fríggjadagur 7. mai 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 87 - 7. mai 2004
Nr. 87 - 7. mai 2004
7
Edvard í Skorðini
Joensen metir tað ikki
vera ein trupulleika
fyri trúvirðið hansara
sum formaður í
Blaðmannafelagnum,
at hann í januar var
valevni Javnaðar-
floksins. – Eg ráðførdi
meg við mínar koll-
egar í Norðurlondum,
og eg meti einki
skeivt vera við míni
avgerð, vísir Edvard á
FJØLMIÐLAR
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Tíðindakvinnan Brynhild
Thomsen segði í vitðalu í
blaðnum í gjár, at hon helt
tað vera blóðskeivt av for-
manni Blaðmannafelags-
ins, Edvard í Skorðini Joen-
sen, at vera valevni fyri
Javnaðarflokkin í februar
uttan at taka seg aftur sum
fakfelagsformaður. »Um-
boðar hann meg og mítt fak
ella
Javnaðarflokkin?«,
spyr Brynhild Thomsen
atfinnandi.
Spurdi kollegarnar
Edvard í Skorðini Joensen
sigur, at avgerðin varð tikin
eftir drúgvar metingar, og
at hann framvegis heldur
fast um, at talan ikki var um
nakra skeiva avgerð.
– Eg ráðførdi meg við
mínar kollegar í granna-
londunum kring okkum og
við roynd fólk í fakinum,
og eingin metti nakað
skeivt vera við hesum,
sigur Edvard í Skorðini
Joensen. Hann vísir á, at
tað er fulli rætturin hjá
einum og hvørjum borgara
at stilla upp, og at hann ikki
fær eyga á nakra negativa
avleiðing orsakað av síni
avgerð, hóast hann er
fakfelagsformaður.
– At eg sum valevni ikki
kann røkja mín sess sum
fakfelagsformaður á full-
góðan hátt, er ikki rætt,
heldur
formaður
Blað-
mannafelagsins.
Eingi mótmæli
Spurdur, um hann ikki skil-
ir, at fólk kunnu seta spurn-
artekin við tvinnu leiklutir
hansara,
sum
Brynhild
Thomsen gjørdi í gjár, og at
hetta í sær sjálvum ikki er
nóg mikið at takka nei til
politikk, er hann greiður.
– Trupulleikin við yms-
um funktiónum sleppa vit
ongantíð undan, og so
kunnu vit tað sama vera
ivandi um alt, heldur fak-
felagsleiðarin.
Sambært
honum vilja líknandi støður
altíð taka seg upp, og um
trúvirðið verður skaðað av
ymsum virksemi, sum einki
hevur við hvørt annað at
gera, kunnu vit tað sama
grava okkum niður og ikki
luttaka í nøkrum.
– Sjálvandi kann onkur
kanska hava hug at seta
spurnartekin, og tað er
keðiligt, men fyri mítt
viðkomandi haldi eg ikki,
at støðan sum valevni
ávirkar trúvirðið í formans-
sessin í Blaðmannafelagn-
um, og eg havi heldur einki
merkt til hetta, vísir Edvard
á.
Í hesum sambandi vísir
hann fyrst á aðalfund, Blað-
mannafelagið hevði fyri
stuttum, og ikki eingin mót-
mælti ella vísti á, at Edvard
ikki hevur borið seg rætt at,
og at trúvirðið hansara er
sett í vanda orsakað av
politiska leiklutinum.
– Eg var afturvaldur, og
eingin gretti orð, so tað
kann ikki vera so ringt, slær
Edvard fast. Sambært hon-
um hevði hann als ikki tikið
av sum valevni Javnaðar-
floksins, um hann á nakran
hátt hevði merkt til trupul-
leikar av avgerðini, men tað
hevur hann ikki gjørt.
– Umframt tað vistu tey
flestu
frammanundan,
hvørja politiska áskoðan eg
havi, og eg havi ongantíð
dult fyri hesum. At eg so eri
valevni fyri sama flokk
kann ikki skaða, sigur ein
avgjørdur Edvard í Skorð-
ini Joensen.
– Eg skilji væl, at
trúvirðið verður sett í
vanda, tá bæði
Dimmalætting og
hini bløðini eru tengd
at politikki, sigur Ingi
Samuelsen, blaðstjóri
á Dimmu. Hann
undirstrikar tó, at við
støði í einum almann-
kunngjørdum skjali
um túsundáraskiftið
verður hvønn dag
stremba eftir full-
fíggjaðum objektivit-
eti uttan mun til, hvat
og hvør verður
viðgjørdur
FJØLMIÐLAR
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Í seinastu útgávu varð ljós
við tveimum greinum kast-
að á trúvirðið í føroyska
fjølmiðlaheiminum,
har
serliga leiðslu- og ognar-
viðurskiftini kring miðlarn-
ar vórðu tikin upp.
