Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. mai 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 87 - 7. mai 2004 Nr. 87 - 7. mai 2004 9 – Støðan er rættiliga álvarslig. Avger ES um eina viku at leggja 15% í tolli á laks úr Føroyum, er eingin sum helst ivi um, at øll alivinnan í Føroy- um fer á húsagang, sigur formaðurin í Føroya Havbúnaðar- felag, Atli Gregersen ALIVINNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Føroyska alivinnan bløðir, og hon hevur bløtt leingi. Smoltstøðir hava latið aftur, og alifeløg hava mist allan sín eginpening og eru farin á húsagang. Útseting er lítil og eingin. Í 2002, tá ið vónir enn vóru um eina føroyska alivinnu, fóru 20 miljónir smolt á sjógv. Í fjør var talið 7 miljónir. Í ár hevur verið tosað um einar 3 miljónir smolt. ILA-sjúka og dumpingákærur hava saman við sera lágum laksaprísum gjørt tað næst- an ómøguligt at reka ali- vinnu í Føroyum. Herfyri birtist tó ein pinkalítil vón aftur, tí laksaprísirnir eru batnaðir. Aftur kundu alarar selja laks við einum lítlum yvirskoti. Men treytin fyri, at tann parturin av vinnuni, ið er eftir, hevði nakran sum helst møguleika at fóta sær, er, at prísurin ikki fellir aftur. Men bráddliga sær alt nú so kolasvart út aftur, tí ES - eftir áheitan frá skotum og írum, sum eru limir í ES - hevur ætlanir um at leggja ein verjutoll uppá eini 15% á laks úr eitt nú Noregi, Chili og Føroyum. Ógvuliga kritiskt Atli Gregersen, formaður í Føroya Havbúnaðarfelag, sigur, at støðan er ógvuliga álvarsom. – Fyri einum tveimum vikum síðan sendu vit nevndini í ES, sum hevur við laksin at gera, bræv, har vit siga okkum skilja skotar og írar. Í brævinum gera vit vart við, at vit kunnu taka undir við hugskotinum um kvotur fyri at minka um útboðið. Tí kemur tað ógvuliga dátt við, nú ES eftir øllum at døma ætlar, at verjutollurin eisini skal fevna um føroyska laksin. Atli sigur, at tað, sum skotar og írar í fyrsta lagi vilja við tiltøkunum, er, at minka um útboðið av laksi úr Noregi og Chili. – Men nú bendir mangt á, at Føroyar verða tiknar við, og tað er ógvuliga álvar- samt, nú føroyska alivinnan frammanundan bløðir so nógv. Formaðurin í Havbúnað- arfelagnum sigur seg ivast í, um ES yvirhøvur hevur lisið brævið, sum felagið hevur sent teimum. Seinasti seymurin Atli sigur, at verður ein verjutollur uppá 15% lagd- ur á laks úr Føroyum, fer eisini tann parturin, sum eftir er av føroysku alivinn- uni, á húsagang. – Tað er als eingin ivi um, at hetta verður seinasti naglin í kistuna hjá okkara alivinnu, sigur hann sann- førdur og avgjørdur. Hann sigur, at allar kreft- ir í føroyska samfelagnum mugu viðvirka til, at Føroy- ar ikki verða fevndar av verjutollinum. – ES ætlar at koma við verjutollinum longu um eina viku. Tí er ógvuliga avgerandi, hvat hendir teir næstu dagarnar. Ja, hetta verður ein vika, har avgerð- in fellir um, hvørt vit í Før- oyum fara at hava ein farra eftir av eini alivinnu ella als onga alivinnu. Formaðurin í Føroya Havbúnaðarfelag sigur, at megnar føroyska samfelag- ið komandi vikuna ikki at sannføra ES um, at Føroyar eiga at haldast uttanfyri verjutollin, fer øll tann før- oyska alivinnan í søguna. Fundur við løgmann Stutt fyri middag hósdagin fór Føroya Havbúnaðarfel- ag á fund við løgmann, Jóannes