Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-08-29, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 30. august 2013 · Nr. 99 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, og Bjørg Róin, lærari á Føroya Studentaskúla í Hoydølum, vegleiða teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger og Bjørg arbeiða dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.fo, og so svara Holger og Bjørg tær her í Sosialinum. Norðurlendska Ráðharraráðið hevur í tíðarskeiðinum 2012- 15 sett 5 Nordplusskipanir í gongd. Tær eru ætlaðar at økja um samstarv og flytføri innan útbúgvingarøkið. Styrelsen for Universtteter og Internationalisering (ui.dk) - hevur ábyrgdina av kunning og vegleiðing í Danmark. Í Føroyum kunnar og vegleiðir Altjóða Skrivstovan um Nordplus. Ætlanin við Nordplusskipanunum er, at tær skulu styrkja norðurlendska- baltiska felagsskapin og samleikan, við støði í søguligu, mentanarligu og demokratisku felagseyðkennunum hjá londunum. Skipanirnar eru ætlaðar til undirvísing á øllum stigum. Fyri at gera tað lættari at finna partnarar til eina verkætlan – størri ella minni – verður skipað fyri einum kontaktseminari fyri møguligar umsøkjarar til freistina í mars 2014, sum kunnu fara á útveksling í skúlaárinum 2014-2015. Tað verður 30. og 31. oktober 2013 í Stokkhólmi og verður umrøtt her: http://fivu.dk/aktuelt/nyheder/2013/ deltage-i-nordplus-programmernes- store-kontaktseminar-i-stockholm Seminarið vendir sær til aktørar innan øll øki og Nordplusskipanir. Tað vil siga: Nordplus Junior er ætlað fólkaskúlum, miðnámsskúlum og yrkisútbúgvingum. Nordplus Hægri Útbúgving er ætlað lærararum og studentum á hægri útbúgvingum. Nordplus Vaksin er ætlað samstarvi fyri fólksligari upplýsing og undirvísing av vaksnum. Nordplus Horisontal er ein tvørgangandi skipan, fyri verkætlanir, sum fara um vanligu bólkarnar og sektorarnar, og verkætlanir sum arbeiða við øðrum, breiðari og kompleksum málum. Nordplus Mál og Mentan er skipan, sum skal menna støðuna hjá teimum norðurlendsku málunum. Arbeiðslív og norðurlendsk mál eru raðfest. Seminarið raðfestir stovnar og felagsskapir, sum vilja fyrireika verkætlanir um útbúgving og arbeiðslív umframt nýstlu av norðurlendsku málunum. Umsøkjarar við øðrum verkætlanarevnum kunnu eisini verða tikin upp, men hava ikki sama framíhjárætt sum hini. Umsóknarfreistin til seminarið er 15. september 2013 – tað er avmarkað nøgd av plássum. Tað er ókeypis at luttaka fyri ein persón per felagsskap/skúla, íroknað máltíðir og tvær nætur á seminarhotelli umframt stuðul til ferðina eftir vanligu ferðasatsunum hjá Nordplusskipanunum. Henrik N. Andersen - Specialkonsulent - +45 7231 8895 - hna@ui.dk - www.ui.dk Holger Arnbjerg – Nordplusinfokontór í Føroyum – tlf. 292513 - ask@setur.fo - www.setur.fo/ASK 5 nordðlus skipanir settar í gongd Spurnarsíðan Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Spruingur 1: Hvat verður í roynd og veru gjørt fyri at knýta lesandi og føroyska vinnulívið saman? Heimkær Svar: Leinkjan.fo er ein heimasíða, sum skal binda føroyskar fyritøkur og fólk undir útbúgving tættari saman. Hetta verður gjørt uppá tríggjar mátar: Verkætlanir Fyritøkur kunnu á leinkjan.fo leggja verkætlanir út, sum tær kundu hugsað sær, at onkur lesandi arbeiddi við sum partur av útbúgvingini. Tú kanst sum lesandi bjóða teg fram at skriva eina uppgávu um evni. Um tú t.d. ikki veitst, hvat tú skalt skriva uppgávu ella ritgerð um, ber til at fara inn á leinkjan.fo at vita, hvørjar verkætlanir eru har. At velja eina av hesum uppgávum er ein góður háttur at koma í samband við føroyskar fyritøkur, og tú veitst, at tú viðgert eitt evni, sum hevur týdning fyri føroyskt vinnulív. Skráseta lesandi Tú kanst sum lesandi skráseta teg á leinkjan.fo, soleiðis at fyritøkur hava møguleika at síggja tína vangamynd og seta seg í samband við teg. Á henda hátt fáa fyritøkur, sum heldur vilja seta seg beinleiðis í samband við lesandi, ein møguleika at síggja vangamyndirnar og seta seg í samband við ein ella fleiri lesandi. Mentorskipan Á leinkjan.fo kanst tú søkja um at fáa ein mentor frá einari føroyskari fyritøku. Ein mentor er eitt starvsfólk við vitan og royndum at virka sum ráðgevi hjá tær sum lesandi. Mentorurin vegleiðir teg um ymisk viðurskifti í sambandi við eina yrkisleið í privata vinnulívinum í Føroyum. Vinnuhúsið eigur og rekur leinkjan.fo, sum er ein ókeypis tænasta til lesandi og fyritøkur. Spurningur 2: Hvussu fær mann visum til USA? AMR Svar til AMR: Sum lesandi fær mann visum við at verða tikin upp á hægri lærustovni og mann fær eitt skema, sum mann skal senda amerikonsku sendistovuni í t.d. Danmark. Nú kann mann eisini fáa visum flýggjað út í Íslandi ávegis til USA. Føroyingar, ið skulu til USA at lesa, kunnu nú avgreiða síni visumviðurskifti á amerikonsku sendistovuni í Reykjavík. Søkt verður á heimasíðuni hjá amerikonsku sendistovuni á hesi leinkju: http://iceland. usembassy.gov/student_visas.html Skjalið, ið føroysk lesandi skulu fylla út, eitur ‘DS-160’. Hetta skjal verður útfylt inni á heimasíðuni, og hetta tekur umleið ein tíma. Áðrenn umsóknin verður gjørd, er umráðandi at hava neyðug skjøl til reiðar, so sum pass, navnabræv og øll skjøl viðvíkjandi lærustovni og lestrarstuðli. Hevur umsøkjarin verið dømdur fyri eitthvørt lógarbrot, er sera umráðandi, at øll skjøl hesum viðvíkjandi verða løgd við. Best er eisini, at teldan er sett til ein prentara, tí kvittan fyri umsóknina skal skrivast út, tá hon er liðugt útfylt. Hon skal goymast og takast við til samrøðu á sendistovuni. Spurningar