fríggjadagur 7. mai 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 27 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 87 - 7. mai 2004
Nr. 87 - 7. mai 2004
11
Havnar Hornorkestur kom aftur av tónleika-
stevnu fyri hornorkestur sum Europameistari í
sínum bólki. Hetta er eitt musikalskt bragd, ein
stórur heiður fyri alt landið og enn eitt dømi
um, at føroyskt tónleikalív stendur í besta
blóma. Føroysk talent gera seg galdandi uttan-
landa og fleiri eru av álvara á veg móti stjørn-
unum. Hetta er galdandi fyri klassikan eins væl
og fyri rútmiskan tónleik.
Her heima á landi blómar tónleikalívið í
musikkskúlum, kórum, orkestrum, ensemblum
og rútmiskum bólkum av øllum møguligum
sløgum. Bara fyri at nevna nøkur, Lisa Ekdahl
og Jethro Tull. Nú summarið er í hondum koma
festivalar, summartónar og onnur tónleikatil-
tøk, har føroyskir og útlendskir bólkar og ein-
staklingar sleppa at vísa sítt kynstur fyri før-
oysku áskoðarafjøldini. Hetta er ein sera positiv
gongd, sum vónandi verður stuðlað av avvar-
andi myndugleikum.
Eitt blómandi tónleikalív er sunt og mennandi
fyri likam og sál hjá ungum og gomlum. Tað
lívgar um alla staðni, ikki bara hjá teimum, sum
spæla og syngja, men so sanniliga hjá øllum
øðrum eisini. Einki er so lívgandi og gevandi
fyri sálina sum góður tónleikur.
Hetta vikuskiftið verður enn ein stór tónleika-
hending. Tá verður stovnandi aðalfundur í
MENTÓN, sum herfyri hevði fyrrreikandi fund
í Skansastovu í Havn. Eitt frálíkt tiltak, sum øll,
ið hava áhuga fyri og er góð við tónleikin og
tónleikararnar her á klettunum, eiga at stuðla.
Við hesum senda vit øll góð lukkuynski til hetta
góða tiltak.
Ítróttur, politikkur, vinnulív. Ja hetta er vorðin
ein partur av gerandisdegnum hjá okkum øll-
um. Men við tíðini hevur eisini tónleikurin og
tónlistin fingið fastatøkur í okkum og allari
tjóðini. Gott í tykkum, sum gera tykkara til at
menna tónleikin her á landi, hvør í sínum lag.
Hann eigur at vera javnsettur um ikki raðfestur
hægri enn so mangt annað, sum rørist í hesum
vælsignaða samfelag.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Blómandi tónleikalív
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Rúna Sivertsen runa@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Kaj Leo Johannesen
Sambandsflokkurin
1. mai fingu føroyingar og
grønlendingar, sum annað-
hvørt eru búsitandi-, ella til
sjúkraviðgerð í Danmark
ein nýggjan møguleika,
hvat heimligum matvørð-
um viðvíkur.
Føroyingar í Danmark
hava higartil havt trupult
við at fáa fatur á til dømis
føroyskum skerpikjøti, av tí
at Føroyar og Danmark
standa hvør sínu megin ES-
markið. ES hevur, av ótta
fyri djórasjúkum, ógvuliga
strangar reglur viðvíkjandi
innflutningi av kjøti úr
londum, sum standa uttan-
fyri ES. Men hesin trupul-
leikin er nú loystur.
Føroyska-
og
grøn-
lendska heimastýrið hava
saman við donsku mat-
vørumyndugleikunum
funnið eina loysn, sum
millum annað gevur føroy-
ingafeløgum í Danmark
møguleika at innflyta før-
oyskar matvørður, sum
kunnu latast víðari til fel-
agslimirnar.
Somuleiðis
kunnu sjúklingahotel inn-
flyta ávikavist føroyskar-
og grønlendskar matvørður.
Einasta orsøkin til at
matvørur úr Føroyum og
Grønlandi (sum ikki eru
ES-lond) kunnu innflytast í
Danmark (sum er limur í
ES), er at Føroyar og Grøn-
land eru í ríkisfelagsskapi
við Danmark.
Høvdu Føroyar verið
fullveldi uttan ES-lima-
skap, so høvdu føroyingar í
Danmark verið noyddir at
hildið seg til danskar mat-
vørur, men takkað verið
ríkisfelagsskapinum kunnu
teir nú eta so nógv skerpi-
kjøt sum teir hava hug til.
Hetta er enn eitt dømi
um, at samstarv gevur okk-
um fleiri møguleikar enn
vit kunnu vinna við at
dyrka ósemjur.
