hósdagur 29. august 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. august 2013 · Nr. 99
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mín seinasta
heilsan til
tín Høgni
Ei á foldum finnist tann, lívsins gátu
grunda kann: Best sum sólin fagrast skínur,
deyðin inn um dyrnar trínur.
Ja, júst sum Jóannes Patursson yrkti - sólin skein bæði
myndaliga talað og veruliga hendan sunnudagin, 21. juli
2013. Og so slóknaði! Frøi og gleimur eftir væleydnaðar
Oyggjaleikir, har tín lutur ikki lá eftir, Høgni, vórðu við
eitt vend til ófatiliga vanlukku, sorg og trega.
Orð eru fátæk, verður tikið til. Og ja, í hesum døgum
kennast orð so ómetaliga fátæk. - Og tó, í øllum tí syrgi
liga og ófatiliga mugu vit halda áfram at seta orð á. Tosa
um eitt einastandandi menniskja, sum so meinings
leyst varð rykt burtur í fagrasta aldri. Eitt menniskja,
sum skjótt gjørdist snúningsásurin, har hann hevði sítt
virki. Góði Høgni, - tú vart álitið so mangastaðni, heima
hjá tíni elskaðu og fjálgu familju eins og úti í arbeiðs- og
frítíðarlívinum. Sorgin og saknurin eru ovurhonds stór
allastaðni, har tú hevur ferðast. Størst er tó sorgin hjá
tykkum, allarbesta Bjørg, Sigurð, Brynhild og Rannvá.
Eg finni ikki orðini, sum kunnu lýsa tann miss, tykkum
hevur verið fyri. Eisini hevur hetta verið tær ein øgi
ligur smeitur, góða Elin, og tykkum systkjum Høgna.
So óskiljandi, at sorgin enn einaferð, so náðileys, skuldi
raka familju tykkara.
– Gævi eg ‘lívsins gátu grundað kundi’!!
Góði Høgni, tað kennist so løgið og óveruligt at
skriva hetta. At skriva til tín og um teg í tátíð. Nær
endar hesin ræðuligi dreymurin? Hetta kann ikki vera
rætt – lívið kann ikki fara so við menniskjum!!! Tú
átti so nógv afturat at geva lívinum, so nógv eftir at
uppliva og njóta... Saknurin er svárur. Men tú livir víð
ari í okkara minnum og í tínum elskaðu børnum, sum
hava fingið so ómetaliga nógv gott frá tær. Frameftir
fert tú eisini at vera partur av teirri náttúru, ið tú metti
so høgt og sum var so týðandi fyri teg.
Ei á foldum finnist tann, lívsins gátu grunda kann.....
Vit noyðast helst at taka hesi orðini til okkara og vóna,
at sólin, hóast gátan ongantíð verður loyst, aftur fer at
skína.
Vit eru mong, sum vilja gera alt, vit eru ment, at
stuðla- og vera hjá teimum, sum tú hevði so kær – ver
vísur í tí Høgni.
Hvíl í friði, góði Høgni.
Anna Dalsgaard
Ein vøkur stjørna er sløknað
So er fyrsti mánaðurin farin aftur
um bak. Ein ræðuligur mánaður, fyri
at siga tað, sum tað er. Vit tosa dagliga
um, hvussu fegin vit vildu kunnað
skrúvað tíðina aftur til løtuna, tá tað
enn var vón. Løtuna, tá vit enn ikki
vistu, hvussu stóð til. Tá vit tóku synd
í øllum hinum, sum vóru á sjúkrahúsi
num saman við okkum og bíðaðu eftir
at fáa boð. Tá vit vóru sannførd um, at
sorgin ikki bankaði á okkara dyr. Tá
vit enn hildu fast í, at vit fóru at fáa
teg aftur. Við snuddum gamaní. Men
á lívi.
Men sorgin fór ikki framvið okkara
dyr. Tvørturímóti rakti hon meint, og
legði seg sum tjúkkur mjørki og køvdi
alla gleði og alla vón. Tí okkara sterki
og trúfasti klettur, so brádliga var
tikin frá okkum.
