Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-07, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mai 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 87 - 7. mai 2004 Nr. 87 - 7. mai 2004 5 Nú skúlastýrisvalini kring landið nærkast, er greitt, at tað er trupult at fáa for- eldrini at børnunum á teimum ymsu skúlunum at skráseta seg SKÚLASTÝRISVAL Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Fyrireikingarnar til skúla- stýrisvalið, sum verður tann 25. mai, eru nú byrjaðar. Freistin at skráseta seg var úti tann 1. mai, men kortini ber tó til framvegis at skrá- seta seg. Fyri at foreldrini skulu kunna stilla upp ella velja, má tann, ið situr við foreldramyndugleikanum, skráseta seg. Men tað letur ikki til, at tað bara er sum at siga tað. Sosialurin hevur tosað við fleiri skúlar, har tað er trupult at fáa foreldrini at skráseta seg. Á felagsskúlanum á Oyrabakka høvdu einans 30 % skrásett seg og í Hvalbiar skúla 40 %. Hetta halda skúlastjórarnir ikki vera nógv, men teir hava tó góðar vónir um, at fleiri fara at koma. Teir halda, at tað er bara hetta sama við at føroyingar altíð koma í seinastu løtu, sum ger seg galdandi. Í skúlanum við Ósánna í Klaksvík er tann sami trupulleikin galdandi. Sím- un Petur Hjelm, skúlastjóri, sigur, at tað er sera trupult at fáa foreldrini at skráseta seg. Og hann heldur, at tað kann tulkast sum eitt slag av líkasælu. Og tað harmast hann um, tí tað eru jú for- eldraumboð, sum skulu veljast í skúlastýrini. Men Símun Petur sigur, at hetta lat eisini til at vera ein trupulleiki í Danmark. Hann hevur fyri stuttum vitjað onkrar skúlar niðri, og har tosaðu tey um júst sama trupulleikan, at for- eldur ikki skráseta seg. – Eg veit ikki, um tey ikki vita av, at tey skulu skráseta seg. Tað eiga tey at vita, tí tað var jú eisini galdandi seinast. Og har- afturat er tað lýst, at tey skulu, so eg eri bangin fyri, at hetta kann vera eitt tekin um líkasælu, sigur hann. Á Tórshavnar kommunu- skúla siga tey, at foreldrini eru sera sein at skráseta seg, men gongd er komin á nú. – Allarseinasta freist er 18. mai, og tað koma skrá- setingar inn allatíðina, sigur Hanus, og hann sigur, at fólk møttu væl upp til seinasta val. Hann heldur, at tað er ikki komið rættuliga í æðrarnar á fólki, at tey eiga at skráseta seg fyri at kunna velja ella stilla upp til valið. Men tað væntar hann fer at koma. Skúlastýrisvalið verður tann 25. mai, og verða upp- stillingarfundirnir 11. mai. So at siga síðani fyrsta skotið fyri Norðoyatunlinum borðoyarmegin varð latið av tann 20. apríl hava fólk har um leiðir havt svøvn- leysar nætur av buldrinum frá skotunum, so hvørt sum tey verða latin av NORÐOYATUNNILIN Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Tað hevur buldr- að og larmað í Borðoyavík í einar tvær vikur nú. Rist- ingarnar frá skotunum kennast gjøgnum mergin. Buldrini hoyrast langt inn í býin, men tó kemst ikki rundan um, at tey, ið hoyra og føla mest, eru tey, sum búgva nærmast við. Yviri á Gravarbø hevur altíð verið gott og friðarligt at búgva. Eitt sindur av ferðslu, tað er tað heila. Men nú buldrar øgiligt hvørjaferð skot verður latið av. Og tað er líkamikið um tað er dagur ella nátt. Tá tað er liðugt at løða, verður skotið. Umleið tvær ferðir um samdøgurið. Sum skilst, so er hetta tó ikki nakað, sum beinleiðis fær ilt í fólk, tí tey hava væntað tað. Men tó so, kann tað neyvan vera stutt- ligt at vakna við kaldan dreym hvørja nátt, tá sprongt verður. Gjøgnum dagin órógvar tað ikki so nógv. Sjálvandi hoyrist alt væl, og risting- arnar eru tær somu, men tað er ikki tað sama, sum tá fólk liggur og svevur. Tó er hetta ikki nakað, sum fólkini klaga um. Tey siga, at tey vita, at tað er bert ein stutt tíð, so eru teir komnir so mikið langt inn í fjallið, at tað ikki verður ein trupulleiki meira. Men tað er ikki bara á Gravarbø, at tað hoyrist og merkist væl. Eisini oman Bøgøtu, sum liggur stutt frá vegnum út í Borðoyarvík, merkja tey hvørt skot væl. Í einum húsum datt eitt stereoanlegg á gólv, tá eitt skot gekk av. Tó er ikki, sum Sosialur- in skilir, nakað dømi um, at nakar skaði er komin á hús. Okkurt hevur verið at hoyrt um miseydnaði skot, men annars ikki nakað annað. Fer at batna