Ríkisfelagsskapurin tryggjar føroyingum
í Danmark skerpikjøt
Kvinnukórið, Suð, fer
leygardagin at hava
fýra konsertir í Eyst-
uroynni. Í septembur
verða tvey ár, síðani
kórið byrjaði at venja,
og hevur tað hesa
stuttu tíð eydnast
teimum at gjørt seg
kendar her hjá okk-
um
KONSERTFERÐ
Rúna Sivertsen,
runa@sosialurin.fo
Í samband við samanlegg-
ingina av Oyndarfjarðar-,
Skála
og
Runavíkar
Kommunu, fer kvinnukór-
ið, Suð úr Klaksvík, undir
leiðslu av Steinvør Fonn, at
hava fýra konsertir í Eyst-
uroynni.
Í septembur verða tvey
ár, síðani Suð byrjaði at
venja. Hesa tíðina hava tær
verið sera virknar og hava
sungið til konsertir í Klaks-
vík, Gøtu, Mentanarhúsi-
num í Fuglafirði og í
Kommunuskúlanum
í
Havn.
Eisini hava tær sungið til
nógv onnur høvi, eitt nú á
matiné’um, til vígslur,
jarðarferðir,
hátíðarhald,
ábyrgdaraveitslur og stórar
føðingardagar.
Fyri stuttum sungu tær til
setanina av stóru KT-stevn-
uni, sum var í Norðurlanda-
húsinum.
Leygardagin fer kvinnu-
kórið á rundferð í Eystur-
oynni. Fyrst verður farið til
Elduvíkar, síðani til Oynd-
arfjarðar, Skála og Runa-
víkar.
Á konsertunum, sum
verða um 40 minuttir hvør,
fara tær at syngja sálmar og
sangir, kend negro spiritual
umframt
kend
klassisk
stykki.
Eisini verða sangir úr
vælumtókta sangleikinum
"The Sound of Music" og
úr sangleikinum "Chicago"
á skránni. Tað er Jóhannes
Andreasen,
sum
hevur
klaverfylgispælið.
Vilt tú vita meira um
kvinnukórið, Suð úr Klaks-
vík, kanst tú leita inn á
heimasíðu
teirra,
www.sud.hello.to
Konsertirnar
leygardagin 8. mai
verða hesar:
Klokkan 14.30 í Elduvíkar
kirkju
Klokkan 16.00 í Oyndar-
fjarðar skúla
Klokkan 18.00 í Skála
skúla
Klokkan 20.00 í Runavíkar
skúla
Leiðari: Steinvør Fonn
Sangarar:
Henny Gerðalíð
Gunvá við Keldu
Hansa Sivertsen
Joan Høj Jacobsen
Tove Vitalis
Assa Færø
Unnur S. Fonn
Tóra við Keldu
Mása Tróndheim
Ásla Fonn
Hildegunn Mortensen
Erla Petersen
Súsanna Sivertsen
Jónfríð Foldbo
Martha Mýri
Simona Johannesen
Suð á konsertferð í Eysturoy
Í sambandi við at tað
í ár eru 10 ár síðani
javnstøðulógin kom í
gildi, skipar Javn-
støðunevndin fyri
almennari ráðstevnu í
Norðurlandahúsinum
mánadagin 10 mai
undir heitinum "Á
leiðini til Javnstøðu."
HÁTÍÐARHALD.
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
– Í teimum flestu londunum
rundanum
okkum
kom
javnstøðulóggáva í gildi
miðskeiðis í 70 unum. Vit
darlaðu also eini 20 ár
aftaná. Men lógin kom, og
hevur nú 10 ár á baki.
Hvussu stendur so til við
javnstøðuni? Ikki væl, um
vit halda fram við at
samanbera
okkum
við
okkara grannalond.
Soleiðis hugleiðir Hans
Pauli Strøm, landsstýris-
maður í javnstøðumálum, í
faldaranum til ráðstevnuna.
Enn er nakað eftir á mál,
men vit eru á rættari kós, og
hyggja vit at skránni, má
hendan ráðstevnan sigast at
vera eitt virðiligt og við-
komandi fet á leiðini til
javnstøðu.
Minnast Maritu
Byrjað verður við at Jó-
annes
Eidesgaard,
løg-
maður
og
fyrrverandi
landsstýrismaður í javn-
støðumálum, setur ráð-
stevnuna. Aftaná hann fer
ongin
minni
enn
Vígdis
Finnbogadóttir,
fyrrverandi forseti Íslands,
at hugleiða um, hví og
hvussu
javnstøða
skal
fremjast í verki.