Blaðstjóri á Dimmalætt-
ing, Ingi Samuelsen, er
fullgreiður um trupulleikan
við partapolitiska tilknýt-
inum handan tíðindabløð-
ini, men Dimmalætting
orðaði um túsundáraskiftið
eitt skjal við samtykt frá
nevnd og eigarum, sum
skal tryggja óheftni og
objektivitet, og sum sam-
bært blaðstjóranum skapar
allar fortreytir fyri trúvirði.
– Drúgva gongdin við
skjalinum var ein stórur
sigur fyri pressufrælsið á
Dimmu, og um tíðindafólk
okkara á nakran hátt merkja
trýst frá nøkrum, kunnu tey
altíð vísa til skjalið, greiðir
Ingi Samuelsen frá.
Hann heldur, at við hes-
um er ein trygd veitt lesar-
anum, og hóast eingin kann
vísa aftur, at politiskt litaðir
persónar eru partur av ogn-
arviðurskiftunum
kring
Dimmu, er sambært Inga
ikki neyðugt hjá lesaranum
at hava bakhugsanir.
Leiðslan onga ávirkan
Blaðstjórin á Dimmalætt-
ing sigur, at hann ongantíð
hevur upplivað, at leiðslan
hevur ávirkað tíðindaflutn-
ingin, og dagliga arbeiðið
verður tí ikki ávirkað av, at
virknir limir í Sambands-
flokkinum eru partaeigarar
á blaðnum.
– Lat meg siga tað so-
leiðis, at tað kann vera ein
trupulleiki fyri trúvirðið,
men tað átti tað ikki at
verið, tí dagliga arbeiðið á
Dimmu strembar eftir full-
fíggjaðum
objektiviteti,
sigur Ingi Samuelsen.
Spurdur, um tað yvir-
høvur er gjørligt at hava
fullfíggjað eftirlit við tínum
egna arbeiðsgevara, og um
Dimmalætting t.d. hevði
avdúkað eina sambands-
gølu, er blaðstjórin greiður.
– Tað er okkara mál, og
tað er tað, vit stremba eftir
við støði í skjalinum, og vit
gera tað, vit kunnu, fyri at
varðveita trúvirðið, greiðir
Ingi frá. Hann leggur aftur-
at, at júst tá mál um Sam-
bandsflokkin verða við-
gjørd, eru teir á Dimmu ser-
liga varnir, so eingin møgu-
leiki verður hjá lesaranum
at ákæra blaðið fyri at
framleiða subjektivan og
partapolitiskan
tíðinda-
flutning. Hann spyr, hvussu
ofta eg síggi Lisbeth L.
Petersen í Dimmu saman-
borið við, hvussu ofta løg-
maður er at síggja í Sosial-
inum.
Persónar framum
politikarar
Ingi Samuelsen vísir víðari
á, at tað eru persónar og
ikki politikarar, sum sita í
blaðnevndunum, og at ting-
ini á henda hátt ikki verða
blandaði saman.
– Hóast lesarin kann
freistast at spyrja um trú-
virðið, er fyri okkara við-
komandi eingin orsøk til
hetta, tí vit hava skapt
karmar
fyri
reinum
objektiviteti, og hetta er
idealið allan vegin, slær
blaðstjórin á Dimmalætt-
ing, Ingi Samuelsen fast.
– Politiska luttøkan ávirkar ikki trúvirðið
- At eg sum valevni ikki kann røkja mín sess sum fakfelagsformaður á fullgóðan hátt, er einfalt
ikki rætt, heldur formaður Blaðmannafelagsins, Edvard í Skorðini Joensen, eftir at
tíðindakvinnan Brynhild Thomsen vísti sína ónøgd í gjár
– Karmar skaptir fyri pressufrælsi
- Hóast lesarin kann freistast at spyrja um trúvirðið, er fyri
okkara viðkomandi eingin orsøk til hetta, tí vit hava skapt
karmar fyri reinum objektiviteti, og hetta er idealið allan vegin,
slær blaðstjórin á Dimmalætting, Ingi Samuelsen fast
C
M
Y
K
7
6
Nevndarsessurin ávirkar ikki
tíðindaflutningin
Stjórin í Útvarpi Før-
oya og nevndarlim-
urin í Føroya Banka,
Jógvan Jespersen, vís-
ir aftur, at nøkur tví-
støða hevur stungið
seg upp millum ÚF og
Føroya Banka. -
Hevði eg roynt at
ávirka tíðindaflutn-
ingin hjá ÚF við mín-
um nevndarsessi, so
hevði eg hvørki verið
egnaður sum stjóri í
ÚF ella nevndarlimur
í Føroya Banka, sigur
hann
STJÓRASESSURIN
Í ÚF
Páll Holm Johannesen,
pall@sosialurin.fo
Jógvan Jespersen vísir
ákærunum aftur um, at
hann við stjórasessinum í
Útvarpinum og nevndar-
sessinum í Føroya Banka,
skaðar trúðvirðið hjá Út-
varp Føroya
-Tað hevur leingi verið
alment kent, at eg havi ver-
ið nevndarlimur í Føroya
Banka. Eg kann kortini
staðiliga vísa aftur, at tað
nakrantíð hevur verið nakar
trupulleiki fyri óhefta tíð-
indaflutningin
hjá
ÚF.
