géza Túri fyri átta árum síðani kom til Føroya, væntaði hann ikki, at tað fór at blíva ein langur steðgur. Maðurin, sum meginpartin av lívinum hevði búð í Ungarn og spælt fót­bólt, var sannførdur um, at hann ikki fór at vera leingi í einum landi, har tey tos­aðu eitt mál, hann ikki skilti, og har tað so at siga altíð var vindur. Átta ár eru liðin, síð­ ani hann í kavaroki stóð á flog­vøllinum í Vágum fyri fyrstu ferð og fór í ódnar­ veðri til Gøtu. Og hann er her enn. – Eg minnist ótrúliga væl, tá eg kom til Føroya. Serliga væl minnist eg, tá vit lendu, og eg kom út úr flogfarinum. Veruligur stormur, nógvur vindur og eitt øgiligt kava­ rok, greiðir Géza Túri frá. Ódnarveðrið fekk hann eisini at hugsa sítt. – Á nei, hvar í allari víðu verð eri eg nú endaður, spurdi eg meg sjálvan fleiri ferðir, meðan eg gekk úr flog­ farinum og inn í komuhøllina. Har stóð formaðurin í GÍ, Brandur Jacobsen, og beyð mær vælkomin. Hann var blíð­ur og týður og segði, at túr­urin av flogvøllinum og til Gøtu plagdi at taka umleið ein tíma, men í dag fór tað ivaleyst at taka longri tíð. Og tað gjørdi tað so sanniliga eisini, fortelur Géza Túri og flennir, tá hann minnist aftur á fyrstu ferð hann kom til Føroya. – Eg var als ikki vanur við slíkt veðurlag, so jú, eg var uttan iva tikin á bóli, tá eg sá alt kavarokið. Skuldi til Póllands Tað lá annars upprunaliga ikki í kortunum, at Géza Túri skuldi koma til Føroya at spæla fótbólt. – Eg hevði verið málverji hjá fleiri góðum liðum í Ungarn og hevði somuleiðis ver­ið á ungarska landsliðnum, tá eg hevði hug til at royna okk­urt nýtt. Tað kom so upp í lag, at eg skuldi til Póllands at spæla, men trupulleikar stungu seg upp, tá sáttmálin skuldi undirskrivast, so tað bleiv av ongum, greiðir Géza Túri frá. Stutt aftaná bleiv hann heldur tilvildarliga upp­ ringdur av einum um­boðs­ manni av Kýpros, sum bað hann fara til Føroya at spæla fótbólt. – Eg visti so at siga einki um hvørki Føroyar ella GÍ tá, men hevði frætt, at hetta felagið, eg skuldi spæla við, var við í europeiskum fót­ bólti. Hóast mína lítlu vitan um staðið og felagið, eg skuldi til, valdi eg at taka av av­bjóð­ingini, sigur Géza Túri, sum minnist okkurt frá fyrstu venjingini. – Vit vóru á vøllinum, og menninir tóku væl ímóti mær, og eg kendi meg væl­ komnan. Pápin gav íblástur Málverjin úr Ungarn, sum nú hevur búð og spælt fótbólt í Føroyum í átta ár, byrjaði sum 11 ára gamal at spæla fótbólt. – Pápi mín spældi fótbólt, og hóast hann ikki spældi á høgum stigi, so dámdi mær sum barn væl at vera við til dystirnar og fylgja við, tá hann spældi, fortelur Géza Túri og leggur afturat, at sum barn hevði hann ikki møguleika at venja fótbólt í einum felag, fyrr enn hann var 11 ár. – Men tá eg so byrjaði, tá dámdi mær tað alt fyri eitt. Eg byrjaði annars ikki sum málverji, men spældi úti á vøllinum sum hinir dreing­ir­ nir, sigur Géza Túri og heldur fram: – Trupulleikin var nokk tann, at eg var ikki serliga góður og hinir runnu allir skjótari enn eg. Kanska tímdi eg heldur ikki so væl at renna og bleiv tí málverji ístaðin, heldur Géza Túri fyri og flennir. Fótbólturin hevur fylgt honum, líka síðani hann sum 11 ára gamal fór til sína fyrstu veruligu fótbólts­venj­ ing. – Fótbólturin hevur havt stóra ávirkan á míni barna- og ungdómsár, tí alt snúði seg um fótbólt. Eg vandi hvønn einasta dag, og í vikuskiftunum var dystur á skránni , so tað var lítil tíð til at gera nakað annað, sigur Géza Túri, sum ongantíð sum barn ella ungur saknaði at hava frí, har hann kundi taka sær av løttum. – Í Ungarn gekk eg í ein­ um skúla, har ítrótturin fylti nógv, og fótbóltur var eisini á tímatalvuni. Har gekk eg í skúla í átta ár, sum er vanligt í Ungarn. Vinmenninir úr skúl­anum spældu eisini nógv fótbólt, so vit vóru næstan altíð saman, tí beint eftir skúla fóru vit til fótbólts­ venj­ing. Fótbólturin fylti so at siga alt, men tað dámdi mær væl, fortelur Géza Túri. Arbeiði ávirkar fótbóltin Tá Géza Túri kom til Føroya í 2006, hevði hann drúgvar royndir sum málverji; hann hevði leikt við fimm av teim­ um heilt stóru liðunum í ítróttur Tilvildin fekk meg til Føroya – Tá eg stóð á flogvøllinum, spurdi eg meg sjálvan, hvar í allari víðu verð, eg var endaður og hugsaði, at hetta kundi aldrin ganga væl. Men Føroyar vístu seg at vera júst rætta staðið fyri meg og mína familju. Soleiðis sigur 39 ára gamli Géza Túri úr Ungarn, sum síðani 2006 hevur spælt fótbólt í Føroyum. Leygardagin gjørdist hann saman við liðfeløgunum í Víkingi vinnari av finaluni um Løgmanssteypið fyri triðju ferð Mær dámar ótrúliga væl, at føroyingar altíð heilsa upp á hvønn annan, tá teir fara til handils ella síggjast aðrastaðni. Tit eru eitt blítt fólkaslag