skjótt Ulf Hansen, arbeiðsfor- maður við Norðoyatunn- ilin, sigur, at tað verður ikki so longi afturat, áðrenn tað fer at batna vð ganginum. Teir eru nú komnir umleið 65 metrar inn, og nærkast svinginum. – Tá vit eru komnir í svingið, fer tað at batna skjótt, men ristingarnar fara helst at kennast kortini, sigur hann. Og leggur aft- urat, at tað allarhelst er batnað longur nú í mun til í byrjanini. Tilfarið, sum arbeitt verður við, er ikki av tí besta, sigur Ulf, og tískil verður betong sproytað upp undir fyri at varðveita so trygg arbeiðsviðurskifti sum gjørligt. Ulf heldur, at orsøkin til, at tilfarið er so ringt at hava við at gera kann vera, at fjallið er so ungt, sum hann málber seg. Arbeiðið gongur væl hóast tilfarið ikki er so gott, og mikudagin tá Sosialurin kom framvið vóru teir næstan lidnir at løða og skuldu sprongja um ein tíma. Arbeitt verður í tveimum vaktum, og tað eru bara tveir tímar um samdøgurið, at onki virk- semi er í tunlinum. So tað eru ikki bara tey, sum búgva í nánd, sum hava svøvnleysar nætur. Tað hava teir, sum arbeiða hvørja nátt í tunlinum, so sanniliga eisini. Óvæntað og ikki í tráð við spæl og møguleikar verður mótstøðuliðið Kristi himmal- ferðardag AaB og ikki Brøndby DANMARK Jóannes Hansen Heldur ikki á seinnu FCK ferðini í Odense í fýra dagar gjørdist tað tvídystur millum Toda Jónsson og Jákup á Borg. Tá ið FCK og OB miku- dagin hittust í seinnu hálvfinaluni í steypa- kappingini, var Todi Jónsson á FCK beinkin- um, meðan Jákup á Borg taldist millum áskoðar- arnar. Todi var á vøllinum síðstu lítlu løtuna, tá ið FCK vann 4–2 og harvið samantalt tryggjaði sær finalupláss við 7–3 sigri á OB. Føroyski álops- spælarin varð settur inn fyri Álvaro Santos, sum hevði skorað til 3–2. Hetta var fyrsta málið hjá brasilska álopsspælaran- um í fimm dystum, um sæð verður burtur frá brotssparksmáli. Saman við Álvaro San- tos var Jesper Bech í FCK álopinum. Tá ið seinna umfarið var sjey minuttir gamalt, varð ein annar álopsmaður, Peter Møller, settur á vøllin. Tá varð Jesper Bech fluttur aftur á miðvøllin í vinstru. Peter Møller legði í 64. minutti FCK framum, eftir at Álvaro Santos við høvdinum hevði sent í stólpan. Mið- vallarin Morten Bisgaard hevði í 18. minutti lagt FCK framum, og mið- vallarin Christian Traoré staðfesti 4–2 sigurin. Hetta var fyrsta ferðin, at Traosé skoraði mál fyri FCK. Í løtuni gongur tað við fúkandi ferð hjá FCK. Donsku miðlarnir halda, at tað serligu eru ungu og sentralu miðvallarspæl- ararnir, Hjalte Bo Nørre- gaard og Christian Traoré, og álopskometin Jesper Bech, sum eru orsøkin til, at tað, sum fyri fáum vikum síðani tóktist keðiligt og avgjørt ikki eyðkent av serligum íblástri, nú er soleiðis fyri, at FCK er favorittur at vinna steypafinaluna og meistaraskapin. OB gjørdi lítið um seg ímóti FCK. Eina løtu í 1. hálvleiki, um tað mund- ið, tá ið teir javnaðu til 1–1, var ferð á OB, men tað var skjótt, at teir dovnaðu og ikki trúðu upp á møguleikan fyri samantaldum sigri. Í finaluni Kristi himm- alferðardag, sum verður hósdagin 20. mai, skal FCK, sum í fjør tapti finaluna ímóti OB, dyst- ast við AaB. Í Aalborg vann heimaliðið miku- kvøldið 2–1 á Brøndby. Í fyrru hálvfinaluni endaði tað málleyst í Brøndby. Tað kemur sjáldan fyri, at eitt lið, sum hevur so stóra yvirvág, fær so lítið burturúr, sum Brøndby fekk mikukvøldið. Brøndby venjarin, Mic- hael Laudrup, staðfesti, at síðani hann varð venj- ari, hevði hann ongantíð verið úti fyri sovornum. Í 2. hálvleiki hevði Brønd- by bóltin kanska 70 pro- sent av tíðini. Teir raktu tríggjar ferðir í mál- karmin, og teir misnýttu í hvussu so er tríggjar rimmar møguleikar. Talan verður um níggj- undu ferðina, at AaB verður annar parturin av steypafinaluni. Teir hava tapt fýra ferðir, og teir hava vunnið tvær ferðir – í 1966 og í 1970. Síðsta steypatapið hjá AaB var í 1996, tá ið tað vóru teir í Viborg, sum vunnu. FCK hevur vunnið steypa- kappingina í 1995 og í 1997. Leygardagin fer FCK á útivølli ímóti FCM. FCK enn eina ferð í finaluni Skúlastýrisvalið: Fá hava skrásett seg Svøvnleysar nætur Einar 100 metrar afturat, so skuldi tað farið at batna við ristingunum og ganginum, sigur Ulf Hansen, arbeiðsformaður C M Y K 5 4