hósdagur 29. august 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 30. august 2013 · Nr. 99
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Er tað betur at gita enn at
vita á Búnaðarstovuni?
Jens-Kjeld Jensen
og Sjúrður Hammer
Føroya Fuglafrøðifelag
Tað fyriliggur, sum nú er, ikki
nakað sum helst vísindaligt
grundarlag fyri at grágás
etur 55% av grasinum á
veltum lendi, sum annars
hevur verið borið framm
av Búnaðarstovuni og land
stýrismanninum. Vit vilja,
sum tað fyrsta, í hesari grein
sláa fast, at tað verður ikki
tikið støða til um tað er rætt
ella skeivt at gera serlóg um
skjóting av grágás, men vit
vilja bara vísa á, at sakligar og
vísindaligar grundgevingar
mugu fyrst koma á borðið
og ikki bara leysir pástandir
frá einum alment settum
bónda. Andrias Reinert kom
við einum sakligum ískotið
í Sosialinum 7. august 2013,
har hann mælir til ein leist
við skynsamari veiðu, sum
samstundis kann blíva ein
inntøkukelda fyri bóndir,
sum nú sigast at standa fyri
missi orsaka av grágás, men
hetta er sum sagt, ikki nakað
vit koma nærri inná í hesari
grein.
Málsgongdin
Tann 26. september 2011
kallaði
fiskimálaráðið
til
fundar um evni: Loyvi at
skjóta grágæs, ið leggjast á
bøin hjá bóndum, ið hava
mjólkineyt.
Luttakarar
vóru fyriuttan umboð frá
Fiskimálaráðnum, frá Hav
stovuni, Náttúrugripasavni
num, Føroya Fuglafrøðifelag
og Búnaðarstovuni. Niður
støðan var millum annað at
tað var neyðugt at fáa meir
vitan um stovnin, tí sum nú
er vita vit onki um føroyska
grágása stovnin. Somuleiðis
var eisini neyðugt at fáa lýst
skaðaárin á bøin, og hetta
skuldi ætlandi skipast sum
ein specialiverkætlan. Hetta
skuldi eftir ætlan bert verða
eitt fyrsta stig fyri at kanna
grágásina, hennara vistfrøði
og ávirkan á bøin.
Tað næsta man frættir
í hesum málið er, at Rólvur
Djurhuus vegna Búnaðar
stovuna framleggur úrslit frá
einari sokallaðari kanning
sum Búnaðarstovan í sínum
eintingum hevur staðið fyri.
Alt hetta var uttanum tað
kanningarverkætlanina, sum
annars var skipað í samstarv
við Náttúrugripasavnið og
ein specialistudent og Bún
aðarstovuna. Tann óskilliga
framferðin hjá Rólvi, fær
okkum at hugsað, at hann
helst ikki væntar sær tey
úrslit hann ynskti sær í hinari
kanningini, sum verður liðug
innan stutta tíð, og er tí farin í
holt við at snikka eina kanning
saman sum gevur honum júst
tey tølini hann ynskir sær.
Sokallaða
kanningin
sum
landstýrismaður og fjølmiðl
ar eisini hava víst til er ikki
útgivin alment meira enn, at
kanningarhátturin og myndir
eru lagdar út á heimasíðuna
hjá
Búnaðarstovuni.
Okk
ara
kritikkur
av
hesari
sjálvdráttarkanningini
hjá
Búnaðarstovuni er millum
annað:
•
Ov stutt tíðarskeið
•
Skiftandi veðurlag og
avfall
•
Lívd orsaka av
innhegning
•
Nýsátt gras serliga
útsett fyri gás
•
Hara sleppur ikki til
innhegna øki
•
Útvalt lendi serliga
útsett fyri grágás
•
Ongin samanbering við
onnur sløg av bøi
Tá vit vita hvussu ójøvn
sumrini í Føroyum eru, so er
tað eisini eyðsæð at kann
ingararbeiði í 1 ár ikki er
umboðandi fyri nakað sum
helst, og kann ikki virka
sum grundarlag fyri einari
broyting av fuglaveiðulógini.
Veðurlag og avfall hava stóra
ávirkan á gróðurin og munur
in á innhegnaðum og opnum
lendi er helst eisini tengt at
tí lívd sum innhegnaða lendi
fær. Kanningin tekur heldur
ikki hædd fyri haru sum
gongur á bønum um náttina.
Helst er staðið sum Rólvur
hevur valt til sína kanning
eitt tað mest útsetta staðið
í Føroyum. Um ein kanning
skal verða umboðandi fyri
eina breiðari heild nyttar
tað tá ikki at ein bert hevur
gjørt kanning á tí lendinum,
sum helst er sterkast ávirka.
Somuleiðis er nýsátt gras
lokkandi
fyri
gæs,
men
umboðar ikki í øllum førum
eina realistiska støðu.
Hendan
sjálvstøðuga
kanningin sum Búnaðar
stovan hevur staðið fyri,
hevur
heilt
greitt
verið
skipað soleiðis, at teir fingu
tey úrslitini teir vildu hava.
Talan er ikki um objektiva
gransking, og heldur ikki
ein niðurstøða sum er um
boðandi fyri allar Føroyar,
og er eftir okkara tykki ikki
gransking, sum kann liggja
sum grundarlag fyri broyting
av veiðulógini.
Manglandi trúðvirði
hjá Búnaðarstovuni
Trupulleikin, sum vit síggja
tað, er meir tengdur at
trúðvirðinum hjá Búnað
arstovuni tá hon so íðin fer
út við hálvkókaðum gransk
ingarúrslitum og nýtir tey á
ein slíkan høpisleysan hátt.
Upprunaliga endamálið við
kanningini var fyri at objek
tivt lýsa hvønn møguligan
miss bóndirnir eru fyri orsaka
av grágás, soleiðis at man
kann skipa seg hareftir. Til
tað er neyðugt við veruligari
gransking,
men
leisturin
sum Búnaðarstovan í hesum
sambandi hevur valt, ber brá
av at teir heldur vilja gita enn
at vita, og lata seg stýra av
egnum áhugamálum framum
veruleikan. Almennir stovnar
hava sum ábyrgd at fyrihalda
seg objektivt og sakligt til
veruleikan, men tað er eftir
øllum at døma ikki tilfeldi
viðvíkjandi Búnaðarstovuni í
hesum málinum. Rólvur, sum
sjálvur er bóndi má sigast at
verða ógegnigur í hesum føri,
og er tað tí óheppi at hann
skal verða tunga vektin á
skálini fyri at skjóta grágæs.
Tað er jú bókstavliga sum at
seta revin at ansa eftir gæs
num.
Ein nógv betri leistur
hevði verið at man helt seg
til uppruna kanningina har
fleiri áhugabólkar enn bara
bóndir vóru umboðaðir, og
har man við einum speciali
studenti við altjóða viður
kendari vegleiðing tryggjaði
at arbeiði hevði ein ávísan
kvalitet og objektivitet. Vit
vita av góðum grundum ikki
enn hvat kanningin kemur
at vísa, men vit vilja vísa á
at tølini sum Búnaðarstovan
hevur servera, kunnu á ong
an hátt rættvísgera nakra
broyting av fuglaveiðulógini.
Og tá hava vit ikki eingang
nomið við, at vit enn onki
vita um sjálvan føroyska grá
gásastovnin.