týsdagur 27. august 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 28. august 2013 · Nr. 98
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR PROFILURIN
ítróttur
Ungarn umframt at vera
partur av landsliðnum.
– Eg var vanur við at
spæla fótbólt burturav. Her í
Føroyum mást tú arbeiða við
síðuna av fótbóltinum, og tað
havi eg ikki verið vanur við,
sigur Géza Túri, sum er sann
førdur um, at hetta ávirkar
leikararnar og støðið í før
oyskum fótbólti.
– Sjálvandi hevur tað
eina ávirkan, tí hevur tú
ein fullan arbeiðsdag, ert tú
ofta troyttur, tá tú kemur
til venjing. Tað kenni eg frá
mær sjálvum, sigur Géza
Túri, sum alla tíðina, hann
hevur verið í Føroyum, hevur
arbeitt á fyritøkuni Aluplast,
ið framleiðir vindeygu og
hurðar.
– Tað er eisini tað, sum
ger, at størsti parturin av
føroysku leikarunum altíð
koma at vera á einum amatør
stigi. Tú kanst ikki blíva pro
fessionellur, tá tú ikki kanst
brúka alla tína tíð og orku
upp á fótbóltin, sigur Géza
Túri og heldur fram:
– Skalt tú á eitt hægri
støði, er neyðugt við drúgvari
venjing hvønn dag, har tú
hevur eina professionella
tilgongd til fótbóltin og
harvið leggur alla orku í
ítróttin. Einkultir leikarar í
Føroyum hava eina rættiliga
professionella tilgongd, men
eg eri eisini greiður yvir, at
tað ikki er lætt, tá tú hevur
fulltíðarstarv við síðuna av.
Stórtrívist
sum Gøtufólk
Géza Túri dylir á ongan hátt,
at honum dámar væl í Før
oyum.
– Sjálvt um eg eitt nú sakni
summarið við teimum mongu
hitastigunum í Ungarn og
stóru innkeypssentrini, har
eg kann ganga í tímavís, so
haldi eg meg kunna siga,
at eg stórtrívist í Gøtu. Øll
kenna øll, og tað dámar mær
væl. Til dømis dámar mær
ótrúliga væl, at føroyingar
altíð heilsa upp á hvønn
annan, tá teir fara til handils
ella síggjast aðrastaðni. Tit
eru eitt blítt fólkaslag, sigur
Géza Túri, sum er vanur við
at hoyra fólk kalla seg Geza
hjá Turið.
– Jaja, tað hoyri eg ofta,
so eg havi vant meg við tað
navnið, og sjálvur haldi eg
eisini, at tað er rættiliga
stuttligt, sigur Géza Túri,
hvørs fulla navn er Túri Géza
Tamas.
– Túri er eftirnavnið,
meðan Geza er fornavnið.
Tamas er mítt millumnavn. Í
Ungarn stendur eftirnavnið
altíð sum tað fyrsta, greiðir
Géza Túri frá.
Ein onnur orsøk til at
hann trívist so væl í Gøtu er,
at eisini konuni og báðum
børnunum, sum eru tólv og
átta ár, dámar væl.
– Konan hevur gott starv í
PE í Norðagøtu og trívist væl.
Somuleiðis hava børnini tað
gott her og kenna seg eisini
væl, tí her er so frítt hjá børn
um, og tey kunnu fara út
einsamøll, uttan eg og konan
skulu vera bangin um tey. Eg
haldi, at børnini hjá okkum
kenna seg sum føroyingar, tí
sonurin var bara fýra ár og
dóttirin átta mánaðir, tá vit
komu til Føroya, og tey tosa
føroyskt flótandi, sigur Géza
Túri, sum ikki sjálvur tosar
føroyskt.
– Eg skilji nokkso væl
føroyskt, men eg tosi sum
oftast enskt. Haldi eg eri ov
dovin til at læra meg at tosa
føroyskt, heldur Géza Túri
skemtiliga fyri.
Umframt at vera partur
av besta liðnum hjá Víkingi
er hann eisini venjari hjá U12
hjá Víkingi.
– Afturat mínum egnu
venjingum, so venji eg U12
tríggjar tímar um vikuna, og
so plagar teir at spæla dyst
leygardag. Herfyri keypti eg
eini hús, so tá tíðin loyvir tí,
plagi eg at fáast við tey eisini,
so eg havi nokk at gera og als
ikki tíð at keða meg, fortelur
Géza Túri.
Í samrøðu við Sosialin í
2006 segði tann tá nýggi GÍ-
málverjin, at hann væntandi
fór at vera í Føroyum og
spæla fótbólt í eini trý ár,
áðrenn hann ivaleyst fór
aftur til Ungarn av vera
venjari. Men nú átta ár seinni
er tað ikki nógv, sum bendir
á, at Géza Túri fer avstað í
bræði.
– Ja, hatta segði eg tá, men
nú sær tað út til, at vit koma
at vera her í í hvussu so er
nøkur ár afturat. Vit hava
tað jú gott.
rannva@sosialurin.fo
• Navn: Túri Géza Tamas. Verður vanliga nevndur Géza Túri
• Føddur: 11. mars 1974 í Budapest
• Kom til Føroya í 2006 til GÍ og spældi har í
tvey ár, til Víkingur bleiv til í 2008
• Fyrsti dysturin hjá honum var tann 2. apríl 2006 í Sarpugerði í
Norðragøtu ímóti VB/Sumba, og GÍ vann ein tryggan 3-0 sigur
• Hevur spælt 240 dystir á besta mansliðnum,
fyrst hjá GÍ og síðani Víkingi
Ár
Feløg
Dystir
-1996
Keszthely . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
1996-1999
Csepel SC . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2
1999-2000
Dunakeszi . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
2000-2003
Zalaegerszegi TE . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 78
2003-2004
FC Fehérvár . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 9
2004-2006
FC Tatabánya . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14
2006-2007
GÍ . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 55
2008-
Víkingur . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 185
Túri Géza Tamas
Feløg:
– Trupulleikin var nokk tann, at eg var ikki serliga
góður og hinir runnu allir skjótari enn eg. Kanska
tímdi eg heldur ikki so væl at renna, og bleiv tí
málverji ístaðin, sigur Géza Túri flennandi
Myndir: Álvur Haraldsen