hósdagur 29. august 2013síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 30. august 2013 · Nr. 99
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Undirsjóvar
tunnilin
Jens Pauli í Dali
335 Leynar
Um løgtingsfólk samtykkja
ætlaðu
privatu
tunnils
loysnina, missir (letur frá
sær) tað almenna týðandi
rættindi part av sínum
fíggjarliga sjálvræði.
Eisini missir (letur frá
sær) landið stóran part av
ræðistættindum til, hvussu
vit í framtíðini (næstu 30-
50 árini ella longri) skulu
nýtímansgera stóran part
av okkara samferðslukervi
(infrakervið).
Kom at hugsa um fittu
søguna um »konuna, ið átti
hønuna, ið hevði vorpið
eitt gullegg«. Hon tók ta
avgerð at drepa hønuna,
so hon fekk øll gulleggini
beinanvegin.
Landsins oddvitar ætla
í staðin at senda hønuna
livandi til Danmarkar við
Atlantsflog.
Carpe diem undir Tangafirði
Tórbjørn Jacobsen
Tangafjarðartunnilin hevur
verið á breddanum í samfel
agskjakinum og á politiska
pallinum í áravís, hann hev
ur flotið í politiska sæv
armálanum alt eftir sum
sjóvarfallið hevur verið, og
ongantíð hevur løtan verið
lagaligari enn nú, ella rætt
ari momentum er nú, skal
undirsjóvarsmogan
gerast
veruleiki. Borgarin og ser
frøðin og diverse tvørpolit
iskar fraktiónir eru samd
um, at hetta er einasta infra
struktuella
cash-kúgvin
sum finst í landinum og
fyrimunirnir eru eyðsýnd
ir, 2/3 av íbúgvum landsins
búleikast báðu megin við
munnarnar, og tað krevst
ongin vísind fyri at fram
rokna
samfelagsvinning
in, nógmikið er at skoða
menningina
í
Føroyum
síðani Mikkjal Helmsdal og
hansara valalið fór undir at
framtíðartryggja vælferðar
samfelagið umvegis undir
støðukervið. Hvussu mang
ar milliardir krónur ið eru
brúktar í dagsvirði til berg
hol, vegir og havnarløg, hesi
árini síðan stríðsárini seinru,
er ilt at meta um, men 100
milliardir forsláa ikki, og hví
skuldi einasta inntøkukúgvin
í undirstøðu, á eina góða
milliard í íløgukostnaði, tá
verið ein trupulleiki hjá teim
um almennu Føroyum?
Landsstýrismaðurin
í
innlendismálum tók á hes
um sinni málið uppaftur,
og tað var sum at festa eld
í gamalt hoyggj, kropp av
kroppi ganga nú øll fram á
rað við sínum hugskotum
um hvussu hetta átrokandi
mál skal fremjast, ongin
ivast yvirhøvur í um málið
skal loysast, og úrslitið er,
at fleiri uppskot nú liggja í
rættarnevnd løgtingsins, og
hartil er okkurt ávegis.
Realpolitiski trupulleikin
í verandi stund er bara, at
onki av uppskotunum tykist
eiga ein meiriluta á tingi.
Klossuta handteringin hjá
landsstýrismanninum
av
málinum hevur forkomið
privatu
CIP-verkætlanini,
ætlar ein politikari at fremja
eitt mál, skal hann krúpa
burtur frá hesum sjálvur, og
lata málið, og ikki seg sjálvan,
vera fokuspunktið, og totalt
misskilta
valdsarrogansan
og embætishoveranin, ið nú
rýkur frá departementstjóra
num í Innlendismálaráðnum,
sum í samrøðu rør framundir,
at politiska skipanin í landi
num er ein forðing fyri
hansara
stóru
ætlanum,
punkteraði
ætlanina
endaliga.
Tragikomiska
og
pútudevilska
ætlanin
hjá
løgmanni,
at
tøma
nationalbankan niður í tvær
undirsjóvarsmogur, fyri at
flyta marginalarnar yvir á
sína hálvu, munaði mun
andi tann skeiva vegin. Her
vendist ikki aftur. Táið æt
laði undirritingarfundurin
í Løkshøll hin 27. juni, væl
smurdur av Kristinu Bær
endsen og Beini Troest,
gjørdist partapolitiska mo
mentum´ið, drívmegin, held
ur enn Tangafjarðartunnilin,
tá brast í grundini longu alt
málið í ministeriella føvn
ingi landsstýrismansins. Í
eini metamorfosu var cash-
kúgvin nú vorðin ein ætlað
atkvøðukúgv.