Á ráðstevnuni fer javn-
støðunevndin eisini at nýta
høvið at minnast Maritu
Petersen, sála, fyrrverandi
løgtingsformann og
løgmann,
fyri
hennara
arbeiði fyri javnstøðu -
bæði sum politikari og sum
fyrimynd. Marita Petersen
var løgmaður, tá javnstøðu-
lógin kom, og legði hon
stóra orku í at fáa lógina
samtykta.
Tey flestu av okkum
minnast ivaleyst,
hvussu stríggið
tað var, at fáa
javnstøðulógina
s a m t y k t a .
Toganin aftur
og
fram
í
løgtinginum
tók drúgva tíð,
og á stevnuni
verður
tað
Bjørt Samule-
sen, journal-
istur, sum fer
a t
greiða
frá
arbeiðinum
hinumegin politisku leik-
tjøldini.
Kvinnulig leiðsla
- TDC vil hava fjøltáttaðar
leiðsluhættir og nýhugsan.
Og hetta eru fleiri kvinnu-
ligir leiðarar millum annað
við til at skapa, sigur
Henning Dyremose, stjóri í
Tele Danmark, sum verður
næst á skránni, har hann fer
at greiða frá egnum roynd-
um við góðari kvinnuligari
leiðslu í TDC.
Síðani fer Jóhanna á
Bergi, sølustjóri í JFK, at
greiða frá sínum royndum,
sum kvinnuligur leiðari.
Jóhanna hevur ikki verið so
nógv at sæð í fjølmiðl-un-
um, og tí munnu tey vera
fá, sum vita, at hon er ein-
asta kvinna í ovastu leiðsl-
uni í føroysku fiskivinnuni.
Visiónir
Úr Íslandi hevur javn-
støðunevndin eisini fingið
Birgir Bjørn Sigurjónsson,
Human Ressource Manag-
er í Reykjavíkar býráð, at
tosa um lønarskipanina,
sum bjóðar líka løn fyri líka
arbeiði. Eitt mál, sum
sjálvsagt altíð hevur verið
eitt av aðalmálunum í javn-
støðuarbeiðinum.
Tá tosað verður um javn-
støðu, koma vit neyvan
uttan um spurningin um,
hvussu vit best sameina
arbeiðs- og familjulív og
tíð til ein sjálvan. Hetta
verður ivaleyst eisini ein av
teimum
spurningunum,
sum koma at mynda javn-
støðukjakið í framtíðini, og
tí verður tað ein framtíðar-
granskari, nevniliga Gitte
Larsen frá Køvenhavns
Institut for fremtidsforsk-
ning, sum fer at hugleiða
um hetta evnið.
Siðvenja og átrúnaður
- Vit mugu syrgja fyri, at
lítlar gentir og lítlir dreingir
ikki fyrst og fremst verða
uppald sambært teirra kyni,
men heldur sambært teirra
einstøku persónligheit, sig-
ur Durita Holm, sosial-
antropologur, og hetta verð-
ur nakað av tí, Durita fer at
koma inn á í sínum fyri-
lestri um javnstøðu og
siðvenju.
Siðvenja snýr seg um
hugburð, og júst okkara
hugburður er ofta ein tann
størsta men minst ítøkiliga
forðingin fyri veruligari
javnstøðu. Í Føroyum er
hugburðurin til so mangt,
ikki minst leiklutin hjá
kvinnum
og
monnum,
merktur av okkara átrún-
aðarligu sannføring. Í hes-
um sambandi fer Jógvan
Fríðriksson, prestur, at tosa
um javnstøðu sæð út frá
einum kristiligum sjónar-
horni.
Lógvatak?
Annika Wardum Joensen,
forkvinna
í
Javnstøðu-
nevndini, endar ráðstevn-
una við eini innbjóðing til,
at vit øll taka lógvatak sam-
an í arbeiðinum fyri javn-
støðu í Føroyum. Annika
hevur fleiri ferðir gjørt vart
við, at javnstøðumál ikki er
tað sama sum kvinnumál.
Javnstøðumál eru samfe-
lagsmál, og í samfelags-
málum mugu vit øll, kvinn-
ur og menn, politikarar og
vinnulív, ja allir sam-
felagsbólkar samstarva fyri
at røkka úrslitum. Samstarv
og semja eru lyklaorðini á
leiðini til javnstøðu, har
javnstøða ikki longur er eitt
stríðsmál, men eitt felags-
mál, sigur Annika W. Joen-
sen.
Ráðstevnan í Norður-
landahúsinum byrjar kl.
8.30 og endar kl. 16.45.
Beint áðrenn kaffisteðgin
seinnapartin syngur Eivør
Pálsdóttir.
Javnstøðumál eru samfelagsmál
Vigdís Finnbogadóttir verður við á ráðstevnuni
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður við javnstøðumálum, fer
at tosa um visiónir fyri javnstøðu
C
M
Y
K
11
10