Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 2013síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 30. august 2013 · Nr. 99 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Út av lagi vánaligar umstøður í Hoydølum Anna Margretha Otthamar Foreldur at næmingi í 2. HF Nú skúlagongdin byrjaði aft­ u­r eftir summarfrítíðina í Studenta­skúlanum í Hoy­døl­ um, fingu næmingar í 2. HF og nakrir í 3. g tey ringu boðini, at av tí at so nógvir nýggir næm­ingar vóru upptiknir á skúla­num í ár, noyðast teir alt hetta skúlaárið á einum degi at hava einstakar tím­ar á Vinnuháskúlanum, ið liggur við Oyggjarvegin, síðani nakr­ar tímar á Studenta­ skúla­num í Hoydølum og nakr­ar dagar enntá aftur nið­ an á Vinnuháskúlan. Alt eftir tímatalvuni hjá einstaka næminginum skulu næmingar møta nakað so­ leiðis: 1 ella 2 blokkar á Vinnu­ háskúlanum, síðani við einum intervalli á millum 15 minutt­ ir og ½ tíma, einstakir blokk­ ar á Studentaskúlanum, fyri síðani enn einaferð at skifta til fyrra skúlastaðið í summ­ um førum. Stundum skulu næmingarnir flyta millum skúlarnar, tá teir annars áttu at havt matarsteðg. Tað er helst ikki neyðugt her at grundgeva fyri, at inn­ lær­ingin hjá næmingum er munandi betur, um teir fáa okkurt til matna við jøvnum millumbilum. Men hetta verða ikki stundir til hjá hes­ u­m næmingum í Hoy­døl­um hetta skúlaárið, hóast hetta er lógarásettur rættur. Hesar umstøður kunnu lætt­liga taka hugin frá næm­ ing­um yvirhøvur at ganga í skúla­num. Meg lysti at vita hvør, ið klárar at pakka taskuna nið­ ur, ganga til Bussleiðina hjá Tórshavnar Kommunu, ferð­ ast við bussinum niðan “nær­ hendis” Oyggjarvegnum (Buss­leið­in hevur sjálvsagt fast­lagda ferðaskrá, ið ikki er løgd av Studentaskúlanum í Hoy­døl­um), ganga síðsta strekk­ið og taka skúlatingini upp­aftur úr taskuni, alt uppá 15 minuttir í fleiri førum og EISINI koma til tíðina. Næm­ ing­arnir hava fingið at vita, afturat oman fyri nevn­du keðiligu boðum, at møta teir ov seint verður hetta at rokna sum frávera. Heilt erligt. Og so eru tað bert lærararnir, sum fáa endur­ rindað útreiðslurnar til hýru­ vogn. Ikki allir næmingar hava bil, og sum vit hava hoyrt nú gjøgnum fleiri ár eru park­er­ingsviðurskiftini við Studentaskúlan út av lagi vánalig, við tað, at alt ov fá parkeringspláss eru í mun til talið av næmingum og lærarum. Nakað av tíð man fara til at finna parker­ings­ pláss hjá teimum næmingum, sum hava bil. Teir næmingar, sum skulu nýta buss ella ring­ja til onkran tey kenna, ið eigur bil, meti eg verða sleptar uppá fjall. Hetta kunnu hvørki Menta­málaráðið, leiðsla skúl­ans ella býar­myndug­ leik­ar vera bekent. Hví ikki gera okkurt radikalt betri? Seta telt til frálæru upp við Studenta­skúlan, útvega ókeyp­is skúlabuss, ið ger tað møguligt at møta á báð­ um støðum rættstundis, ella lata allar næmingar á skúla­num noyðast at liva við hesum umstøðum í eitt ávíst tíðarskeið, við at allir flokk­ar skiftast um at hava tvey frálærustøð at ferðast ímill­um? Teir næmingar, sum í løtu­ ni skulu liva við hesum stak vána­ligu umstøðunum alt hetta skúlaárið, verða væl ikki revsaðir fyri eitthvørt, ella hvussu? Eg fari hervið at heita á Mentamálaráðið, leiðslu skúlans og onnur við­kom­ andi, um at taka málið upp aft­ur