fríggjadagur 7. mai 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 87 - 7. mai 2004
Nr. 87 - 7. mai 2004
3
Norður-
lendskur
kórfagnaður
Í kvøld og í annað-
kvøld, verður norður-
lendskur kórfagnaður í
Keypmannahavn. Á
kórfagnaðinum verða
tvær konsertir. Tann
fyrra verður í kvøld á
Norðurbryggjuni, og í
annaðkvøld verður
veitslukonsert í Vor
Frelsers Kirke
TÍÐINDASKRIV
Síðani 1997 hevur NAKF
savnað
íslendsk,
grøn-
lendsk og føroysk kór í
Danmark fyri at framføra
norðurlendskan tónleik.
Á konsertini, sum verður
á Norðurbryggjuni í kvøld,
fara kórini hvør sær at
framføra verk úr egnari
skrá. Gallakonsertin í ann-
aðkvøld
verður
í Vor
Frelsers Kirke í Christ-
ianshavn, har kórini saman
framføra tað, tey hava vant
á fagnaðinum.
Høvuðsverkið í ár er
sjálvsagt verkið, sum er bí-
lagt til júst henda fagnaðin.
Tað er verkið, Effigiem
Christi, sum Hugi Guð-
mundsson hevur skrivað.
Sámal Matras Kristian-
sen úr Fuglafirði fer at
frumframføra, "Nú líðir
móti
summartíð",
sum
hann sjálvur hevur skrivað
og lagt lag til.
Kórleiðararnir til hesar
kórfagnaðir eru altíð norð-
urlendskir. Hesaferð verða
tað, íslendarin Bernharður
Wilkinson úr Íslandi og
Mads Lumholt úr Grøn-
landi, sum fara at leiða kór-
sangin.
Konsertin í kvøld verður
á Norðurbryggjuni klokkan
18.30.
Veitslukonsertin verður í
Vor Frelsers Kirke í morgin
klokkan 17.00.
Meira fæst at vita á
heimasíðuni, www.nakf.dk
Blás í hornið
Árliga musikkstevn-
an, har hornorkestr-
ini í landinum hittast,
verður hildin í Vest-
manna um vikuskift-
ið
MUSIKKSTEVNA
Edvard Joensen
Hornorkestrini í landinum
stevna til Vestmanna um
vikuskiftið. Árliga musikk-
stevnan, sum síðan 1966
hevur verið hildin dýra
biðidag, verður í ár í Vest-
manna. Men hesaferð verð-
ur hon hildin í tveir dagar.
Í ár fer musikkstevnan at
byrja við skeiði dýra biði-
dag og halda fram við kon-
sertum leygardagin. Tað
verða ein norðmaður og ein
breti, sum fara at halda
skeið fyri føroyskum horn-
blásarum i tí tyngra enda-
num dýrabiðidag.
Atli Petersen, leiðari hjá
Vestmanna Hornorkestri, ið
skipar fyri musikkstevnuni
í ár, sigur, at tað eru norð-
maðurin Erik Gjerdevik,
sum fer at undirvísa før-
oyskum tubablásarum sam-
an við bretanum David
Childs, sum fer at undirvísa
euphonium og baritone
spælarum.
Verkskeiðini
enda við konsert fríggja-
kvøldið. Konsertin verður
hildin í Vestmanna skúla
klokkan 19.00, har teir báð-
ir undirvísararnir verða
solistar. Eisini fer felags-
orkestrið hjá Vestmanna
Hornorkestri og Sørvágs
Tónleikarafelag at luttaka á
konsertini saman við Mar-
tini Pollard, pianisti, og
Føroya klarinettorkestri.
Vanliga musikkstevnu-
konsertin verður í ítróttar-
høllini leygardagin 8. mai
klokkan 14.00. Gunn Joen-
sen, borgarstjóri í Vest-
manna, fer at seta musikk-
stevnuna 2004
Orkestrini sum verða við
í ár verða Vestmanna Horn-
orkestur, Sørvágs Tónleika-
felag, Tvøroyrar Hornor-
kestur,
Nes
Sóknar
Musikkfelag, Fuglafjarðar
Hornorkestur, Klakksvíkar
Hornorkestur, Havnar Ung-
dómshornorkestur, Havnar
Hornorkestur og Harmoni-
orkestrið G.H.M, sigur Atli
Petersen.
Í ár eru føroyingar í teirri
støðu, at vit eiga ein
europameistara í horn-
blástri. Tað er Havnar
Hornorkestur, sum fyri eini
viku síðan vann sær tann
stóra heiðurin í kapping í
Skotlandi.
Havnar Hornorkestur fær
sum eitt slag av viðurkenn-
ing nøkur smávegis ser-
rættindi á musikkstevnuni í
ár. Nevniliga, at orkestrið
sleppur at vera eitt sindur
longri á pallinum, enn hini
orkestrini,
soleiðis
at
áhoyrarnir fáa møguleika at
hoyra
meginpartin
av
skránni, Havnar Hornor-
kestur vann europeisku
kappingin í Skotlandi við,
sigur Atli Petersen.
Fríggjadagin og leygar-
dagin er eisini ein framsýn-
ing við instrumentum í
skúlanum í Vestmanna. Tað
eru fyritøkurnar Yamaha og
The Music Group, sum
hornblásarar betur kenna
undir
gamla
navninum
Boosey & Hawkes, sum
fara at sýna fram instru-
ment, tey hava at bjóða.
Árliga musikkstevnan verður í ár í Vestmanna. Níggju hornorkestur fara at luttaka
C
M
Y
K
3
2
Televarpið
tel 340340
televarp@televarp.fo
team85
Einastandandi mai-tilboð
frá Televarpinum!
Televarpið vísir:
Champions League
SAS-liguna
FA-Cup
Seriu A
Premier League
Bundesliguna
Primera División
*Tilboðið
er treytað
av 12 mðr.
Televarpshaldi
Frá 1. - 31. mai
Televarpsmóttakari
vanl. prísur 1.695,-
spar 700,-
995,-*
fyri einans
SAS LIGAN
CHAMP. LEAGUE
BLUFF - hvørt týskvøld á TV3
Einastandandi mai-tilboð
frá Televarpinum!
Veitst tú at:
· tilboðið gevur tær
Televarp í mai 2004
· tú fært
kortleiguna
· tú fært digitalt signal, sum gevur tær
· við Televarpinum er tað
at stovna og broyta hald
ókeypis
bíligastu
bestu góðskuna
lætt
28 fjølbroyttar rásir til
alla familjuna
m.a. TV3, 3+ og Viasat Sport
Hygg inn og fá eitt rás- og
prísyvirlit við heim