Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. august 2013 · Nr. 99 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tunnilsmálið Í svarinum til løgmann ger Innlendismálaráðið greitt, at viðmerkingarnar frá teimum trimum deildunum í Innlendismálaráðnum reelt einki broyta. Sáttmálin við Copenhagen Infrastructure Partners var liðugur eina viku áðrenn ráðið gjørdi sínar fakligu viðmerkingar til lógaruppskotið, ið var skrivað upp ímóti sama sáttmála Løgmaður orsøk til rumbul Innlendismálaráðið: Jón Brian Hvidtfeldt Innlendismálaráðið brúkti bara tríggjar tímar og 12 min­ uttir at svara Løg­mans­skriv­ stovuni, sum miku­morgunin vildi hava eina frá­greiðing í kjalarvørrinum av at at­ finningarsomu við­merk­ ing­arnar frá fak­fólkunum í Innlendis­mála­ráð­num komu undan kavi. Svarið sparkar reelt bóltin beint yvir aftur á Løg­mansskrivstovuna. Inn­ lendis­málaráðið vísir á, at tá løg­maður valdi at málið skuldi aftur í løgtingið, so kom vargur í. – Avgerðin hjá løgmanni um at lógarheimildin skuldi aftur í løgtingið førdi við sær nýggj krøv frá Copenhagen Infrastructure Partners. Tá kom kravið um at allir stand­ ardir frá 25. juni 2013 skuldu vera galdandi fyri tunnilin, eisini frameftir. Og tá kom eisini krav um, hvussu felagið skuldi roknast skattliga, sigur Rúni Joensen, aðalstjóri í Innlendismálaráðnum. Hann vísir á, at sáttmálin millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infra­ structure Partners var úrs­lit av eini samráðing. Sam­ráð­ ing­arnar vóru lidnar, og sátt­ málin skuldi skrivast undir í Runavík hósdagin 27. juni. – Av somu orsøk ber ikki til at broyta nakað í sátt­málanum. Innlendis­ mála­ráðið fær einki broytt, og løgtingið fær heldur einki broytt. Men avgerðin hjá løg­manni um at málið skuldi aftur í løgtingið hevði tó við sær nýggj krøv frá Copenhagen Infra­structure Partners. Og hesi krøv máttu vit so seta inn í sjálvan lógartekstin, ið lands­stýris­ maðurin bar niðan í løgtingið, sigur Rúni Joensen. Aðalstjórin dylir ikki fyri, at eftir hansara tykki fekk tað óhepnar avleiðingar fyri sam­ ráðingartilgongdina millum Innlendismálaráðið og Copenhagen Infrastructure Partners, tá løgmaður í tólvta tíma høgdi bremsurnar í. – Krøvini vórðu sett fram, vísandi til »politiska risiko«. Og tey vóru ultimativ. Tað vil siga, at felagið trekti seg burtur úr samráðingunum, um Innlendismálaráðið ikki gekk teimum á møti, sigur Rúni Joensen. Frágreiðingin 4. juli skrivaðu tær tríggj­ ar deildirnar í Inn­lendis­ málaráðnum eina felags frá­greiðing um lógar­upp­ skotið hjá Kára P. Højgaard. Frágreiðingin er ein lang røð av atfinningum móti lógar­ uppskotinum. – Sáttmálin millum IMR og CIP leggur upp fyri teimum flestu av hes­ um viðmerkingum, sigur Rúni Joensen, sum tó í í dag ásannar, at felags frágreið­ ingin frá teimum trimum deildunum í aðalráðnum átti at verið latin løgtinginum. Brot úr svarinum hjá Innlendis­málaráðnum til løgmann Orsakað av, at lógaruppskotið var úrslit av samráðingum, sum blivu aftaná, at tað gjørdist greitt, at málið skuldi aftur í Løgtingið, var avmarkað, hvussu nógvar viðmerkingar Innlendismálaráðið kundi taka til eftirtektar. Samráðingarnar vóru lidnar. Harafturat kundi Innlendismálaráðið somuleiðis staðfesta, at tað í sáttmálanum um einkarætt var lagt upp fyri nógvum av viðmerkingunum, sum deildirnar høvdu.   Orsøkin til at viðmerkingarnar frá deildunum ikki vórðu lagdar við lógaruppskotinum til Løgtingið var, at tær vóru ikki skrivaðar við tí fyri eyga, men sum partur av innanhýsis málsviðgerðini í Innlendismálaráðnum. Løgtingið er í hesum máli í somu støðu sum Innlendismálaráðið, tí lógaruppskotið byggir á ein sáttmála við CIP. Formaðurin í Javnaðar­flokk­ inum er avgjørdur. – Landsstýrismaðurin í inn­lendismálum er ein trupul­leiki í hesum málinum, men tann størsti trupulleikin er løgmaður sjálvur, tí hann hevur sæð millum fingrarnar við øllum tí, sum er farið fram í hesum málinum, sigur Aksel V. Johannesen. Formaðurin í Javnaðar­ flokkinum heldur, at bæði Kári P. Højgaard, lands­ stýrismaður í inn­lendis­ málum, og kanska eisini Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hava brotið lógina um ábyrgd lands­stýrismanna í málinum um Eysturoyartunnilin. Eins avgjørdur er formaðurin í Tjóðveldi: – Tað er greitt, at løgmaður má leggja frá sær, og at bæði hann og Kári P. Højgaard mugu ábyrgdast fyri at hava brotið sínar skyldur sambært lóg um ábyrgd landsstýrisins, sigur Høgni Hoydal. Sambært formanninum í Tjóðveldi hevur andstøðan hevur verið klár við misáliti leingi.  – Men vit hava sjálvandi ansað eftir, at vit ikki geva samgonguni høvi at rein­ vaska landsstýrismannin við at atkvøða ímóti og har­ við óbeinleðis geva hon­um álit. Og vit hava viljað havt alt fram, og hava brúkt øll amboð til tess. Lands­stýris­ málanevnd, fyri­spurningar, trýst, egnar kann­ingar og annað, sigur Høgni Hoydal. Eisini formaðurin í Fram­ sókn vil hava stórvask á ovastu rókum í Tinganesi. – Undir leiðsluni hjá løg­ manni er alt trúvirðið hjá politisku skipanini syndrað. Eitt er, at politisku hand­ faringarnar av stórmálum eru púra burturvið. Eitt ann­að er, at vit heldur ikki long­ur kunnu hava álit á, at málsviðgerðirnar í lands­ stýrinum eru eftir bókini, sigur Poul Michelsen. Sambært formanninum Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn krevja, at handfaringin av tunnilsmálinum fær avleiðingar, bæði fyri landsstýrismannin í innlendismálum og løgmann Andstøðan í øðini