til viðgerðar. Onkur fræg­ari loysn enn hendan man kunna finnast um viljin er til staðar. Demokrati ella kleptokrati Bergur P. Dam Nú er tað ikki ein spurningur um ein tunnil her ella har, um hann skal gerast av privatum ella av landinum. Nú er tað um sjálvt demokratiið og rætt­ar­sam­felagið. Um vit vilja eitt dem­o­krat­iskt rætt­ ar­sam­fel­ag ella eitt korrupt plut­o­krati - ja kanska eitt klep­tok­rati. Tað, sum Landsstýrið beint nú er í holtur við, er so burt­urúr vón og viti, at vit noyð­ast meira enn hálva øld aft­ur, fyri at finna nakað, sum líkist. Landsstýrið ætlar at seta Føroyar í eina støðu, sum bananrepublikkirnar - plut­o­kr­atiini - í Suður- og Mið­a­merika, í Asia, Miðeystri og Afr­ika stríddi seg burturúr í fyrru øld. Ein uppreistur fyri og ann­ ar eftir birtist, tí út­lendsk­ur stórkapitalur hó­reiggj­aði sær og rændi virð­ini, sum fólkið í hesum lond­um av røttum skuldu fing­ið gagn av. Vit hava hoyrt um United Fruit, sum hevði ræði á meginpartinum av jørð­ini í fleiri londum, ella olju­mon­o­ pol­fyr­it­øk­ur sum Texaco og Cast­rol, ella ATT osfr. Hesi konglomerat høvdu við mutri, valdi og snild­um fing­ið sær størri vald enn tjóð­ar­ting­ini. Tey stóðu om­ an fyri nat­i­on­al­a lóg­gávu. Um­hvørv­is­lóg­ir, skat­t­a­lóg­ir, vinnu­lóg­ir, ar­beiðs­um­hvørv­ is­lóg­ir og dómsvald fevndu ikki um hesar kapitalrisar. Nat­i­on­alu lóggávutingini kundu sam­tykkja lógir, men tær vóru ikki galdandi fyri út­lendsku stórfyritøkurnar. Og royndi onkur at broyta við­ur­skiftini, ja so gjørdu im­per­i­al­istisku stórveldini inn­rás og statskvett, sum í Iran í 1953, Guatemala í 1954 og Chile í 1973 - fyri at nevna nøkur. Allan barn- og ungdómin læs og hoyrdi eg um, hvussu lond stríddust fyri at koma burt­ur­úr hesum klept­o­krat­ i­sku høftum, sum bundu nið­ur sosialan og vinnuligan fram­burð. Og nú - hálva øld seinni - ætl­ar lands­stýr­ið, at hetta skal verða støðan í Føroyum - ein út­lendsk stórfyritøka skal fáa einkarrætt at gera, reka og eiga eina hø­v­uðs­ sam­ferð­s­l­uleið. Landsins lóg­ir skulu ikki vera galdandi fyri hesar spekulantar. Stýr­ is­skip­an­ar­lóg, um­hvørv­is­ lóg, ar­beið­ar­avernd­ar­lóg, ferðsl­u­lóg, komm­un­u­lóg og skattalóg. Ongin av hes­um skal galda fyri spekul­ant­v­in­ ir­nar hjá KKK - ikki Ku-Klux- Klan, men Kaj, Kaj og Kári. Løgtingið skal ikki kunna lóggeva um nakað hes­um felag viðvíkjandi. Tað skal hava eksklusiv rættindi at spekulera í samferðslu í Før­ oyum. Og tá hava vit klept­o­ kra­t­i­ið Føroyar Øll rætthugsandi mugu virki mótmæla hesi neyð­ tøku av demokratinum. Spurn­ing­ur­i­n er, um tað er nokk, at tey landss­týrisfólk, ið hava á­byrgd av hesum, verða víst dura­fjórð­ing­in. Helst er tørv­ur á grund­leggj­ andi broyt­ing­um - í hug­burði og lóg­gávu - fyri at tryggja demo­krat­i­i í Føroyum. Regin Berg, Stjórnmálafrøðingur, pápi og ungur føroyingur Politiska støðan í Føroyum er óhoyrd. Men tað sum ver­u­liga harmar meg, er tá eg síggi fólk, sum eg annars virði og dámi væl, hótta við at flyta av landinum (ella ikki flyta heim aftur), tí teimum ikki dámar politisku støðuna. Tað at politiska støðan er lát­ ur­liga langt úti, merkir júst at ein ikki skal flyta. Fólk áttu at streymað til Føroya. Um ikki fyri at búseta seg