Ejdesgaard, um støðuna. – Løgmaður hevur um hendi uttanríkisdeildina, og vit hava biðið um fund við løgmann, tí hetta málið hevur ógvuliga stóran skund, sigur Atli. Hann heldur annars, at skulu vit hava eina alivinnu í Føroyum, er neyðugt við einum øðrum tilknýti til ES. – Alivinnan kann ikki liva við hóttandi dumping- ákærum og hóttanum um verjutoll. Vit eiga avgjørt at taka uppaftur viðgerðina um okkara tilknýti til ES, sigur Atli Gregersen, for- maður í Føroya Havbúnað- arfelag, at enda. Ætlaði ES-tollurin: Seinasti naglin í kistuna hjá alivinnuni Danskir studentaskúla- næmingar, sum útbúgva seg við serligum atliti til fjølmiðlarnar, eru í hesum døgum í Føroyum. Hesin flokkurin, sum er av Born- holm, hevur eitt samstarv við flokkar í Hoydølum um útveksling av næmingum. Samstarvið ber í sær, at næmingar av Bornholm kunnu koma til Føroyar, og næmingar úr Hoydølum kunnu fara til Bornholm. Donsku studentaskúla- næmingarnir vóru úti á Sosialinum og kunnaðu seg um viðurskiftini í einum fjølmiðlahúsi. Teir hildu tað vera spennandi at saman- líkna føroyska fjølmiðla- heimin við umstøðurnar á Bornholm. – Tað er stuttligt at sam- anlíkna við okkara egna har heima, har vit hava umleið 45.000 fólk. Eg haldi ikki, at munurin er stórur. Talið av arbeiðsfólki er nakað tað sama, sigur Daniel Jensen, sum gongur í studentaskúla á Bornholm. Nønne Ingbrecht er eisini við sama flokki, og hon heldur tað verða eitt sindur ymiskt frá viðurskiftunum har heima. – Nú gera tit útvarp her og royna nøkur onnur ting. Á Bornholm er tað kanska eitt sindur meira konservat- ivt, sigur Nønne Ingbrecht, studentaskúlanæmingur. hkm Danskir næmingar vitja Sosialin Donsku studentaskúlanæmingarnir vóru úti á Sosialinum og kunnaðu seg um viðurskiftini í einum fjølmiðlahúsi – ES ætlar at koma við verjutollinum longu um eina viku. Tí er ógvuliga avgerandi, hvat hendir teir næstu dagarnar. Ja, hetta verður ein vika, har avgerðin fellir um, hvørt vit í Føroyum fara at hava ein farra eftir av eini alivinnu ella als onga alivinnu, sigur Atli Gregersen, formaður í Føroya Havbúnaðarfelag – Alivinnan kann ikki liva við hóttandi dumpingákærum og hóttanum um verjutoll. Vit eiga avgjørt at taka uppaftur viðgerðina um okkara tilknýti til ES, sigur formaðurin í Føroya Havbúnaðarfelag Í fyrstu syftu verður arbeiðið til eini 50-70 fólk í syðru helvt í Suðuroy, men gongur sum ætlað, verður hetta talið nógv størri FYRITAKSEMI Áki Bertholdsen, aki@sosialurin.fo –Vit hava eina ítøkiliga ætl- an sum fer at menna Suður- oynna. Og vit hava eisini pening til at seta hesa ætlan í verk. Nú stendur tað bara til politiska myndugleikan, um hann tekur av ella ikki. Finnbjørn Poulsen, skip- ari í Lopra, er ein av høv- uðsmonnunum aftanfyri eina víttfevnandi vinnuliga ætlan, sum fer at skapa nógv arbeiðspláss í Suður- oy. Eydnast hendan ætlanin, fer tað í fyrstu syftu at skapa arbeiði til eini 50-70 fólk. Men gongur sum ætl- að, fer hetta talið sum frá- líður at økjast enn meiri. Tað, sum Finnbjørn og hansara samstarvsfelagir ætla, er bæði at útvega skip og at byggja nýtt virki til at virka fisk á landi. Tað eru nú tveir mánaðir síðani, at teir vóru í Fiski- málaráðnum við eini um- sókn um at fáa loyvi til at útvega skip og um at fáa fiskiloyvi til skipið. – Tað, vit ætla, er