Sagt verður, at orð eru fátøk,
men í hesum førum strekkja orð als
ikki til, tí hvussu kann mann seta
orð á nakað so ófatiligt. Nakað so
ræðuligt sum hesa ferðsluvanlukk
una, ið so brádliga gjørdi enda á lívi
tínum. Okkara uggi er, at hóast van
lukkan var meiningsleys, livdi tú ikki
eitt meiningsleyst lív. Og fjøldin, sum
segði tær farvæl, er eitt tekin um, at
tú rakk út um teg sjálvan, og nam við
fleiri menniskju á tíni leið.
Eg heldur ber til at finna orð, ið
kunnu lýsa tann persónin, tú vart.
Vilja helst skriva ert, tí tað er so
trupult at tosa um teg í tátíð. Enn
fyllir tín nærvera rúm okkara. Vit
sita og hyggja at myndum, og hava
so ómetaliga ringt við at skilja, at vit
ongantíð aftur skulu síggja títt fitta
smíl. Ongantíð aftur skulu hoyra klav
ertónarnar úr gongini, tá tú kemur at
vitja. Tí við klavertónunum boðaði tú
okkum frá, at Villii-gubbi var komin
á gátt.
Tú vart gubbi at báðum synum
okkara og ein av teimum heilt góðu.
Dreingirnir skilja heldur ikki, at tú
ongantíð kemur aftur. Tann lítli
spyr, hví tað júst skuldi vera tú, sum
doyði, tú vart jú so fittur. Tann eldri
skrivaði tær bræv. Hann skrivaði m.a.
Vit sakna teg øll, og tað gera øll, sum
tú kendi, tað eri eg 100% sikkur í. Tað
eru vit eisini.
Tú vart altíð áhugaverdur at práta
við, og tín vitan fevndi um alt frá
politikki til bollauppskriftir. Sótu
vit lið um lið, vendi tú tær frá einum
okkara og prátaði um politik, og síðani
til hin at tosa um bollar. Tað var ein
eginleiki, sum tú hevði. At práta um
alt. Við øll.
Hjálpsamur vart tú eisini. Hóast tú
hevði úr at gera, tókst tú tær stundir
at hjálpa. Um tað var at ansa børnum
ella at hjálpa við at flyta, kundu vit
heita á teg. Dreingirnir vóru bilsnir,
tá teir sóu sterka gubban fara av
stað við klaverinum – næstan púra
einsamallur. Ein styrki, sum gjørdi,
at tú uttan at venja frammanundan,
megnaði at renna marathon.
Tú vildi altíð slætta sjógv, vildi ikki
hava ósemjur, allarhelst nakað, sum
tú tók til tín úr Bíbliuni, sum tú vart
so góður við, og sum eisini fylgdi tær
í bilinum, tá vanlukkan hendi.
Trúfastur vart tú eisini sum
fáur. Tú møtti trúgvur til allar
føðingardagarnar hjá familjuni og
savnaði tína og Súsansa familju
heima hjá tykkum. Jólini plagdu vit at
halda heima hjá tykkum, og tey vóru
nakað heilt serligt. Tú stákaðist við
gás og dunnu og gjørdi sós til stóru
gullmedaljuna.
Saknurin hjá okkum er og verður
stórur. Men størri er saknurin hjá
Súsan og Andriasi, systkjum og
mammu tíni Grimhild, sum tú vart so
ómetaliga góður við, og sum tú altíð
vitjaði. Onkur klókur segði einaferð,
at vildi mann vita, hvussu góður
ein maður fór at vera við konu sína,
skuldi mann hyggja at sambandi
num millum son og mammu. Øll, sum
kendu tykkum, sóu, hvussu góður tú
vart við Súsan. Nakað, sum tú vísti
øllum ferðalagnum á Bermuda, tá tú
við stórum stavum, skrivaði navnið
á henni í sandin á Bermuda, stutt
áðrenn tit fóru til Føroyar aftur. Vit
kunnu ikki lata vera við at hugsa um,
um hetta mundi vera tín seinasta
heilsan.
Og Andrias, hatta fitta skinnið,
sum skal út í gerandisdagin uttan teg
við sína lið. Men tað skal nokk ganga,
onkursvegna, tí tú hevur lagt so ómet
aliga nógv gott í hann, sum hann kann
taka við sær víðari út í lívið.
Við takk fyri tey ár, vit sluppu at
kenna teg og hava teg millum okkara,
fara vit við hesum fáu orðum at lýsa
frið yvir minninum um teg, góði Vil
hjálmur. Hvíl í friði.
Finnur og Gitte Klein
NØVN