Hevði eg roynt at ávirka
tíðindaflutningin við mín-
um nevndarsessi, hevði eg
hvørki verið egnaður sum
stjóri í ÚF ella nevndarlim-
ur í Føroya Banka, sigur
Jógvan Jespersen.
Er tað kortini ikki nóg
mikið, at fólk hugsa , at tú
hevur tveir leiklutir?
Eg skilji væl, at onkur
heldur, at hasi størvini ikki
hóska saman. Eg kann kort-
ini bara staðfesta, at tað
ongantíð er komið upp á
tal, at eg havi roynt at
ávirka
tíðindaflutningin,
sigur ein avgjørdur Jógvan
Jespersen.
10 ár
Jógvan Jespersen tók við
nevndarsessinum í Føroya
Banka í 1994. Hann er
valdur sum umboð fyri tað
almenna, og umboðar ikki
partaeigararnar í Føroya
Banka.
Stjórin í ÚF sigur, at
hann hevur fleiri ferðir havt
ætlanir um at siga nevnd-
arsessin frá sær, men nú
bíðar hann bert eftir, at
hansara nevndarsessur fell-
ur burtur.
- Tað er danska vinnu-
málaráðið, sum eftir til-
mæli frá landsstýrinum
hevur sett meg. Danska
stjórnin hevur avtikið øll
almenn umboð í nevndum,
men lógarbroyting er ikki
komin í gildið í Føroyum.
Hesum bíði eg nú eftir, sig-
ur Jógvan Jespersen.
Duld hjástørv
Hann vísir á, at hansara
nevndarsessur í Føroya
Banka hevur altíð verið al-
mennur.
-Ein stórur trupulleiki hjá
fjølmiðlafólki í dag er, at
tey hava duld hjástørv. Um-
framt at arbeiða fyri fjøl-
miðlarnar, arbeiða tey eis-
ini fyri aðrar arbeiðsgevar-
ar, og hetta er ein stórur
trupulleiki. Tá eg arbeiddi
sum fjølmiðlamaður, hevði
eg ikki onnur størv. Sum
fjølmiðlamaður
ert
tú
noyddur at seta markið
sjálvur, hvat tú tekst við og
ikki, sigur Jógvan Jesper-
sen.
Uni inhabilur
Í viðtalu við Sosialin í gjár
heldur fjølmiðlamaðurin,
Uni Arge, at tað er ein
trupulleiki, at tíðindaleið-
arin á ÚF hevur verið limur
í ávísum flokki. Jógvan
Jespersen heldur tað er
burturvið, at Johan Mor-
tensen skal vrakast sum tíð-
indaleiðari, tí hann hevur
verið limur í Suðurstreym-
oyar Javnaðarfelag.
–Hvør kann verða fjøl-
miðlamaður um talvan skal
vera rein fyri øllum virk-
semi, spyr Jógvan Jesper-
sen.
Jógvan Jespersen heldur
hinvegin, at tað er ein nógv
størri trupulleiki, at pro-
gramleiðarin í ÚF, Jógvan
Arge, í fjør arbeiddi hálva
tíð sum programleiðari og
hálva tíð sum tingmaður.
-Sonur hansara Uni er
djubt inhabilur, tá hann
skal viðgera ÚF. Tann ein-
asti veruligi trupulleikin
við trúvirði og ógegni, var
støðan við programleiðara-
num Jógvani Arge, sigur
Jógvan Jespersen.
Hann greiðir frá, at hevði
løgtingsval ikki komið í úr-
tíð, hevði ÚF sett nýggjan
programleiðara fyri Jógvan
Arge, ti tað ber snøgt sagt
ikki til, at hann starvaðist
sum løgtingsmaður og sum
programleiðari.
Kortini blivu hesar ætlan-
ir av ongum, tí Jógvan Arge
varð ikki afturvaldur og tí
helt hann á sum program-
leiðari í ÚF.