at út- vega eitt skip til uppisjóvar- fisk og sum skal fiska svar- tkjaft, lodnu, sild og makr- el. Men samstundis er ætl- anin at gera eitt virki á landi til at virka uppisjóvar- fisk til matna til útflutn- ings. Skipið, teir søkja um, skal vera ein partur av rá- vørugrundarlagnum undir virkinum. Men samtundis hava teir gjørt avtalur við onnur skip um avreiða til virkið fyri at tryggja nóg nógva rávøru. Eru ikki skutilsveinar Skiparin úr Lopra sigur, at hetta er ein ætlan, sum teir hava hugsað væl og virði- liga um. – Vit hava havt serkøn á økinum til at gera markn- aðarkanningar fyri okkum og útlitini eru sera góð. Samstundis hava teir longu útvega neyðuga peningin til at seta ætlanina í verk Teir, sum standa fyri ætl- anini, drúgvar royndir í uppisjóvarvinnuni. Teir hava bæði siglt við og ført donsk nótaskip í eitt ára- mál. –Annars halda vit, at tað er ikki meiri enn rímiligt, at landsins myndugleikar eis- ini lata yngri menn við drúgvum royndum, sleppa framat í føroysku fiskivinn- uni. Hann leggur afturat, at samstundis eru teir fúsir til at binda hetta fiskiloyvi, teir søkja um, til Suður- oynna, so at tað ikki eisini endar norðanfyri, soleiðis sum fleiri onnur fiskiloyvi í Suðuroy eru endað seinastu árini. Hann sigur eisini, at teir hava lutfalsliga nýggj skip í kikaranum, sum tað ber til at keypa fyri einar 40-50 milliónir. Talan er um skip, ið taka 1500-2000 tons. Og Finnbjørn Poulsen leggur dent á, at talan er um eina føroyska ætlan og at teir ikki eru skutilsveinar fyri útlendsk, peningalig áhugamál. Hann leggur afturat, teir biðja sostatt ikki um eitt oyra í studningi. – Tað einasta, vit biðja um, er um loyvi til at út- vega eitt skip og um fiski- loyvi til upisjóvarfisk, so at vit sleppa ígongd. Sostatt liggur lagnan hjá hesi verk- ætlanini nú í hondunum á politiska myndugleikanum. Væntar undirtøku Men lopransmaðurin ivast ikki í, at politiski myndug- leikin fer at vísa vælvild. Hann sipar til flaggrøð- una, sum sjálvur løgmaður helt í Vági og har Jóannes Eidesgaard segði, at Lands- myndugleikarnir eiga at gera sítt til at lofta tiltøkum og stuðla teimum, so at tey kunnu fremjast. – Vit seta álít á, at hetta ikki eru tóm orð, tí talan eru um orð frá sjálvum løg- manni. Finnbjørn Poulsen sigur, at fortreytin fyri ætl- anini er júst, at landsstýrið loftar tiltakinum og stuðlar tiltakinum, so at tað kann fremjast. Hann vísir eisini á, at Suðuroyggin eigur ongan lut í uppisjóvarvinnuni og tí er ætlanin sera viðkom- andi,serliga tá ið hugsað verður um tað stóru kreppu, sum økið er í. Hann vísur eisini á, at tað eru ikki ov nógv uppi- sjóvarskip í flotanum, sum er og at tað tí er rúm fyri hesum afturat við teimum fiskirættindum, vit hava. – Føroyingar hava ligið sjóvarfallið av sær í uppi- sjóvarvinnuni og hava verið alt ov trekir at útvega sær skip til endamálið. Sostatt koma vit eisini at vera eftir- bátur, tá ið svartkjafturin einaferð verður býttur sundur ímillum tey ymsu londini. Finnbjørn Poulsen vísur eisini á, at í fjør var før- oyska kvotan av atlantssild- ini uppfiskað fyri fyrstu ferð í nógv ár. – Men tað allarmesta av henni varð avskipað til móðurskip. Eg haldi ikki at tað er rætt at lata fyrsta floks rávøru fara til djóra- føði, bara fyri at fáa kvot- una uppfiskað, heldur