Hvat ið politiska skipanin
heldur til í løtuni er ilt
at vita, niðurbræðingin i
samgonguni
er
eyðsýnd,
tað bløðir úr skeinunum,
men hyggja vit isolerað at
Tangafjarðartunlinum, sum
tey flestu halda er ein skila
góð íløga, leik og lærd, so eru
nú áneyðir á einum PlanB í
mun til verandi og komandi
uppskot, sum ikki eiga nóg
dygga undirtøku í politisku
skipanini.
Frábyrgja vit Tangafjarð
artunnilin frá øðrum undir
støðuverkætlanum, so er
ongin ivingur um, at upp
skotið hjá Poul Michelsen er
tað frægasta ímillum teirra,
sum rættarnevndin nú er
í holt við at viðgera. Tað er
mest kleana uppskotið, tí
har hongur ongin politiskur
tíansheldur partapolitiskur
taraskógur og fløkist um
beinini á málinum. Politisk
fáfongd forðar kortini helst
fyri, at tað kann samtykkjast,
men
alternativið
er,
at
tingmenn úr øllum flokkum
gera
eitt
uppskot
sum
líkist hesum, og at teir allir
eru uppskotsstillarar fyri
at tryggja stabilitetin frá
framløgu til lok málsins
við triðju viðgerð. Í hesum
málinum
eru
flokkarnir
frammanundan destabiliser
aðir, menn ganga út í ljósan
dag úr ymsum smogum, tí
eiga eysturoyartingmenninir,
í minsta lagi, at fara eftir hesi
loysnini, nú bara ein PlanB
kann bjarga hesum málinum.
Momentum er nú – carpe tí
diem undir Tangafirði áðrenn
ov seint er.
Verður málið ikki loyst nú,
kunnu vit bara staðfesta, at
politiska skipanin ikki er nóg
búgvin til at fremja skila
góðar loysnir soleiðis, sum
fólkið ætlaði tað í føroyska
fólkaræðinum.
Fyrilestrar um
víkingar og verðurlag
Rolf Guttesen
Vegna Gaia: , Søgu- og
Samfelagsdeildin
Tveir almennir fyrilestrar
verða nú leygardagin 31.8.
klokkan 12.30. Tað er geograf
felagsskapurin GAIA, sum
skipar fyri. Tveir granskarar
frá University of Aberdeen,
fara at leggja nýggjastu
granskingarúrslitini fram.
Dr. Kevin Edwards: Vík
ingarnir vóru ikki teir fyrstu
at búseta seg í Føroyum.
Kanningar av landslagi,
søguligum keldum og blómst
urpollen hava givið sterkar
ábendingar um, at fólk hava
búð í Føroyum væl áðrenn tað
skandinaviska
landnámið,
sum vanliga verður sett til
umleið ár 800. Nýfunnið til
far á Sandi tíðarfestir land
námið hjá teim fyrstu nið
ursetufólkunum heilt aftur
til 4. til 6. øld. Man hevur í
vindbornum sandi funnið
torvøsku við leivdum av kol
aðum byggkorni. Kolevni-14
kanningar av korninum av
dúka tvey búsetingarskeið
millum 4. og 8. øld, sum eru
eldri enn víkingalandnámið.
Hesi úrslit gera tað neyðugt
at endurskoða fatanina av
landnáminum í Føroyum og
Norðuratlantiska
økinum
sum heild.
Dr. Brice Rea: Veður
lagið í Føroyum í Sein-
ístíðini,
kannað
við
paleoglaciologiskum og pal
eoøkologiskum proxy-data
Fyrilesturin snýr seg
um tíðarskeiðið í Føroyum
í endanum av seinastu ís
tíð.
Kanningarhættir
úr
bæði paleo-økologi og pal
eo-glaciologi verða brúkt
ir. Projektið umfatar kort
legging
og
kanning
av
ístíðarmorenum við tí end
amáli at fastleggja raðfylgj
una og geometriina í teimum
virknu ís-massunum. Har
aftrat kemur innsamling av
organiskum tilfari, sum kann
lýsa viðurskifti í tátíðar um
hvørvi.
Hesar
tilgongdir
kunna geva upplýsingar um
tað sein-glaciala veðurlagið
og geva ábendingar um,
hvar vindskipanin, ið kallast
“Polar Frontal Jet Stream”
hevur ligið í hesum týðandi
tíðarskeiði, tá veðurlagið var
í stórari umbroyting.
Gaia-seminarið
verður
leygardagin 31. august 2013 kl
12.30 (OBS tíðin er broytt)
á Søgu- og Samfelags
deildini, Jónas Broncksgøta
25 í Havn.