Mikkjal tók avleiðingarnar
Stjórin í Sjónvarpi
Føroya, Mikkjal
Helmsdal, tók seg alt
fyri eitt burtur úr øll-
um nevndarvirksemi,
tá hann tók við
stjórasessinum í SVF.
Hann heldur tað er
skeivt, at fólk innan
fjølmiðlaheimin hava
onnur hjástørv, sum
kunnu skaða trúvirð-
ið á tíðindaflutningi-
num
FØROYSKIR
FJØLMIÐLAR
Páll Holm Johannesen,
pall@sosialurin.fo
Í 2001 tók Mikkjal Helms-
dal við stjórasessinum í
Sjónvarpi Føroya. Hann var
virkin í felagnum, Vita
Margarin,
men
nýggja
starvið í SVF hevði við sær,
at hann tók seg úr Vita
Margarin.
-Tað er prinsipielt skeivt,
at leiðslur innan fjølmiðlar-
nar røkja onnur størv ella
nevndarsessir, sum kunnu
seta trúvirðið hjá stovni-
num í vanda, heldur stjórin
í Sjónvarpi Føroya, Mikkjal
Helmsdal.
Hann greiðir frá, at í SVF
eru greiðar ásetingar um
hvørji hjástørv leiðslan og
starvsfólkini á stovnunum
kunna hava.
-Tað er avgerandi, at
greiður skylnaður er mill-
um fjølmiðlarnar og onnur
áhugamál. Vit hava greiðar
ásetingar um, at starvsfólk-
ini ikki eiga at vera í nevnd-
um og hava varðandi størv
á øðrum stovnum. Hesin
politikkur fær eisini stóran
stuðul millum starvsfólkini
í sjónvarpinum, greiðir
Mikkjal Helmsdal frá.
Hann leggur afturat, at
endamálið við hesum poli-
tikki er, at starvsfólk í SVF
ikki hava ein avgerandi
leiklut á stovnum í føroyska
samfelagnum, sum SVF
dagliga viðgerð, tí tað
skaðar trúvirðið hjá Sjón-
varpi Føroya.
Balansu gongd
Eftir Leivur Hansen varð
noyddur at lata borgar-
stjórasessin í Tórshavnar
kommunu við ársbyrjan
2001, hevur hann starvast í
SVF. Nógv hava sett spurn-
ing við um, tað er rætt, at
Leivur Hansen-sum er virk-
in tjóðveldispolitikkari er
partur av tíðindaredaktión-
ini hjá SVF.
-Skrivið, har vit gjørdu
greitt, at starvsfólk á stovn-
unum ikki eiga at hava onn-
ur hjástørv, kom í gildið
eftir, at Leivur Hansen var
komin aftur í starv. Tú
kanst tí siga, at vit byrjaðu
ikki við sløttum borði. Tað
vil kortini altíð verða ein
balansugongd,
sum
re-
daktiónsleiðslan má taka
støðu til, vísir Mikkjal
Helmsdal á.
Tvey farloyvi
Løgtingsmenninir, Høgni
Hoydal og John Johannes-
sen eru í løtuni báðir í far-
loyvi úr SVF. Spurdur um,
hvørja støðu SVF hevur,
um hesir velja at venda aft-
ur í SVF, svarar Mikkjal
Helmsdal, at tað er greitt, at
hvørgin teirra alt fyri eitt
kann byrja at arbeiða við
politikki, men verða noydd-
ir at framleiða annað
tilfarð.
Hvussu rúm tíð sleppur
at ganga, áðrenn teir
sleppa at framleiða tíðindi
aftur?
Hatta er eisini ein spurn-
ingur,
sum
redaktións-
leiðslan má meta um. Eg
kann hugsa mær, at meting-
in verður gjørd eftir í
hvussu stóran mun teirra
politiska image hongur við.
Er talan um ein floksfor-
mann í 8-10 ár, so verður
ógvuliga torført hjá honum
at viðgera politikk aftur.
Eitt
dømið
er
Øssur
Winthereig, sum stillaði
upp fyri Verkmannafylg-
ingina. Í tí málinum mettu
vit, at hansara image, sum
politikkari ikki hekk við
longur,og tí fekk hann
starvið sum tíðindaleiðari,
sigur Mikkjal Helmsdal at
enda.
Mikkjal Helmsdal heldur tað
er skeivt, at fólk innan
fjølmiðlaheimin hava onnur
hjástørv, sum kunnu skaða
trúvirðið á
tíðindaflutninginum
Hevði eg roynt at ávirka
tíðindaflutningin við mínum
nevndarsessi, hevði eg hvørki
verið egnaður sum stjóri í ÚF
ella nevndarlimur í Føroya
Banka, sigur Jógvan
Jespersen.