enn at virka hana til matna, har hon gevur munandi meiri úrtøku. Samstundis vísa teir eis- ini á, at lodnan undir Ís- landi, Grønlandi og í Bar- entshavinum eru eisini áhugaverd fiskasløg hjá einum skipi, sum suðuroy- ingarnir hugsað um, eins og hestamakrelur og nebbasild í kanalini og í Norðsjónum og vestanfyri fýra stig, eis- ini eru tað. Harafturat eru umstøður- nar í Vági sera góðar at fara undir nýtt virksemi við tað, at nýggj djúphavn verður gjørd og stórir virkisbygn- ingar tanda tómir. Finnbjørn Poulsen sigur, at endamálið við teirra virkisætlan, er, at fáa sum mest burturúr fiskatil- feinginum og at úvega so nógv arbeiðspláss sum gjørligt. Hann sigur, at í fyrru at- løgu er ætlanin at frysta lidnar og hálvlidnar vørur á virkinum á landi. Men gongur sum ætlað, er í aðru atløgu ætlanin at virka fiskin víðari til matn- að og tað fer at skapa enn fleiri arbeiðspláss. Finnbjørn Poulsen vónar, at teir fáa svar úr lands- stýrinum skjótt, tí gongur ov long tíð, kunnu skipini, teir hava í kikaranum, gleppa teimum av hondum. Hann leggur afturat, at fáa teir ikki loyvi til at seta hesa verkætlanina ígongd í Suðuroy, fara teir at leita aðrastaðni við henni. Verri enn í kreppuni Finnbjørn Poulsen sigur at veruleikin er, at í Suðuroy er støðan í dag enn verri enn hon var, tá ið kreppan var upp á tað ringasta fyri 10-14 árum síðani. Og enn sum áður stendur serliga illa til í syðru helvt, her arbeiðsloysið er rættiliga stórt. – Suðuroyggin er á veg um tað kritiska markið, haðani tað ikki vendist aftur, Hinvegin frættist lítið og onku um vinnuligar ætl- anir. Samstundis hevur dúg- liga verið sóknast eftir vinnuligum ætlanum, eins og tað mangan er sagt, at framtøkini mugu koma frá suðuroyingum sjálvum. Finnbjørn Poulsen sigur, at hetta er so ein væl undir- bygd roynd at skapa nakað nýtt í oynni. Ætla at skapa arbeiðspláss til nógvar hendur í Suðuroy - Vit biðja ikki um studning. Tað einasta, vit biðja um, er at fáa loyvi til at útvega eitt skip, sum pláss er fyri í føroyska flotanum, sigur Finnbjørn Poulsen í Lopra, sum er ein høvuðsmaður aftanfyri stóra vinnuliga ætlan í Suðuroy Bygdarstevna í Hvalba Hetta vikuskiftið skipa verður ársins fyrsta bygdar- stevna. Tað er Bóltfelagið Royn, sum skipar fyri stevn- uni, sum byrjar í dag, fríggjadagin og heldur fram til sunnudagin. Á skránni er ymiskt, bæði til alvara og gaman. Stevnan verður sett fríggjadagin klokkan 14, tá ið Arn- old Eyvindsson, hvalbingur í Havn, heldur røðu og síðani verður hildið á. Sum vera man er nógvur fótbóltur á skránni, bæði hjá teimum eldru og teimum yngru. Í Roynhøllini verður tivoli við alskyns stuttligum og annars verður skipað fyri yjmsum tiltøkum. Eitt serligttiltak á stevnuni verður, tá ið Atli Petersen úr Kvívík, sum sigldi úr Føroyum til Danmarkar á vatnskutara, fer at greiða frá ferðini á Vesturskin fríggjakvøldið, har hann eisini vísir myndir frá ferðini. Á bygdarstevnuni verður eisini høvið til at royna vatn- skutararnar. Ongin bygdarstevna uttan dans og hesuferð er tað ein av landins allarbestu bólkum, Showmenn, sum spælir. Fríggjakvøldið spæla teir til konsert og leygarkvøldið spæla teir til stóran stevnudans, bæði fyri tey yngru og tey eldru. Nógv av bygdarstevnuni í Hvalba fer fram í og rundanum Roynhøllina C M Y K 9 8