fast, so bara fyri at vera við til at steðga hesum ørskapinum – tí vit kunnu lættliga steðga hon­um! Tú hevur valdið Herfyri sá eg eitt tingfólk, sum mær annars dámar væl, skriva at tað var skilligt, at fólk fara av landinum, tá pol­ it­iska støðan er sum hon er. Sama dag sá eg fleiri onn­ur fólk siga, at tey vóru glað fyri at tey ikki búðu í Før­oy­um – og enntá ein siga, at við­kom­ andi var glaður fyri at fara av land­i­num nú. Hetta gjørdi meg kedd­an, illan og fekk eis­ ini meg til at føla trongd til bara at geva upp – tí hví skal eg berjast fyri nøkrum, um øll kortini bara fara at stinga av? Hví skal eg gera nak­að, tá alt er so negativt og upp­ gev­andi? Alt vald í Føroyum stavar frá okk­um. Vit, fólkið. Vit, sum búgva í Føroyum. Og vit, øll vit, sum kenna okkum sum føroyingar kring allan heim­in. Politiska skipanin, alt sam­fel­ag­ið, kann bara vera til ta tíð vit eru samd um, at sam­felagið skal vera til – og at samfelagið skal vera sum tað er. Eru vit ósamd, ver­u­ liga, djúpt og inniliga ó­samd, so kunnu vit broyta ting­ini. Vit hava sæð tað ó­telj­andi ferðir fyrr og síggja tað aðr­ a­staðni í heiminum – líka mikið hvussu sterk ein sam­ gonga er, líka mikið hvar vald­ið sær út til at liggja, og hvussu skitin amboð tað brúk­ar, so kunnu fólk broyta ting­ini. Men tað krevur eisini, at vit vilja GERA nakað, fyri at broyta tingini. Vit kunnu ikki bara sita á Facebook, í kaff­i­krókum, og mutla um hvussu deprimerandi alt er. Vit mugu fara út, og vit mugu berj­ast. Og vit mugu minnast til, at næstan ongastaðni í verð­ini hevur hvør einstakur so góðan møguleika at gera mun, sum júst í Føroyum. Hetta gera vit Nú leygardagin 31. august byrj­ar stríðið endiliga. Kl. 14:00 verður eitt tiltak á vagl­i­num, sum Sosialistisk Ung, Unga Tjóðveldið, fleiri fakfeløg og umboð fyri vinn­u­feløg skipa fyri. Har kunnu vit øll fara út, ó­an­ sæð politiskan lit, og sa­m­an siga eitt rungandi “NEI!” til hvussu málið um Skál­a­fjarð­ ar­tunn­il­in er handfarið, og hvussu lítla virðing politiska leiðsl­an vísir fyri fólkinum tey um­boða. Men tað er ikki nóg mikið. Fólk eiga at skriva til løgmann, til inn­lend­is­mál­ a­ráð­ið og til allar løg­tings­ lim­ir­nar, og fortelja hvat vit halda um vantandi virð­ing­ ina tey vísa okkum. Vit mugu steðga politikarum tá vit síggja teir, og krevja at teir taka ábyrgd. Krevja eitt svar. Vit mugu floyma miðl­ar­nar við lesarabrøvum. Standa dag og nátt uttanfyri løg­ tingið og mótmæla (um vit eru før fyri tí). Vit mugu lata pol­i­tik­ararnar vita, at vit ikki stuðla teimum, um teir gera hetta og at vit krevja eina broyt­ing her og nú. Vit skulu ikki geva upp. Vit skulu blíva ill; men kortini vísa at vit eru siðilig og hava eina loysn til málið. Vit skulu berj­ast fyri tí, sum vit meta er rætt og okkara. Og framum alt, vit skulu á ongan hátt bara stinga halan millum bein­ini, og loyva øðrum at mis­nýta og oyðileggja okkara góða, trygga, samhaldsfasta rætt­ar­sam­felag! Tí tað er ikki "skill­igt" at fólk ikki flyta heim aft­ur sum støðan er. Nei tað er tað ikki. Slett ikki. Tað er skilligt um vit vísa at vit eru til. Tað er skilligt um vit s­iga hvat vit vilja. Tað er skill­igt, um vit berjast. Tí vit mugu berjast, og vit mugu berj­ast nú. Hótt við at flyta heim!